Lat aftur
Tema
Mentorar og stuðlar til Barnaverndartænastuna

| GER MUN |

Kom og blív mentor hjá einum barni

Børn velja ikki sjálvi korini, tey vaksa upp undir!

Hugnaligar og mennandi løtur

Ein mentor kann gera allan munin!

Nógv ymiskt tit kunnu gera

Lurta

Mentorar og stuðlar til Barnaverndartænastuna

Stórur tørvur er á mentorum | Hevur tú yvirskot og hug til at hjálpa einum barni, ið hevur tørv á hjálp og umsorgan? So hygg her.

Børn velja ikki sjálvi korini, tey vaksa upp undir, og nøkur børn liva undir umstøðum, ið kunnu skaða teirra heilsu og menning. Barnaverndartænastan hevur til uppgávu at tryggja, at hesi børn fáa neyðuga hjálp og umsorgan í rættari tíð og at hjálpa teimum við at fáa ein tryggan uppvøkstur. Barnaverndartænastan skal leggja dent á at finna loysnir, sum eru best fyri barnið.

Mentor kann hava ein týðandi leiklut

Barnaverndartænastan kann seta ymiskar fyriskipanir í verk fyri at hjálpa barninum og familjuni. Ein týðandi fyriskipan er at bjóða børnum og ungum ein mentor. Ein mentor er ein persónur, sum kann veita barninum hjálp og stuðul í gerandisdegnum. Mentor kann gera allan munin fyri at eitt barn skal koma at trívast og mennast og fáa ein tryggan uppvøkstur.

Á síðu okkara um Barnaverndartænastuna sært tú, hvørjar fyribyrgjandi skipanir barnaverndartænastan annars kann seta í verk út yvir at geva barninum ein mentor ella stuðul.

Barnaverndartænastan

Hvør er arbeiðsuppgávan?

Arbeiðsuppgávan

Sum mentor kanst tú fáa ein týdningarmiklan leiklut í lívinum hjá einum barni. Tú ert ein álítandi og støðugur persónur, og ert við til at hjálpa barninum at trívast og mennast.

Uppgávan sum mentor kann vera ymisk, alt eftir aldrinum á barninum og alt eftir, hvørjar avbjóðingar barnið og familjan hevur. Uppgávan kann taka alt frá 5-10 tímar um vikuna til 20-30 tímar um vikuna. Arbeiðstíðirnar eru tengdar at uppgávuni og kunnu vera um morgunin ella seinnapartin og út á kvøldið. Í summum førum liggja tímarnir í vikuskiftinum.

Saman við mentor kunnu børnini fáa upplivingar, sum tey annars ikki eiga lut í. Børnini kunnu vera frá 0-18 ár og í summum førum upp í 23 ár.

Tá talan er um smærri børn, kann tað vera, at tú til dømis skalt heinta barnið á dagstovninum ella í frítíðarskúlanum, spæla við tað, lesa søgur, fara ein túr á spæliplássið, svimja og líknandi, sum hóskar seg til minni børn.

Er talan um eitt sindur eldri børn ella ung, kann tað vera, at tú fert til frítíðarítriv við barninum, tit ganga túrar, fara til fitness, svimja, fara í biograf ella koyra biltúr. Barnið skal hava ein vaksnan at tosa við um ivamál, avbjóðingar og tað sum annars upptekur barnið.

At vera mentor krevur nógv persónliga. Hinvegin er tað ómetaliga gevandi at vera mentor, og tú lærir nógv nýtt um teg sjálva. Mentorar kunna vera við til at geva einum barni ein týðandi førning, sum tað kann bera víðari í sínum vaksna lívi.

Ein ætlan verður løgd

Tá tú verður sett í starv sum mentor, fært tú innlit í, hvørjar avbjóðingar eru kring barnið, og hvat ætlanin er, at tú skalt hjálpa barninum við. Kunningina fært tú frá sosialráðgevanum á Barnaverndartænastuni. Tú kanst altíð sparra við sosialráðgevan um uppgávuna, um tú ivast.

Ein uppgáva kann vera at hjálpa barninum at menna sínar sosialu førleikar. Barnið gongur kanska til okkurt frítíðarítriv, men følir seg ofta uttanfyri, tí tað kennir ikki óskrivaðu sosialu reglurnar. Tín uppgáva kundi tá verið at eygleitt og tosa við barnið um, hvussu tað skal uppføra seg meira hóskandi til gagns fyri barnið sjálvt. Barnið fær soleiðis meira sjálvsálit og fer at trívast betri.

Uppgávan kann eisini vera at hjálpa einum barni, ið ofta endar í ósemjum. Barnið hevur kanska torført við at greiða frá sínum kenslum og tørvi á ein gagnligan hátt. Barnið kemur tí ofta út í ósemjur við onnur børn. Mentor hevur tá til uppgávu at læra barnið at loysa ósemjur og at hava fokus á at menna samskiftisførleikarnar hjá barninum.

Í øðrum førum kann uppgávan eisini bara vera at vera nærverandi og geva barninum nakrar jaligar upplivingar.

Sosialráðgevin skal framhaldandi fylgja øllum fyriskipanum upp. Í hesum sambandi verður tú biðin um at koma við einari afturboðan um, hvussu tú heldur, tað gongur hjá barninum. Tú kanst eisini rokna við at skula luttaka á netverksfundi, har tey, sum vara av barninum, hittast fyri at meta um, hvørt vit eru á rættari leið, ella um onkur broyting eigur at verða gjørd.

Tú ert ikki einsamøll

Sum mentor hjá einum barni, ert tú ikki einsamøll við uppgávuni. Tú kanst altíð sparra um uppgávuna við sosialráðgevan í Barnaverndartænastuni.

Gevandi og avbjóðandi at vera mentor

Tað er gevandi at vera mentor hjá einum barni. Tú kanst koma til at hava stóra ávirkan á lívsleiðina hjá barninum, tú fært møguleika at vaksa og mennast sum menniskja, og tú fert at merkja gleðina við at gera stóran mun.

Út yvir at tú hjálpir barninum, lærir tú nógv um samskifti, empati og at loysa ósemjur.

Tað kann tó sjálvandi eisini vera avbjóðandi at vera mentor. Eitt nú kann tað vera kensluliga avbjóðandi at koma tætt inn at lívinum og familjuni hjá einum barni.

Hvørjir førleikar skal ein mentor hava?

Førleikar og eginleikar hjá mentor

Ein mentor er ein tolin og jaligur persónur. Ein mentor dugir at vísa empati, dámar at arbeiða við menniskjum og dámar væl at gera mun. At duga væl at lurta er ein stórur fyrimunur. Mentor skal harafturat hava fokus á møguleikar og loysnir, og sum mentor mást tú duga at seta mørk.

Tað er ikki eitt krav, at tú hevur eina útbúgving, men tað kann í summum førum vera ein fyrimunur.

Barnaverndartænastan innheintar barnaváttan hjá øllum mentorum.

Allir mentorar hava tagnar- og fráboðanarskyldu. Kunnað verður nærri um hetta undir setanini.

Lønarviðurskifti

Mentorar eru tímaløntir sambært pedagogsáttmálanum. Innplaseringin er í mun til útbúgving og royndir. Setanin kann vera í styttri ella longri tíðarskeið.

Hevur tú hug at gerast mentor, kanst tú...

  • skriva teg upp á mentorlistan | TRÝST HER
  • ringja til Barnaverndartænastuna á telefon 30 20 60
  • skriva til barnavernd@torshavn.fo
  • fylgja við á sosialu miðlunum hjá Tórshavnar kommunu, har vit lýsa, tá vit hava tørv á mentorum
Soleiðis siga mentorar

»Eg havi ongantíð angrað, at eg bleiv stuðul hjá NN.
Hon er so øgiliga fitt og nem at hava, og vit hava havt nógvar góðar løtur saman. Men at vera stuðul er ein heilt serlig uppgáva. Tað kann vera krevjandi til tíðir, men eisini sera gevandi, tí eg føli veruliga, at eg geri mun«

- Stuðul hjá einari 9 ára gamlari gentu

»Eg var eitt sindur skeptiskur at byrja við, tí eg visti ikki, hvat eg fór inn til. Men hann er so skilagóður og fittur, og eg merki ordiliga, hvussu nógv hann hevur tørv á einum vaksnum persóni. Eg tori gott at siga, at eg veit ikki, hvar hann hevði verið í dag, um eg ikki var her«

- Stuðul hjá einum 15 ára gomlum drongi