Lat aftur
Tema
Ókeypis tiltak fyri foreldur at tannáringum í 7. flokki
Kom og hoyr um avbjóðingarnar hjá tínum tannáringi Kom og hoyr um avbjóðingarnar hjá tínum tannáringi
Kom og hoyr um avbjóðingarnar hjá tínum tannáringi

Kom og hoyr um avbjóðingar og trýst, sum ung verða útsett fyri. Og kom og hoyr um, hvat tú kanst gera fyri at hjálpa og stuðla sum foreldur.

Lær at seta mørk uppá ein konstruktivan hátt Lær at seta mørk uppá ein konstruktivan hátt
Lær at seta mørk uppá ein konstruktivan hátt

Mánakvøldið 22. apríl er ókeypis tiltak í Smæruni fyri foreldur at tannáringum í 7. flokki.

Lurta

Ókeypis tiltak fyri foreldur at tannáringum í 7. flokki

Hví broytist tín tannáringur? Kom og hoyr um avbjóðingar og trýst, sum ung verða útsett fyri. Og kom og hoyr um, hvat tú kanst gera fyri at hjálpa og stuðla sum foreldur. Mánakvøldið 22. apríl klokkan 19-20.30 verður ókeypis tiltak í Smæruni fyri foreldur at tannáringum í 7. flokki.

 

Hvør er tín leiklutur sum foreldur?

Endamálið við kvøldinum er, at tú sum foreldur at tannáringi í 7. flokki fært innlit í, hvussu tað er at vera tannáringur, og hvussu tú kanst hjálpa tínum barni. 

Kom og hoyr um:

  • hvat hendir, tá barnið verður tannáringur
  • avbjóðingar hjá tannáringinum
  • hvussu tú kanst hjálpa tínum barni at standa ímóti bólkatrýsti
  • hvussu tú kanst hjálpa tínum barni at siga frá
  • hvørt tú skalt loyva tínum barni at drekka alkohol
  • hvussu tú kanst seta konstruktiv mørk

 

Fokus á foreldraleiklutin

Vit hoyra nógv um mistrivnað hjá børnum og ungum. Foreldur hava her ein týðandi leiklut, og tað kann vera sera torført at vita, hvussu tú skalt fyrihalda teg. Á foreldrafundinum kunna vit um SSP-arbeiðið, og fyrilestrarhaldararnir fara at leggja dent á at greiða nærri frá tínum leikluti sum foreldur at børnum í hesi broytingartíð.

Lív Brúsa og Beinta Atladóttir, sálarfrøðingar hjá Liv Lívið, fara at hava fyrilestur og greiða frá undirvísingini, tær hava havt fyri børnunum í 7. flokkunum.

SSP-samstarvið hjá Tórshavnar kommunu skipar fyri. Hetta er fyrsti almenni fundurin av sínum slag.


Samband

Ebba Øre
ebbao@torshavn.fo
Tel. 30 20 60 (9-15)

Sosiala deild
Sosiala deild

Vaglið 1, 100 Tórshavn

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 60 (kl. 9-15)

Tel. 21 60 12 (kl. 15-9)

Upplatingartíðir
Mánadag - fríggjadag9-15