Lat aftur
Tema
Á flot við Westward Ho 2024
Á flot við Westward Ho 2024 Á flot við Westward Ho 2024
Á flot við Westward Ho 2024

Aftur í ár fara 6. flokkarnir í Tórshavnar kommunu á flot við Westward Ho.

Á fiskitúrinum læra næmingarnir nakað um sjógv og fiskiskap. Allir flokkar fara sínámillum at kappast um, hvør flokkur fær flest fiskar, og um, hvør næmingur í kommununi fær størsta fiskin.

Lurta

Á flot við Westward Ho 2024

Tað er fastur táttur, at 6. flokkarnir í kommununi sleppa ein fiskitúr við sluppini Westward Ho. Eins og undanfarin ár er tilboðið í ár skipað sum ein fiskikapping, ið samstundis gevur lærarum tilfar til lærugreinirnar Heimkunnleika og Náttúru & tøkni. 

Túrarnir í 2024 verða frá 21. august til 2. september. Foreldur, ommur og abbar eru vælkomin við. Niðanfyri kanst tú lesa um fiskitúrin og síggja myndir frá undanfarnum kappingum. Ert tú lærari, kanst tú eisini kunna teg um tøku fiskidagarnar og melda flokkin til. Á síðuni kunnu tit eisini kunna tykkum um, hvussu tit best kunnu fyrireika tykkum til túrin.   

Soleiðis teknar tú teg
Finn eina tøka tíð

Niðanfyri sært tú, hvørjir dagar og klokkutíðir eru tøk. So hvørt sum bíleggingarnar koma inn, síggjast tær í hesum yvirlitinum. Eisini síggjast flokkarnir og skúlarnir.

 
Dato

Fyrrapart
kl. 7.45-12

Seinnapart
kl. 12.45-17

21/8Guli skúli 
   
 22/8Skúlin við Løgmannabreyt 
   
 23/8Skúlin við Løgmannabreyt 
   
26/8Skúlin á ArgjahamriFrískúlin í Havn
   
27/8Skúlin á ArgjahamriSkúlin á Fløtum
   
28/8Sankta Frans skúliSkúlin á Fløtum
   
29/8Sankta Frans skúli 
   
30/8Hoyvíkar skúliBílagt
   
2/9Hoyvíkar skúliKollafjarðar skúli
   
4/9Smáu skúlarnirBílagt
Soleiðis meldar lærarin (akkerslærarin) flokkin til

Tá tú hevur funnið eina hóskandi tíð í talvuni omanfyri, kanst tú tekna tín flokk til kappingina við at trýsta á grøna knøttin niðanfyri og fylla allar teigarnar út. Eru allir teigarnir ikki fyltir út, ber ikki til at bíleggja túr. 

Tess skjótari tú skrásetir flokkin, tess fleiri dagar eru í at velja.

BÍLEGG TÚR VIÐ WESTWARD HO

Gjald

Fiskitúrurin kostar kr. 1.000 fyri hvønn 6. flokk í Tórshavnar kommunu. Westward Ho sendir rokning umvegis gjaldsskipanina hjá kommununi.

Er veðrið ikki til vildar

Er veðrið ikki til vildar, fær lærarin boð í seinasta lagi kvøldið fyri. Næmingarnir og foreldur fáa síðan boð frá læraranum, og avtalað verður síðani eina nýggja tíð.

Hevur tú spurningar?

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at venda tær til Claus Reistrup á tel. 55 50 37 ella í telduposti til claus.reistrup@icloud.com.

Trýst á myndina

Lærdómur og íblástur áðrenn og aftaná túrin

Ein fiskitúrur við Westward Ho kann fyrireikast í lærugreinini »Náttúra & tøkni«. Næmingarnir kunnu til dømis arbeiða við evnunum »fiskur«, »sjógvur« og »veiðihættir« sum fyrireiking til túrin.

Tann meira verkligi parturin gongur síðani fyri seg umborð á Westward Ho. Við at samansjóða tað ástøðiliga og tað verkliga gerst undirvísingin meira ítøkilig og spennandi.

Er veiðan góð, ber til at nýta fiskin í lærugreinini »Heimkunnleiki«. Næmingarnir kunnu til dømis gera knettir og frikadellur burturúr fiskinum. Er fongurin góður, kunnu næmingarnir eisini taka nakrar fiskar við heim.

Næmingar kunnu sum fyrireiking granska toskatalvuna og talvuna við vanligastu fiskasløgunum undir Føroyum. Talvurnar finna tit niðanfyri:

Vanlig fiskasløg undir Føroyum

Toskatalvan 2024


Leita tær íblástur úr Sankta Frans Skúla

Næmingarnir í Sankta Frans Skúla, sum fara at fiska, gera pilkar og beitir til túrin saman við lærarunum. Navnið á einstaka næminginum verður síðan sett á hvørt settið av pilkum og beitum. Hetta hava næmingarnir við sær, tá ið teir fara at fiska.

Aftaná fiskitúrin fara næmingarnir í køkin, har teir flekja fiskin og steikja fløk. Síðan eta næmingarnir døgurða saman, og hevur flokkurin fingið nógvan fisk, fáa lærararnir í skúlanum eisini ein bita.

Westward Ho

Einans tvinnar siglandi sluppir eru eftir av teimum umleið 150 sluppunum, føroyingar keyptu úr Stóra Bretlandi frá 1870-unum og fram til aftaná seinna heimsbardaga. Onnur er Johanna í Vági við havnakenningartekni TG 326, og hin er Westward Ho í Tórshavn við havnakenningartekni TN 54.

Tórshavnar kommuna hevur átt Westward Ho síðan 2005. Tað er áhugafelagsskapurin Sluppvinir, sum rekur og heldur sluppina við líka.

Sluppvinirnir hava skipað fiskikappingina millum allar 6. flokkar í Tórshavnar kommunu síðan 2009.

Tú kanst lesa meira um sluppina og áhugafelagsskapin Sluppvinir her:

Westward Ho og Sluppvinir

Fyrireiking
Fyrireiking

Hvussu fyrireika vit okkum best til fiskitúrin?

Westward Ho hevur avtalu við veitara, ið selur ein »fiskapakka« til flokkarnar, sum fara út við Westward Ho at fiska. Í pakkanum eru:

  • 100 m. nylon 0.7 mm/0,80 mm
  • 1-2 pk. svøvlar 3/0, 10 eintøk
  • 1-2 pk. svøvlar v/hekti, 10 eintøk
  • 2 pk. beitihúkar 6/0
  • 10 eintøk av gummirækjum 7/10
  • 10 eintøk av húkum 7/0-8/0
  • mappa til alla útgerðina

Pakkin á myndini kostar umleið 300 kr., men hann kann tillagast eftir tørvi hjá flokkinum. Næmingarnir kunnu í flokkinum gera teymar, pilkar og annað fyri á tann hátt at fyrireika fiskitúrin.

Um fiskitúrin
Luttakaralisti skal útflýggjast skiparanum

Fullfíggjaður navnalisti við øllum luttakarum hjá flokkinum, t.e. næmingum, lærarum, foreldrum, abbum og ommum, skal latast skiparanum, áðrenn loyst verður. Akkerslærarin ger yvirlitið og handar skiparanum tvey eintøk.

Trygd

Allir næmingar skulu vera í flótivesti, meðan teir eru umborð. Westward Ho hevur flótivestar til øll.

Áðrenn vit loysa, og meðan vit sigla út á fiskimið, kunnar manningin næmingar, lærarar og avvarðandi um trygdina umborð. Manningin kunnar millum annað um, hvørjar skipanir og mannagongdir eru, um eitthvørt óvanligt hendir. Kunningin tekur umleið 10 minuttir.

Næmingar, lærarar og avvarðandi eru fevnd av tryggingini hjá sluppini.

Matur og drekka

Næmingarnir kunnu hava matpakka og okkurt drekkandi við. Vit mæla staðiliga til, at næmingarnir hava góðan matpakka við uttan ov nógv søtmeti.

Skaffigreiðir eru umborð.

Flokkurin ruddar eftir sær, og lærarin, ið hevur ábyrgdina av flokkinum, sær til, at hetta fer fram á skilagóðan hátt.

Gott at hava við sær

Tað kann vera hent hjá næmingunum at hava við sær:

  • knív
  • myndatól
  • tráðu
  • pilkar
Hvussu verður veðrið?
Hvar fiska vit?

Vit royna fiskimið og plinkar á nærleiðunum, mest í Nólsoyarfirði. Tað tekur umleið hálvan tíma at sigla á fiskileið og tað sama heimaftur.

Á flot við Westward Ho í august 2020

KAPPINGIN OG VINNINGAR
KAPPINGIN OG VINNINGAR

Fiskikappingin

Fiskitúrarnir eru skipaðir sum ein fiskikapping millum allar 6. flokkar í Tórshavnar kommunu. 

Hvør flokkur fiskar í umleið tveir tímar. Vit fiska í bakborðs síðu við tráðu og pilki, og í mesta lagi 12 tráður kunnu vera úti í senn. Fiskur minni enn 30 cm telur ikki við og verður sleptur út aftur.

Skiparin skrásetir talið av fiskum og vektina á størsta fiskinum.

Størsti fiskurin og flestu fiskarnir

Tann av øllum næmingunum, sum fær størsta fiskin í 2024, vinnur eina tráðu, sum hann fær handað í september mánaði. Veitari letur og handar næminginum tráðuna.

Tann flokkurin, sum fær flest fiskar og sostatt vinnur kappingina, fær í september mánaði handað steyp til ognar. Steypið verður handað á viðkomandi skúla, og tað er borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, sum handar flokkinum vinnarasteypið.


Vinnarar síðan 2009

Fiskikappingin hevur verið fastur táttur síðan 2009. Hesir skúlar hava vunnið fiskikappingina:

2009 Argja skúli
2010 Argja skúli
2011 Hoyvíkar skúli, 6.a
2012 Sankta Frans skúli, 6.a 
2013 Sankta Frans skúli, 6.b
2014 Hoyvíkar skúli, 6.a
2015 Skúlin á Fløtum, 6.e
2016 Sankta Frans skúli, 6.a
2017 Skúlin á Argjahamri
2018 Sankta Frans skúli, 6.b
2019 Kollafjarðar skúli
2020 Kollafjarðar skúli
2021 Sankta Frans skúli, 6.a
2022 Sankta Frans skúli, 6.b
2023 Skúlin á Fløtum, 6.b