Lat aftur
Tema
Seks nýggj grundupptøkuøki til skúlarnar
Seks grundupptøkuøki fyri skúlarnar Seks grundupptøkuøki fyri skúlarnar
Seks grundupptøkuøki fyri skúlarnar

15. november fingu vit 6 nýggj upptøkuøki til fólkaskúlarnar í Tórshavnar kommunu.

Her kanst tú lesa um, hví so er, hvussu økini verða brúkt og tú kanst kanna, hvønn skúla tú hoyrir til.

Lurta

Seks nýggj grundupptøkuøki til skúlarnar

Í Tórshavnar kommunu hava vit havt frítt skúlaval í nógv ár. Í fjør vórðu tó nógv fleiri børn skrivað inn í Skúlan á Fløtum, enn pláss er fyri, og tí eru upptøkureglurnar nú dagførdar.

Fyri ikki at renna seg í somu støðu aftur, hevur Trivnaðarnevndin í Tórshavnar kommunu samtykt dagførdar leiðreglur fyri upptøku av næmingum í kommunalu fólkaskúlarnar.

Sambært dagførdu leiðreglunum hava skúlarnir í Tórshavnar kommunu nú grundupptøkuøki. Hesi eru samtykt á fundi í Trivnaðarnevndini tann 15. november 2021 og síðan á fundi 15. november 2022. Grundupptøkuøkini eru gjørd við støði í talinum á børnum, sum hava aldur at fara í fyrsta flokk skúlaárið 2022/23.

Dagføringin ber í sær, at um so er, at pláss ikki er fyri øllum teimum innskrivaðu børnunum, sum búgva í grundupptøkuøkinum hjá einum skúla, er leiðreglan tann, at tey verða flutt í skúla í grannaøkinum, meðan tey børn, sum so møguliga ikki fáa pláss har, verða flutt eftir somu leiðreglu.

Tú kanst lesa dagførdu leiðreglurnar her:

Leiðreglur fyri upptøku av næmingum í kommunalu fólkaskúlarnar


Her eru nýggju upptøkuøkini

Bæði skúlarnir í miðstaðarøkinum og smáu skúlarnir á bygd hava upptøkuøki. Tó er tað soleiðis, at meðan mørkini fyri upptøkuøkini í miðstaðarøkinum kunnu flyta seg frá einum ári til tað næsta, tí tey verða lagað eftir talinum á børnum í økjunum, so eru upptøkuøkini fyri smærri skúlarnar føst (Kollafjarðar skúli, Kaldbaks skúli, Velbastaðar skúli og Nólsoyar skúli). Bara tey, sum búgva í hesum økjunum, kunnu skrivast inn í skúlarnar, sum hoyra til økini:

  • Velbastaðar skúli er til næmingar búsitandi í Kirkjubø og á Velbastað
  • Kaldbaks skúli er til næmingar búsitandi í Kaldbak og í Kaldbaksbotni
  • Nólsoyar skúli er til næmingar búsitandi í Nólsoy
  • Kollafjarðar skúli er til næmingar búsitandi í Kollafirði, í Signabø og á Oyrareingjum

Tá tilgongdin til ein skúla er størri enn talið av tøkum plássum, verða plássini lutað út við støði í politiskt samtyktum leiðreglum, sum tú finnur leinki til niðast á hesari síðuni.

Á kortinum niðanfyri sært tú, hvar grundupptøkuøkini og skúlarnir eru í Tórshavnar kommunu. Tøppa tín bústað inn í leititeigin á kortinum, so sært tú, hvørjum upptøkuøki tit búgva í, og hvønn skúla tit hoyra til.

Tú kanst kunna teg nærri um skúlainnskrivingina á skúlasíðum okkara. Kortið við upptøkuøkjunum sært tú í fullari stødd her:

Upptøkuøki fyri skúlarnar í Tórshavnar kommunu (arcgis.com)

Skúli

REGLUVERK

Fólkaskúlalógin

Lógin um fólkaskúlar (logir.fo)


Upptøkureglur

Leiðreglurnar fyri upptøku av næmingum í kommunalu fólkaskúlarnar finnur tú her:

Leiðreglur fyri upptøku av næmingum í kommunalu fólkaskúlarnar

Hoyring og samtykt

Uppskotið til leiðreglur fyri upptøku av næmingum varð sent hesum myndugleikum til hoyringar, áðrenn leiðreglurnar vórðu endaliga samtyktar í Trivnaðarnevndini 15. november 2021 og síðan endurskoðar og aftur samtyktar á fundi 15. november 2022:

  • Skúlastýrunum í fólkaskúlunum í Tórshavnar kommunu
  • Skúlaleiðslunum í fólkaskúlunum í Tórshavnar kommunu
  • Undirvísingarstýrinum
  • Uttanríkis- og mentamálaráðnum
  • Føroya Lærarafelag
  • Føroya Pedagogfelag
Mentamáladeildin
Mentamáladeildin

Vaglið 1, 100 Tórshavn

Les um Mentamáladeildina

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9-16
Fríggjadag9-15