Lat aftur
Tema
Hitt okkum á Jobmatch 2021
Lurta

Hitt okkum á Jobmatch 2021

Í ár gongur Jobmatch fyri seg sum talgild JobPrát, sum tú bíleggur frammanundan. Bílegg tær eitt JobPrát við okkum áðrenn 28. desember klokkan 24, so sita vit bæði spent og klár at svara tínum spurningum og greiða frá okkara arbeiðsplássi.

Tórshavnar kommuna er eitt arbeiðspláss við nógvum ymiskum starvsfólkum og fakbólkum og við nógvum fjølbroyttum arbeiðsuppgávum. Av tí sama hava vit ofta tørv á nýggjum starvsfólkum. Vit eru samstundis ein kommuna í stórari og skjótari menning, og tískil hava vit eisini tørv á fleiri og øðrum starvsfólkum, enn teimum vit lýsa eftir í løtuni.

Jobmatch er sostatt eitt gylt høvi hjá tær at greiða okkum frá tínum førleikum - og ein kærkomin møguleiki hjá okkum at hitta fólk, sum kunnu loysa tær spennandi og týdningarmiklu uppgávurnar, sum liggja fyri framman.

Á hesari síðuni greiða vit tær stutt frá, hvussu tú ber teg at við at koma í samband við okkum á Jobmatch, hvussu JobPrátið gongur fyri seg og hví eitt óformligt JobPrát kann vera eitt sera gott hugskot.

Niðanfyri finnur tú eisini tveir stuttar filmar, ein á føroyskum og ein á enskum, har vit greiða tær frá, hví tað er so snilt, at vit hittast á Jobmatch.

Vælkomin á Jobmatch 2021

Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Elsa Johanna Høgenni, leiðari á Starvsfólkadeildini, bjóða vælkomin og greiða frá Jobmatch 2021.

Tilmelding og JobPrát - soleiðis gert tú

Tú meldar til Jobmatch og bíleggur JobPrát á heimasíðuni hjá Jobmatch. Fyrst mást tú byrja við at skráseta teg við tínum upplýsingum, soleiðis at vit vita, hvønn tú fært mest burturúr at tosa við í Tórshavnar kommunu. Tú skrásetur teg her:

Melda til Jobmatch (jobmatch.fo)

Tá tú hevur skrásett teg, kanst tú rita inn í skipanina og bíleggja eitt JobPrát. Tað gert tú við at velja yvirskriftina »fyritøkur« ovast í vinstra bredda, tá tú hevur ritað inn. Nú sært tú búmerkið hjá Tórshavnar kommunu sum tað fyrsta í yvirlitinum yvir fyritøkur.

Trýst á búmerkið, so sært tú, hvørjar bíleggingarmøguleikar tú hevur. Tú kanst nú velja eina av klokkutíðunum í yvirlitinum.

Ynskir tú at práta við okkum uttanfyri fastløgdu klokkutíðirnar, til dømis dagin aftaná, so kanst tú biða um eitt sonevnt »Talgilt JobPrát«, sum er eitt prát uttanfyri ásettu tíðirnar.

Hví práta við okkum?

Ivast tú í, hví tú skalt brúka 15 minuttir uppá at práta við okkum 29. desember, so fært tú nakrar grundir her:

  • Bíleggur tú eitt JobPrát, so finna vit tann leiðaran í kommununi, sum veit mest um tað, tú ert áhugað/ur í, og sum megnar at svara tínum spurningum
  • JobPrátið er ikki ein setanarsamrøða. Tað merkir millum annað, at tú sjálv/ur ert við til at gera av, hvat vit práta um. Vit vilja fegin vita, hvør tú ert og hvørjar royndir og førleikar tú hevur, men tú kanst spyrja um mangt, sum hevur tín áhuga. Kanska vit hava eitt starv til tín nú - kanska hava vit eitt um skamma stund?
  • Eitt gott JobPrát kann geva okkum virðismikla vitan um júst tínar serligu arbeiðsførleikar, sum vit annars einki vita um. Kommunan er eitt sera stórt arbeiðspláss, har sera nógvir ymiskir fakbólkar starvast. Og vit hava nógvar verkætlanir fyri framman, ið krevja serligar og stundum samansettar førleikar. Eisini raksturin krevur viðhvørt, at vit víðka starvsfólkahópin
  • Yvirlitið yvir leys størv í Tórshavnar kommunu er ein løtumynd. Og tað vil siga, at okkara veruligi tørvur ikki altíð endurspeglast í yvirlitinum yvir leys størv. Ein samrøða millum teg og okkum kann sostatt vísa seg at avdúka ein tørv ella eitt gott match
  • Fært tú starv hjá Tórshavnar kommunu, ert tú hvønn dag við til at menna, ávirka og mynda ein nýmótans og framkomnan norðurlendskan høvuðsstað. Her kanst tú nýta tíni evni til fulnar, og tínir førleikar verða virðismettir og mentir

Tórshavnar kommuna sum arbeiðspláss

Tórshavnar kommuna er eitt av størstu arbeiðsplássunum í Føroyum við umleið 2.000 starvsfólkum í 95 ymiskum eindum, stovnum og deildum.

Fakbólkarnir í Tórshavnar kommunu eru mangir. Nøkur fá dømi eru:

Byggifrøðingar | Verkfrøðingar | Arkitektar | Sosiologar | Cand. mag. í ymiskum greinum | Sálarfrøðingar | Maskinmeistarar | Grafiskir designarar | Journalistar | Verkætlanarleiðarar | Cand. komm | Samskiftisráðgevar | Ph.d. í evnafrøði | Sjálvlærd | Sjúkrarøktarfrøðingar | Master í KT | Cand. merc. | Cand. polit. | Cand. jur.| Tekniskir teknarar | Kokkar og mong onnur.

Tú kanst lesa meira um deildirnar og fyrisitingarliga bygnaðin her:

Politiskur og fyrisitingarligur bygnaður

Hvussu gongur JobPrátið fyri seg?
Tú fært boð frá viðkomandi leiðara í Tórshavnar kommunu

Tá tú hevur bílagt tær eitt JobPrát við okkum, setir viðkomandi leiðarin í Tórshavnar kommunu seg í samband við teg umvegis teldupost. Her fært tú eisini leinki til samskiftispallin, vit brúka.

Hvørjari skipan fer fundurin fram í?

Vit brúka samskiftispallin Teams sum útgangsstøði, tí hetta er ein skipan, vit hava góðar royndir við. Tær tørvar ikki annað enn eina teldu, teldil ella snildfon fyri at luttaka.

Ynskir tú at samskifta umvegis eina aðra skipan, til dømis Zoom ella Messenger, so ber tað tó eisini væl til.

Vanlig JobPrát vara 15 minuttir

Vanligu JobPrátini eru sett at vara 15 minuttir. Talgildu JobPrátini, ið ikki liggja á sjálvum Jobmatchdegnum 29. desember, kunnu tó vara longur.

Tað er eisini soleiðis, at meta vit í felag, at vit hava tørv á einum longri práti, tí Jobprátið er so áhugavert, so kunnu vit leingja prátið ella velja at flyta dagin.

Hvønn práti eg við?

Tú kemur at práta við leiðaran á tí arbeiðsøkinum, tú hevur áhuga fyri. Meginparturin av deildarleiðarum okkara eru tøkir 29. desember. Fá undantøk eru, og í tílíkum føri avtala vit í felag ein annan dag.

Fyrireika teg til Jobmatch

Á heimasíðuni hjá Jobmatch finnur tú 6 sera góð ráð, sum vit vilja viðmæla tær at lesa og fylgja, soleiðis at tú fært sum mest burturúr Jobmatch 2021.

Tú finnur ráðini her:

Fyrireiking áðrenn Jobmatch (jobmatch.fo)

Welcome to Jobmatch and JobTalks 2021

Heðin Mortensen, Mayor of Tórshavn, and Fía Lindenskov, integration coordinator at Tórshavn Municipality, explain why and how to participate in the annual JobTalks, which will be held online on December 29th.