Tú kanst boða frá flyting fyri teg sjálvan og tey húsfólk, ið flyta við.
Tú kanst eisini boða frá flyting fyri persón, sum ikki er partur av húskinum, og sum ikki hevur Samleikan. Hetta krevur tó, at viðkomandi persónur undirritar eina váttan, sum kann takast niður av Vanganum. Váttanarskjalið skal undirskrivast og viðfestast umsóknini á Vanganum. Tað ber ikki til at halda fram, uttan at váttanin er viðfest.
Tann, sum søkir vegna annan borgara, fær kvittan fyri umsóknina á Vanganum. Kvittanin liggur undir »Kvittanir«. Fær tann, sum søkt verður fyri, sær Vangan seinni, so sær viðkomandi eisini kvittanina á sínum Vanga.
Tú kanst lesa meira um at søkja vegna annan borgara her:
Søk vegna annan borgara á Vanganum