Lat aftur
Tema
Søk vegna annan borgara á Vanganum
Søk vegna annan borgara á Vanganum Søk vegna annan borgara á Vanganum
Søk vegna annan borgara á Vanganum

Hevur tú foreldur, sum ikki eru von at brúka Vangan?

Nú ber til at søkja um tænastur frá Tórshavnar kommunu vegna borgarar, sum ikki eru vanir ella førir fyri at brúka talgildar tænastur.

Lurta

Søk vegna annan borgara á Vanganum

Síðan august 2021 hevur tað borið til at søkja vegna onnur á Vanganum. Hesin møguleikin er hentur hjá teimum, ið hava foreldur ella onnur, sum ikki eru von við ella før fyri at søkja talgilt um tænastur frá Tórshavnar kommunu.

Á hesari síðuni kanst tú lesa um, hvørjar tænastur umsóknarmøguleikin fevnir um, hvat krevst fyri at søkja og hvussu tú gert.

Møguleikin at søkja vegna onnur fevnir fyribils um hesar tænastur:

  • Bústaðarflyting
  • Eldrabúpláss
  • Dag- og kvøldtilboð
  • Ergo- og fysioterapi
  • Mattænastu
  • Reingerðartænastu
  • Serflutning
  • Stuttíðarpláss til fólkapensjónistar
Soleiðis gert tú
Hvat krevst fyri at søkja vegna onnur?

Tá tú søkir vegna annan borgara, skal viðkomandi persónur undirskriva eina váttan, sum kann takast niður av Vanganum. Váttanarskjalið skal undirskrivast og viðfestast umsóknini á Vanganum. Tað ber ikki til at halda fram, uttan at váttanin er viðfest.

Tann, sum søkir vegna annan borgara, fær kvittan fyri umsóknina á Vanganum. Kvittanin liggur undir »kvittanir«. Fær tann, sum søkt verður fyri, sær Vangan seinni, so sær viðkomandi eisini kvittanina á sínum Vanga.

Soleiðis gert tú
  1. Rita inn á Vangan við Samleikanum. Hevur tú ikki fingið tær Samleikan, kanst tú bíleggja tær hann á heimasíðuni hjá Samleikanum
  2. Finn síðani tænastuna, tú ætlar at søkja um vegna annan borgara
  3. Vátta brúkaratreytirnar
  4. Krossa av, at tú søkir vegna annan borgara
  5. Fyll teigarnar út við upplýsingum um tann, tú søkir fyri
  6. Tak skjalið »Váttan frá umsøkjara« niður á telduna, prenta skjalið og lat tann, tú søkir fyri, undirskriva skjalið
  7. Skanna síðan undirskrivaða skjalið inn og viðfest tað í umsóknini. Tú kanst viðfesta undirskrivaða skjalið við at toga skjalið yvir í umsóknarteigin »Toga fílu her, ella trýst fyri at leita«
  8. Nú kanst tú avgreiða restina av umsóknini og vátta umsóknina

Fá tær Samleikan