Lat aftur
Tema
Fólk og ferðavinna – lið um lið
Fólk og ferðavinna – lið um lið Fólk og ferðavinna – lið um lið
Fólk og ferðavinna – lið um lið

25. mai 2022 samtykti Tórshavnar býráð nýggjan ferðavinnupolitikk fyri Tórshavnar kommunu.

Les um politikkin, tilmælini og mongu átøkini her.

Lurta

Fólk og ferðavinna – lið um lið

Á býráðsfundi 25. mai 2022 samtykti Tórshavnar býráð nýggjan ferðavinnupolitikk fyri Tórshavnar kommunu. Politikkurin ber heitið »Fólk og ferðavinna – lið um lið« og inniheldur 26 tilmæli og ítøkilig átøk. Á hesari síðuni kanst tú lesa um nýggja politikkin og mongu átøkini, ið liggja fyri framman.

Vilt tú lesa politikkin í fullum líki, kanst tú taka hann niður her:

Ferðavinnupolitikkur fyri Tórshavnar kommunu 2022-2026

Ferðavinnupolitikkurin er prentaður og handaður, og almennur kunningarfundur um politikkin varð hildin 14. juni 2022 í Perluni í Havn. Ein ætlan skal nú gerast fyri, hvussu og nær tey einstøku átøkini í ferðavinnupolitikkinum skulu fremjast í verki.

Ferðavinnupolitikkurin inniheldur 26 átøk, ið fevna víða bæði viðvíkjandi evnum, stovnum og myndugleikum. Politikkurin leggur upp til, at átøkini verða framd í árunum 2022-2026.


Politikkurin er eitt ítøkiligt amboð

Tað er ikki heilt ókent, at politikkir, tilmæli og álit verða løgd í eina skuffu, tá prentið er tornað. Tó vísa royndirnar frá gamla ferðavinnupolitikkinum »Tórshavn sum ferðavinnubýur«, at tað hevur loyst seg at hava ein politikk: Politikkurin er væl brúktur, og arbeitt hevur verið stig- og miðvíst við nógvu tilmælunum í politikkinum.

Fyri framman stendur íverksetanin av átøkunum í nýggja politikkinum. Nøkur av nýggju átøkunum eru longu ávegis. Til dømis hevur kommunan í nøkur ár ment vinnuferðavinnu, og við nýggju stórhøllini eru nógvir og ótroyttir møguleikar at fáa fleiri ferðafólk til býin til ítrótta- og ráðstevnutiltøk. Arbeiðið við at gera ábøtur á lendisgøtur, vesiviðurskifti og skelting í allari kommununi heldur somuleiðis áfram.

Um politikkin
Arbeiðssetningurin

Ein arbeiðsbólkur hevur gjørt uppskotini um átøk í ferðavinnupolitikkinum, sum Tórshavnar býráð síðani hevur samtykt. Í arbeiðsbólkinum vóru Doris Bjarkhamar, fulltrúi á Stjórnarskrivstovuni, Liljan Weihe, stjóri á Visit Tórshavn, Fríði Bjørgfinnson Nielsen, fulltrúi á Mentamáladeildini, Sissal Christina Fosaa, fulltrúi á Býarskipanardeildini og Óluva Zachariasen, verkætlanarfólk.

Arbeiðssetningurin hjá bólkinum ljóðaði soleiðis:

  • Lýs verandi støðu hjá ferðavinnuni í Tórshavnar kommunu og ger uppskot til nýggjan ferðavinnupolitikk
  • Legg dent á, hvussu kommunan best kann skapa karmar um eina ferðavinnu, sum er burðardygg sosialt, umhvørvisliga og búskaparliga
  • Ger greitt, hvør er uppgávan hjá ávikavist kommununi og vinnuni í strembanini eftir at skapa eina burðardygga ferðavinnu í høvuðsstaðnum
  • Grunda lýsingina og tilmælini á viðkomandi hagtøl, kanningar og frágreiðingar. Tryggið gjøgnum samskifti við borgarar, vinnulív, áhugabólkar og onnur, at sjónarmiðini hjá ymsu pørtunum verða viðgjørd í arbeiðinum at orða ferðavinnupolitikkin
Politikkur við trimum grundsúlum

Grundarlagið undir nýggja ferðavinnupolitikkinum er hugsjónin um, at í Tórshavnar kommunu skal vera gott at búgva – bæði nú og hjá komandi ættarliðum.

Ferðavinnupolitikkurin byggir á tríggjar grundsúlur:

  • Mentan – vit skapa umstøður til eitt kveikjandi mentanarlív
  • Grønar loysnir – vit geva øllum møguleika at velja grønt og endurskapandi
  • Javnvág – vit tryggja góða javnvág millum búgvandi og vitjandi

Í ferðavinnupolitikkinum eru 26 tilmæli og ítøkilig átøk, ið øll byggja á hesar tríggjar súlur. Tey 26 átøkini eru ítøkiligir mátar at gera hugsjónina til veruleika og fremja politikkin í verki.

1. Kveikjandi mentanarlív

Mentanarferðavinna er ein týðandi og vaksandi partur av ferðavinnuni kring heimin. Mentanartilboð so sum søvn, byggilist, tónleikur, matmentan og søga kunnu vera viðvirkandi til, at fólk vitja ein ávísan bý ella land. Eisini eru list og mentan týðandi grundarlag undir samfelagsmenning, dannilsi og trivnaði hjá íbúgvunum.

Mælt verður millum annað til, at Tórshavnar kommuna orðar ein mentanarpolitikk, har visjónir og mál verða sett út í kortið næstu 10-12 árini. Eisini eigur kommunan at stuðla ætlanini hjá Vakstrarforum um, at Havnin gerst evropeiskur mentanarbýur í 2030. Norski býurin, Bodø, sum hevur umleið 50.000 íbúgvar, verður mentanarbýur í 2024.

Harumframt skal kommunan stuðla Koltursætlanini hjá Tjóðsavninum, sum fevnir um at menna savn, náttúrugranskingarpark og vitjanardepil í Koltri.

2. Javnvág millum búgvandi og vitjandi

Ferðavinnan skal skipast soleiðis, at borgarin trívist og metir hana vera til gagns fyri lokalsamfelagið. Vit skulu satsa upp á ferðafólk, sum kasta nógv av sær fíggjarliga, vitanarliga og mentanarliga, og sum geva virksemi alt árið. Vit skulu hava betri hagtøl um ferðavinnuna, og grundleggjandi viðurskifti – so sum atkoma hjá fólki við skerdum førleikum, vesi og skelting – skulu vera upp á pláss.

Millum átøkini eru, at játtanin til vinnuferðavinnu-samstarvið skal økjast, soleiðis at vit kunnu fáa fleiri ráðstevnur og ítróttartiltøk henda vegin. Eisini mugu fleiri ferðavinnuútbúgvingar stovnast, neyvari ferðavinnuhagtøl raðfestast, og bygdirnar og mest vitjaðu støðini í Havn mugu hava almenn vesi. Arbeiðið við einari cruisestrategi eiga vit somuleiðis at taka uppaftur, har serligt fyrilit má havast fyri støðum, ið eru nógv vitjað.

3. Grønt ferðamál

Tá ið vit satsa upp á ferðavinnu, mugu grundleggjandi umhvørvisviðurskifti vera upp á pláss. Tórshavnar kommuna hevur sum høvuðsstaður serliga skyldu at ganga á odda við grønum loysnum, bæði við at minka um útlát av vakstrarhúsgassum og at verja lokala umhvørvið. Ferðafólk seta alsamt størri krøv til ferðamálini, tá tað kemur til burðardygd, og yngra ættarliðið leggur stóran dent á grønu loysnirnar.

Átøkini í hesum partinum eru millum annað, at kommunan tryggjar nøktandi játtan og starvsfólkaorku til at røkka málunum í umhvørvis- og orkupolitikkinum. Vit skulu hava hægri stigatal í altjóða GDS-indeksinum (Global Destination Sustainability Index), sum er eitt yvirlit yvir burðardygg ferðamál. Kommunan skal tryggja vinnu og borgarum betri møguleikar at skilja burturkast til endurnýtslu og endurvinning, og gistingarhús og matstovur eiga at leggja seg eftir at fáa sertifisering fyri burðardygd.

Hvussu verða tilmælini til verulig átøk?

Í sambandi við, at átøkini skulu fremjast, mugu neyvari útgreiningar og fíggjarligar metingar gerast, áðrenn viðkomandi nevndir fáa átøkini til politiska støðutakan. Tað verður upp til býráðspolitikararnar at gera av, hvørji átøk skulu fremjast, nær tey skulu fremjast og um peningur skal játtast til átøkini.

Havast skal tó í huga, at ferðavinna og politikkur eru dynamisk, og samtykti ferðavinnupolitikkurin bindir ikki Tórshavnar býráð til at lata vera við at arbeiða við øðrum viðurskiftum á ferðavinnuøkinum.

Hvar finni eg ferðavinnupolitikkin?

Ferðavinnupolitikkurin fæst sum bóklingur á Snarskivuni og hjá Visit Tórshavn. Tú kanst eisini taka hann niður í fullum líki niðanfyri.

Arbeiðsbólkurin gjørdi somuleiðis eitt álit, sum er grundarlag undir ferðavinnupolitikkinum.

Ferðavinnupolitikkur fyri Tórshavnar kommunu 2022-2026

Álit um ferðavinnupolitikk fyri Tórshavnar kommunu 2022-2026

Fólk, vinna og politikkur
Fólk, vinna og politikkur

Politikkur bygdur á samskifti við fólk og vinnu

Í tilgongdini at gera nýggja ferðavinnupolitikkin hjá Tórshavnar kommunu gjørdi arbeiðsbólkurin hópin av samrøðum við borgarar, ferðavinnuaktørar, felagsskapir og stovnar um framtíðar ferðavinnu í kommununi.

Arbeiðsbólkurin hevur við samrøðunum lagt dent á at hava so breiða umboðan av fólki sum gjørligt, tá ið tað snýr seg um vinnugrein, aldur, bústað, kyn og útbúgving. Samrøður eru gjørdar við eitt nú:

  • Gistingarhús
  • Matstovur
  • Kaffistovur
  • Bøndur
  • Ferðaleiðarar og túrfyriskiparar (haga, báti og bussi)
  • Incoming-feløg
  • Hýruvognafeløg
  • Pensjónistar
  • Lesandi
  • Handlar
  • Havnarmyndugleikar
  • Agentar
  • Grindaformenn
  • Listafólk
  • Borgarar í nógv vitjaðum økjum
  • Umboð fyri mentanarstovnar, t.d. søvn

Eisini eru samrøður gjørdar í fokusbólkum við 7-9 luttakarum í hvørjum bólki, har evnið var, hvørja leið ferðavinnan í Tórshavnar kommunu eigur at fara.


Hagtøl og staðbundnar nevndir

Umboð fyri arbeiðsbólkin hava harumframt verið á fundi við staðbundnu nevndirnar fyri at hoyra, hvørjar hugsanir bygdirnar og oyggjarnar í kommununi hava um framtíðar ferðavinnuna.

Arbeiðsbólkurin hevur eisini leitað sær vitan frá fakfólki, hagtølum, frágreiðingum, ráðstevnum og frá ferðavinnustrategium í grannalondum okkara.

Kommunan skal raðfesta mentanina

Nýggjur mentanarpolitikkur, stuðul til Koltursætlanina og Havnin sum evropeiskur mentanarbýur. Hetta eru nøkur av tilmælunum í nýggja ferðavinnupolitikkinum hjá Tórshavnar kommunu.

Mentanin skal raðfestast, tí mentanarferðavinna er ein týðandi og vaksandi partur av ferðavinnuni kring allan heimin. Júst mentanartilboð kunnu vera viðvirkandi til, at fólk velja eitt ávíst stað sum ferðamál. Tað kann vera søga, byggilist, tónleikur, søvn, móti, matmentan, ítróttur ella annað, sum dregur.

Til dømis vísa tøl hjá norska Kulturdepartementet og Nærings- og Fiskeridepartementet, at vøksturin í mentanarferðavinnuni í Noregi seinastu gott 10 árini hevur verið størri enn í ferðavinnuni sum heild.

Mentanarøki og áhugabólkar
Føroyski borgarin

Størsta týdningin hevur mentanin fyri íbúgvarnar, tí list og mentan eru grundarlag undir samfelagsmenning, trivnað og dannilsi.

Harumframt breiðkar mentanarferðavinna áskoðarahópin til okkara mentanartilboð og gevur mentanarstovnum og listafólki inntøkur. Og hetta betrar grundarlagið fyri enn fleiri og betri mentanartilboðum.

Mentanarpolitikkur má orðast

Eitt av átøkunum í nýggja ferðavinnupolitikkinum er at orða ein mentanarpolitikk fyri Tórshavnar kommunu við visjónum og málum fyri næstu 10-12 árini. Ein tíðarhóskandi mentanarpolitikkur skal veita skapandi fólki, søvnum og livandi mentan so góðar karmar sum gjørligt. Hetta skapar dynamikk og gevur borgarum og ferðafólki kveikjandi upplivingar.

Mentanarpolitikkurin skal fevna breitt um nógv mentanarøki og leggja dent á millum annað tónleik, leiklist, samtíðarmentan, eksperimenterandi list og skapanarhugin hjá unga ættarliðnum.

Havnin skal vera mentanarhøvuðsstaður

Vakstrarforum undir Løgmansskrivstovuni hevur mælt til, at Havnin verður evropeiskur mentanarhøvuðsstaður í 2030, og at kommuna og land í felag orða boðið upp á at gerast mentanarhøvuðsstaður. Og hesari ætlan eigur Tórshavnar kommuna at stuðla, stendur í ferðavinnupolitikkinum.

At smáir býir og samfeløg hava áræði bjóða seg fram at vera mentanarhøvuðsstaður er ikki ókent um okkara leiðir. Bodø í Noregi verður við sínum uml. 50.000 íbúgvum evropeiskur mentanarhøvuðsstaður í 2024. Hóast tað kann tykjast dýrt at fara undir slíka verkætlan, gevur hon listaumhvørvinum og samfelagnum sum heild nógv aftur. Samferðsluliga eru Føroyar so væl samanknýttar, at alt landið kann gerast partur av hesum.

Ein vanlig fortreyt fyri at gerast mentanarhøvuðsstaður er, at landið er limur í ES ella EBS-samstarvinum. Tað eru Føroyar ikki. Ein annar møguleiki er gjøgnum Creative Europe, sum er evropeiskt samstarv. Arbeitt verður í løtuni við at útvega Føroyum atlimaskap í Creative Europe.

Koltursætlanin má stuðlast

Eitt annað mentanarøki, sum kommunan sambært ferðavinnupolitikkinum eigur at geva sítt íkast til, er ætlanin hjá Tjóðsavninum at menna savn, náttúrugranskingarpark og vitjanardepil í Koltri.

Koltursætlanin fevnir um ein mentanarsøguligan part og ein náttúrufrøðiligan part. Í sunnara parti av oynni verður bygdarlag og bøur, og norðari parturin verður náttúrugranskingarstøð. Ætlanin er at geva ferðafólki, skúlanæmingum, granskarum o.ø. møguleika at vitja Koltur.

Verkætlanin er mett at kosta uml. 65 mió. kr. Útlendskir grunnar bjóða sær til at fíggja meginpartin, men seta sum treyt, at føroyskir myndugleikar eisini geva eitt íkast.
Løgtingið hevur samtykt at geva landsstýrismanninum í mentamálum heimild at fíggja tilsamans níggju milliónir krónur til Koltursætlanina – tríggjar milliónir árliga í 2023-2025.

Eisini kommunan eigur at stuðla Koltursætlanini. Hetta kann gerast við eitt nú at dagføra vatn-, kloakk- og lendingarviðurskiftini í oynni.

Vit skulu hjúkla um søvn og fornminni

Ferðavinnupolitikkurin nevnir eisini søvn og fornminni.

Sambært politikkinum eigur kommunan at raðfesta søvnini í høvuðsstaðnum, soleiðis at tey kunnu geva borgarum og ferðandi kveikjandi upplivingar.

Loysnir mugu finnast í Kirkjubø, so fornminnini ikki forfarast av sliti, illveðri og tíðarinnar tonn. Eitt annað fornminni, Skansin, má verjast og gerast meira livandi við eitt nú matstovu og framsýning.

Landið hevur ábyrgdina av fornminnunum, men loysnirnar eiga at finnast í samstarvi við kommununa.

Føroyar á GDS-indeksinum

Vit skulu hava betri stigatal innan burðardygd

Føroyar skulu hava betri stigatal í sonevnda GDS-indeksinum, sum er eitt altjóða yvirlit yvir burðardygg ferðamál. Tað er eitt av átøkunum í nýggja ferðavinnupolitikkinum hjá Tórshavnar kommunu.

Tað er ikki líkamikið, hvørja orkukeldu gistingarhúsini brúka til upphiting, hvussu matstovurnar handfara burturkast, hvussu atkomuviðurskifti eru hjá fólki við skerdum førleika og um landið er trygt hjá borgarum og ferðandi.

Hetta eru nevniliga viðurskifti, sum ferðavinnan er farin at leggja størri dent á. Alsamt fleiri ferðafólk hugsa um burðardygd og endurskapan, tá ið tey velja ferðamál. Serliga innan vinnuferðavinnu.


Ferðamálini kappast um burðardygd

Burðardygd er eitt kappingarparametur, og fleiri ferðamál eru farin at lata seg máta á hesum øki.

Føroyar gjørdust limur í GDS-indeksinum (Global Destination Sustainability Index) í 2020.

Indeksið mátar burðardygd hjá ferðamálunum, og mátað verður eftir nøkrum avriksøkjum, sum taka støði í eitt nú heimsmálunum hjá ST, m.a. útlát, burðardygd hjá veitarum umframt stýring og strategi hjá ferðavinnumyndugleikunum.


Føroyar á 41. plássi

Tilsamans 73 ferðamál vóru við í GDS-indeksinum í 2021. Føroyar fingu 60,5 stig, sum er eitt framstig frá teimum 47,2 stigunum, vit fingu árið fyri. Føroyar gjørdust nr. 41 á listanum.

Sum størsta ferðamálið í landinum eigur Tórshavnar kommuna at gera sítt til, at vit fáa hægri stigatal í GDS komandi árini. Hetta gagnar umhvørvinum, borgarunum og vit gerast harumframt eitt meira lokkandi ferðamál.


Málið er 80 stig á GDS-indeksinum í 2025

Arbeiðsbólkurin, sum hevur gjørt nýggja ferðavinnupolitikkin hjá Tórshavnar kommunu, mælir kommununi til at gera eina greiða ætlan fyri, hvørji mál á GDS-indeksinum skulu røkkast komandi árini. Eitt starvsfólk hjá kommununi eigur at hava GDS sum ábyrgdarøki í samstarvi við fólk hjá Visit Faroe Islands og Visit Tórshavn.

Málið er, at vit í 2023 hava 70 stig í GDS-indeksinum og 80 stig í 2025.

Hjá GDS meta tey, at vit hava nógvar møguleikar at bøta um stigatalið, eitt nú við at fleiri ferðavinnuaktørar fáa sertifisering fyri burðardygd. Eisini eiga vit at hava eina burðardygga cruisestrategi.

Í ferðavinnupolitikkinum verður mælt til, at gistingarhús og matstovur leggja seg eftir at fáa burðardygd-sertifisering, og at arbeiðið við at gera eina cruisestrategi fyri kommununa verður tikið uppaftur.

Global Destination Sustainability Index

Føroyar gjørdust limur í GDS-indeksinum (Global Destination Sustainability Index) í 2020. Topp 5 á GDS-indeksinum í 2021 vóru:

1. Gøteborg

88,95 stig

2. Keypmannahavn

85,08 stig

3. Århus

82,47 stig

4. Glasgow

80,35 stig

5. Reykjavík

80,32 stig


Føroyar fingu 60,5 stig í 2021 og gjørdust harvið nr. 41 á listanum.

Neyðug ferðavinnuhagtøl
Neyðug ferðavinnuhagtøl

Tørvur á neyvari ferðavinnuhagtølum

Fyri at tryggja, at ferðavinnan kastar sum mest av sær til samfelagið, eiga vit at menna neyvari hagtøl um hesa vinnuna.

Í Føroyum vanta grundleggjandi ferðavinnuhagtøl, sum kunnu lýsa leiklutin hjá ferðavinnuni í búskapinum, og sum myndugleikar og vinna kunnu brúka stýra eftir.
Hagstovan hevur nakað av hagtølum, til dømis fyri ferðafólkaflutning, gistingar á gistingarhúsum og lønargjaldingar á gistingarhúsum og matstovum. Tó er tørvur á munandi fleiri tølum fyri at geva okkum neyðugu vitanina um ferðavinnuna.

Føroysk ferðavinnuhagtøl
Vit mangla vitan um nýtslu

Í dag hava vit til dømis ikki hagtøl fyri, hvussu nógvan pening ferðafólk úr ávísum londum brúka í Føroyum, og hvat tey brúka peningin til.

Vit kenna heldur ikki nýtsluna hjá ymsu bólkunum av ferðandi, til dømis hvussu nógvar pengar vinnuferðandi í Føroyum brúka sammett við frítíðarferðandi.

Tá ið sagt verður, at vinnuferðandi hava hægri forbrúk enn onnur ferðandi, er hetta við støði í útlendskum tølum. Til dømis vísir ein kanning hjá VisitDenmark frá 2017, at vinnuferðandi á gistingarhúsum í Danmark brúka í meðal 3.300 kr. um samdøgrið, meðan frítíðarferðandi brúka væl minni.

Vit vita ikki við 100% vissu, um nýtslumynstrið er tað sama í Føroyum, og tí er tørvur á at menna okkara egnu hagtøl.

Vit mugu fylgja altjóða meginreglum

Hagstova Føroya og Visit Faroe Islands eru farin undir eina verkætlan at menna ferðavinnuhagtøl eftir altjóða leisti, ið kallast Tourism Satellite Account (stytt TSA). TSA er ein serligur fylgiroknskapur fyri ferðavinnu, sum er knýttur at tjóðarroknskapinum. TSA skal tryggja, at øll lond fylgja somu meginreglum, tá ið tey gera ferðavinnuhagtøl og meta um búskaparliga týdningin av ferðavinnuni.

TSA ger tað møguligt hjá landi, kommunum og vinnu at brúka ferðavinnuhagtølini til at velja meiri tilvitað, tá ið tað snýr seg um ferðavinnuna.

Lokal hagtøl

TSA gevur harumframt grundarlag fyri at menna økisbýtt ferðavinnuhagtøl, sum verða nevnd Regional Tourism Satellite Account (RTSA).

RTSA kann lýsa búskaparliga týdningin av ferðavinnuni í ávísum øki, t.d. nýtslu hjá ferðafólkum, ið vitja í Havn, ella talið á fólki, ið starvast í ferðavinnuni í Tórshavnar kommunu. TSA er grundarlagið undir RTSA.

TSA-verkætlanin má raðfestast

Í nýggja ferðavinnupolitikkinum hjá Tórshavnar kommunu verður gjørt vart við, at tað er umráðandi at fáa TSA-verkætlanina í trygga legu, so hon ikki dettur niðurfyri vegna vantandi játtan. Eisini er av stórum týdningi at fáa økisbýttu ferðavinnuhagtølini, RTSA.

Landið má raðfesta TSA-verkætlanina við at veita neyðugu játtanina. Er tørvur á fígging frá Tórshavnar kommunu til RTSA, eigur hon at vísa hesum vælvild, stendur í ferðavinnupolitikkinum.

Høvuðsstaðurin eigur 83% av kømrunum

Talið á gistingarhúskømurum í høvuðsstaðnum er meira enn tvífaldað síðan 2013, men aðrastaðni í landinum stendur tað nærum í stað. Havnin hevur seinastu árini økt munandi um gistikapasitetin í ferðavinnuni.

Talið á kømrum er meira enn tvífaldað, millum annað tí at tvey nýggj gistingarhús, Hotel Brandan og Hilton Garden Inn Faroe Islands, lótu upp í 2020, meðan onnur gistingarhús eru útbygd.

Í 2021 vóru 83% av øllum gistingarhúskømurum í Tórshavnarøkinum.

20132021
Kømur tilsamans396743
Tórshavnarøkið277619
Uttan fyri Tórshavnarøkið119124

Talva: Kømur á gistingarhúsum í Føroyum pr. 1. januar í ávikavist 2013 og 2021
(Kelda: Hagstova Føroya).

Tann 1. januar 2013 vóru 396 gistingarhúskømur í Føroyum – av hesum 277 í Tórshavnarøkinum. Tann 1. januar 2021 var talið á kømurum 743, altso nærum tvífaldað. Av hesum vóru 619 kømur í Tórshavnarøkinum.

Gistingarhúsvinnan í Tórshavnar kommunu er sostatt munandi betur fyri at taka ímóti ferðandi í dag enn fyri bert fáum árum síðan, stendur í álitinum til nýggja ferðavinnupolitikkin hjá Tórshavnar kommunu.

Meira goldið í lønum

Hóast 2021 var merkt av koronu, settu lønargjaldingarnar á gistingarhúsum og matstovum met.

So hvørt sum talið á ferðafólkum í Føroyum er økt, eru lønarútgjaldingarnar í hesari vinnuni farnar uppeftir. Tað vísa tøl hjá Hagstovuni, sum standa í álitinum til nýggja ferðavinnupolitikkin hjá Tórshavnar kommunu.

Goldnar vórðu góðar 78 milliónir lønarkrónur á gistingarhúsum og matstovum í 2011, men talið er síðani meira enn tvífaldað. Í 2021 vóru lønargjaldingarnar góðar 178 milliónir krónur. Hetta er tað mesta nakrantíð og 12 milliónir meira enn 2019, sum á nógvum økjum hevur verið mett at vera besta árið hjá ferðavinnuni.

Lønargjaldingarnar vóru munandi minni í 2020, tá ið korona av álvara fór at herja. Tað árið fóru knappar 133 milliónir úr kassanum hjá gistingarhúsum og matstovum til lønir.
Størri parturin av lønunum fer til konufólk, men meirilutin av starvsfólkunum í hesari vinnuni er eisini kvinnur.

Bæði kynMannfólkKvinnur
201178,231,846,5
201286,034,151,9
201392,536,356,3
201498,437,261,2
2015105,239,565,7
2016114,044,769,3
2017131,854,277,7
2018151,966,885,1
2019165,971,394,6
2020132,761,171,6
2021178,478,599,8

Talva: Lønargjaldingar í gistingar- og matstovuvinnuni 2011-2021.

Álitið undir ferðavinnupolitikkinum sært tú her:

Álit um ferðavinnupolitikk fyri Tórshavnar kommunu 2022-2026

Longri sesong á gistingarhúsunum

Tað hevur eydnast at breiða ferðavinnuna út yvir ein størri part av árinum. Belegningurin á gistingarhúsunum er vaksin uttan fyri vanligu háárstíðina.

Gistitalið (belegningurin) á føroysku gistingarhúsunum seinastu árini er betrað munandi. Tað merkir, at tað í ávísan mun er eydnast at fáa gistingarnar breiddar út yvir eitt longri tíðarskeið á árinum.

Tølini síggjast í álitinum, sum er gjørt í sambandi við nýggja ferðavinnupolitikkin hjá Tórshavnar kommunu. Tølini eru fingin til vega frá Hagstovuni.


Gistitalið hækkað um alt landið

Taka vit kamarsnætur í mun til kømur, so var gistitalið í 2013 43,7% í miðal fyri alt landið. Talva 1 vísir, at talið er alsamt hækkað, og í 2019 var tað komið upp á 59,1%.
Árini 2020 og 2021 var talið lægri, tá ið koronafarsóttin herjaði.

2013201420152016201720182019202020212022
Jan19,620,224,219,430,526,927,725,216,622,0
Feb31,830,330,329,230,734,031,935,123,530,9
Mar31,637,538,235,738,949,544,124,428,538,8
Apr39,133,534,450,250,661,658,98,438,6..
Mai55,556,954,961,570,976,874,616,730,9..
Jun70,669,070,477,477,985,788,025,346,7..
Jul69,875,075,276,681,484,490,463,576,5..
Aug62,663,875,275,278,687,088,751,870,8..
Sep58,462,156,557,067,570,474,840,162,5..
Nov30,830,135,734,942,941,545,726,135,2..
Des17,017,616,118,619,520,823,217,226,8..
Miðal43,744,346,047,953,357,059,130,542,130,6

Talva 1: Belegningur á gistingarhúsum í Føroyum skift á mánaðir frá 2013-2022 (Kelda: Hagstova Føroya).

Taka vit so gistitalið fyri Suðurstreymoy, so er tað lutfalsliga hægri enn fyri restina av landinum. Her var gistitalið 48,7% í 2013 og 67% í 2019.

Í yvirlitinum yvir einstøku mánaðirnar sæst, at alsamt fleiri vitja gistingarhúsini uttan fyri vanligu háárstíðina á hásumri. Sesongin er altso longd.

Í 2013 var gistitalið í Suðurstreymoy oman fyri 50% í tilsamans fimm mánaðir á árinum, nevniliga frá mai til september. Men í 2019 var hetta galdandi fyri heilar níggju mánaðir – frá mars til november. Til dømis var gistitalið 34,5% í november 2013, men í november 2019 var tað økt til 55%.

Framvegis eru desember, januar og februar lakir mánaðir viðvíkjandi belegningi.

2013201420152016201720182019202020212022
Jan19,821,525,917,627,225,929,530,118,924,5
Feb33,433,134,327,029,234,635,441,827,134,1
Mar35,945,545,438,942,256,353,427,330,641,6
Apr42,438,340,752,758,765,565,88,343,3..
Mai62,167,262,565,880,980,885,021,732,4..
Jun78,176,274,284,586,090,193,330,050,6..
Jul76,685,779,884,787,687,895,968,379,8..
Aug70,172,580,781,084,192,395,654,573,3..
Sep68,370,863,065,679,378,388,543,866,8..
Nov34,534,335,536,448,545,955,027,938,7..
Des20,119,416,519,219,521,629,219,031,5..
Miðal48,750,450,551,458,860,667,034,045,433,4

Talva 2: Belegningur á gistingarhúsum í Føroyum skift á mánaðir frá 2013-2022 (Kelda: Hagstova Føroya).

Í nýggja ferðavinnupolitikkinum, «Fólk og ferðavinna – lið um lið«, verður mælt til at satsa meira upp á vinnuferðavinnu, soleiðis at vit fáa fleiri ráðstevnur, fundir og stór ítróttartiltøk hendan vegin.

Hetta slagið av ferðavinnu gongur ofta fyri seg uttan fyri vanliga háárstíð og skapar virksemi alt árið. Harumframt leggja vinnuferðandi lutfalsliga fleiri pengar eftir sær enn aðrir bólkar av ferðandi.

Gistingar 2020/2021

Gistingarhúsini høvdu nógva vitjan av føroyingum í 2020 og 2021. Helvtin av teimum vitjandi vóru føroyingar, og harumframt gistu nógvir danir. Føroyskir gestir – og partvíst danir – kunnu sigast at eiga lívið í føroysku gistingarhúsunum koronaárini 2020 og 2021.

Hyggja vit at prosentbýtinum í innskrivingum á gistingarhúsum skift á bústaðarland, kemur fram, at flestu gistandi vóru úr Føroyum og Danmark. Føroyingar áttu helvtina av innskrivingunum og danir ein knappan triðing. Hinvegin minkaði talið á ferðafólkum úr londum uttan fyri Danmark nógv. Tilsamans áttu føroyingar og danir góðar fýra av fimm innskrivingum á gistingarhúsunum í 2020-2021.

Tølini síggjast í álitinum til nýggja ferðavinnupolitikkin hjá Tórshavnar kommunu.

Bústaðarland2018201920202021
Føroyar33275051
Danmark25253130
Norðurlond annars161566
Evropa19221012
Onnur lond81021

Talva: Prosentbýtið av innskrivingum á føroyskum gistingarhúsum skift á bústaðarland árini 2018-2021. Innskrivingar telja, hvussu nógvar innskrivingar eru. Um 10 fólk skriva seg inn, eru hetta 10 innskrivingar, sama hvussu leingi tey gista. (Kelda: Hagstova Føroya).


Settu met í 2021

Í hagtølunum fyri gistingar síggja vit eisini, at gistingarnar á gistingarhúsunum í Tórshavnarøkinum øktust øll árini fram til 2019. Eftir eitt sera soltið 2020 orsakað av korona, øktist talið munandi í 2021 og setti met við oman fyri 157.000 persónsgistináttum.

Tað sama ger seg ikki galdandi fyri gistingarhúsini uttan fyri Havnina, har talið á gistingum framvegis var lágt í 2021 – minni enn helvtina av tí, tað var í 2015.

Øki2015201620172018201920202021
PersónsgistinæturTórshavnarøkið84.39588.063101.207107.500126.04482.139157.293
Uttanfyri Tórshavnarøkið34.49040.66843.41945.61340.40812.80116.620
InnskrivingarTórshavnarøkið31.33734.70040.17243.30050.76435.04163.765
Uttanfyri Tórshavnarøkið19.57420.48022.65920.89421.1895.9958.450

Talva: Persónsgistinætur, innskrivingar og nætur í miðal á gistingarhúsum í Tórshavnarøkinum og uttan fyri Tórshavnarøkið frá 2015-2021. Persónsgistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista. Um 10 fólk gista 3 nætur, eru hetta 30 persónsgistinætur. (Kelda: Hagstova Føroya)

Útlendsku starvsfólkini økt í tali

Býtið millum føroyingar og útlendingar, sum starvast á gistingarhúsum og matstovum í Føroyum er broytt seinastu árini. Útlendingarnir eru øktir í tali, meðan føroysku starvsfólkini fækka.

Ein stór broyting er hend í starvsfólkahópinum í føroysku gistingarhús- og matstovuvinnuni. Í 2011 vóru 83% av løntakarunum í hesari vinnuni fólk, sum vóru fødd í Føroyum.

Í 2021 var hetta broytt munandi. Nú er hesin parturin minkaður niður í 67%. Tað vil siga, at umleið ein triðingur av teimum, sum í dag starvast í gistingarhús- og matstovuvinnuni, eru útlendingar.

Hetta sæst í álitinum, sum er gjørt í sambandi við nýggja ferðavinnupolitikkin hjá Tórshavnar kommunu. Í álitinum eru hagtøl um ymsar tættir í ferðavinnuni.


Alsamt fleiri starvsfólk uttan fyri Evropa

Í hagtølunum sæst eisini, at parturin av starvsfólkum á gistingarhúsum og matstovum, sum kemur úr londum uttan fyri Norðurlond og Evropa, er øktur. Í 2011 var talið 4%, meðan tað í 2021 var 9%.

Stórir partar av vinnulívinum í Føroyum hava í langa tíð manglað arbeiðsmegi, og hetta er eisini galdandi fyri ferðavinnuna. Okkurt tíðarskeið hevur trotið á arbeiðsmegi verið so stórt, at matstovur hava stytt upplatingartíðirnar, og á onkrum gistingarhúsi hava tey roynt at loysa trupulleikan við at avmarka talið á útleigaðum kømurum, tí tey hava manglað reingerðarfólk.

Vinnulívið hevur í alt størri mun leitað sær út um landoddarnar eftir arbeiðsmegi, og í november 2021 kom í gildi ein skipan, sum ger tað lættari at útvega arbeiðsmegi úr londum uttan fyri ES.


Ferðavinnan eftirlýsir útbúgvingar

Í sambandi við arbeiðið við nýggja ferðavinnupolitikkinum hjá Tórshavnar kommunu hava fleiri ferðavinnuaktørar havt ynski um, at myndugleikarnir raðfesta ferðavinnuútbúgvingar í Føroyum, m.a. móttøkufólk og event management umframt fokus á tænara- og kokkaútbúgving. Mett verður, at ferðavinnan á tann hátt kann gerast sjónligari sum yrkismøguleiki hjá føroyskum ungdómi, umhvørvið gerst meira professionelt, og hetta kann fáa starvsfólk at støðast betur.

Í ferðavinnupolitikkinum stendur, at fleiri útbúgvingar innan ferðavinnu skulu stovnast í Føroyum, og ein ætlan gerast fyri, nær hesar kunnu bjóðast út. Landið eigur ábyrgdina av útbúgvingarverkinum, men arbeiðið eigur at verða gjørt í samstarvi við Ferðavinnufelagið, útbúgvingarstovnar og Tórshavnar kommunu.

Álitið undir nýggja ferðavinnupolitikkinum sært tú her:

Álit um ferðavinnupolitikk fyri Tórshavnar kommunu 2022-2026

Korona rakti meint

Koronatíðin var sera hørð, og hjálparpakkarnir ov smáir, halda ferðavinnufyritøkur í Tórshavnar kommunu. Arbeiðsbólkurin, sum gjørdi uppskot til nýggja ferðavinnupolitikkin hjá Tórshavnar kommunu, hevur spurt fleiri ferðavinnuaktørar, hvussu tíðin við korona ávirkaði teir. Fleiri siga, at korona rakti sera hart. Hetta stendur í álitinum, sum er gjørt í sambandi við ferðavinnupolitikkin.


Í gjaldssteðg uttan hjálparpakkar

Ein fyritøka sigur, at tey í 2020 høvdu bara 12% av umsetninginum sammett við 2019, og at umsetningurin fyri 2021 væntandi fór at liggja á umleið 40% av umsetninginum í 2019. Ein onnur fyritøka nevnir, at teirra virksemi fór niður í ein triðing undir koronu.

Nakrar fyritøkur gera greitt, at tær høvdu farið av knóranum uttan hjálparpakkar.
»Vit høvdu farið í gjaldssteðg, um vit ikki fingu hjálparpakkar«, sigur ein teirra. Summar vísa á, at tær neyvan megna eina sesong aftrat við koronaavmarkingum.


Ov sein og lítil hjálp sambært ferðavinnuni

Løgtingið samtykti tveir hjálparpakkar til ferðavinnuna: Hjálparpakki 3 var galdandi frá 12. mars 2020 til 31. august 2020, og Hjálparpakki 4 fevndi um tíðina 1. september 2020 til 31. mai 2021. Fevnd av hjálparpakkunum vóru gistingarhús, matstovur, ferðaskrivstovur, fyriskipaðir túrar og ferðafólkaflutningur.

Fleiri ferðavinnuaktørar halda, at føroysku hjálparpakkarnir vóru alt ov smáir, og at myndugleikarnir bóru ov seint at við teimum. Summar av smærru fyritøkunum siga, at tær søktu ikki úr hjálparpakkunum, millum annað tí tær hildu treytirnar vera so fløkjasligar, og at hetta kravdi ov nógv pappírsarbeiði.


62 mió. stuðulskrónur latnar umvegis hjálparpakkarnar

TAKS upplýsir, at tilsamans 62 mió. kr. eru latnar í stuðli til ferðavinnuna í hjálparpakkunum 3 og 4.

Upphædd í krónumTal á fyritøkum
Hjálparpakki 322 mió.44
Hjálparpakki 440 mió.30

Talva: Upphæddir goldnar gjøgnum Hjálparpakka 3 og 4 og tal á fyritøkum, ið fingu stuðul. (Kelda: TAKS)

TAKS upplýsir ikki, hvørjar fyritøkur hava fingið stuðul úr hjálparpakkunum. Tí ber ikki til at siga, hvussu nógvar fyritøkur í Tórshavnar kommunu hava fingið úr hjálparpakkunum og hvussu nógv. Flestu gistingarhúsini, matstovurnar og stóru ferðavinnufyritøkurnar eru heimahoyrandi í Havn, og tí er nærliggjandi at hugsa, at flestu pengarnir úr hjálparpakkunum eisini eru endaðir her.

Størsta einstaka upphæddin latin úr Hjálparpakka 3 er 10 milliónir krónur, meðan størsta einstaka upphæddin úr Hjálparpakka 4 er knappar 11 milliónir.

26 átøk
Styrkja vinnuferðavinnuna

Samstarvið um vinnuferðavinnu eigur at verða styrkt við øktari játtan, soleiðis at
vit kunnu fáa fleiri ráðstevnur og tiltøk henda vegin. Land og kommuna eiga at
hava eina meira samlaða og gjøgnumskygda stuðulsskipan til vinnuferðavinnu.

Ábyrgdina fyri hesum eigur Tórshavnar kommuna, Visit Tórshavn, Visit Faroe Islands, landið og ferðavinnuaktørar.

Styrkja Visit Tórshavn

Visit Tórshavn eigur at fáa hægri játtan til at fremja ferðavinnupolitikkin í
verki og at marknaðarføra Tórshavn sum ferðavinnu- og vinnuferðavinnubý.

Ábyrgdina eigur Tórshavnar kommuna og Visit Tórshavn.

Ferðavinnuútbúgvingar í Havn

Stovnast skulu fleiri útbúgvingar í ferðavinnu í Føroyum og ein ætlan gerast fyri,
nær hesar kunnu bjóðast út.

Ábyrgdina eigur landið, Ferðavinnufelagið, útbúgvingarstovnar og Tórshavnar kommuna.

Neyvari ferðavinnuhagtøl

Landið má raðfesta TSA-verkætlanina við at veita neyðugu játtanina. Er tørvur á
fígging frá Tórshavnar kommunu til RTSA, eigur hon at vísa hesum vælvild.

Ábyrgdina eigur landið, Visit Faroe Islands og partvíst Tórshavnar kommuna.

Styrkja samskiftið við ferðavinnuna

Visit Tórshavn eigur í samstarvi við Hugskotið at stovna eitt netverk fyri smærri
ferðavinnuaktørar og skipa fyri kveikjandi og førleikamennandi tiltøkum fyri teir.

Visit Tórshavn, Hugskotið, Visit Faroe Islands og hinar kunningarstovurnar eiga ábyrgdina av hesum.

Betri ferðasamband til oyggjarnar

Landið eigur at tryggja tíðarhóskandi ferðasamband til Nólsoyar, Hest og Koltur.

Landið eigur ábyrgdina av hesum.

Vesi, skjól og skelti

Bygdirnar og tey mest vitjaðu støðini í Havn mugu hava almenn vesi. Skjól skulu
útvegast til ferðafólk á oyggjunum, og Visit Tórshavn heldur á at skelta, har tørvur
er á tí.

Hetta er uppgáva hjá Tórshavnar kommunu og Visit Tórshavn.

Ferðavinna fyri alla kommununa

Allar bygdir í kommununi skulu kunna hava góðar møguleikar at menna
ferðavinnu. Ætlanir og átøk skulu taka støði í einstøku bygdunum og gerast í
tøttum samstarvi við íbúgvar á staðnum.

Tórshavnar kommuna og Visit Tórshavn eiga ábyrgdina.

Býarlív

Tórshavnar kommuna eigur áhaldandi at arbeiða fyri einum livandi miðbýi og
eisini virka fyri trivnaði í økjum við sjóvarmálan. Kommunan eigur at seta í verk
tiltøk, sum stuðla uppundir, at fólk í øllum aldri búseta seg í miðbýnum.

Hetta er uppgáva hjá landinum, Tórshavnar kommunu og Visit Tórshavn.

Cruisevinnan skipast

Arbeiðið við cruisestrategiini hjá Tórshavnar kommunu skal takast upp aftur,
soleiðis at kommunan hevur eina ætlan fyri hesa vinnu. Í hesum sambandi skulu
serlig fyrilit havast fyri nógv vitjaðum støðum so sum Reyn og Kirkjubø.

Tórshavnar kommuna eigur hesa uppgávu.

Atkoma fyri øll

Tórshavnar kommuna og Visit Tórshavn eiga í samráð við MEGD at menna
ferðamøguleikar hjá fólki, sum hava skerdar førleikar. Eisini eigur yvirlitið yvir
atkomiligar matstovur og gistingarhús at verða dagført.

Tórshavnar kommuna, Visit Tórshavn, ferðavinnuaktørar og MEGD eiga ábyrgdina.

Orða mentanarpolitikk

Tórshavnar kommuna orðar ein mentanarpolitikk, har sett verður út í kortið visjónir og mál fyri mentanarøkið næstu 10–12 árini.

Tórshavnar kommuna eigur hesa uppgávu.

Evropeiskur mentanarhøvuðsstaður

Tórshavnar kommuna eigur at stuðla ætlanini hjá Vakstrarforum um, at Havnin gerst evropeiskur mentanarhøvuðsstaður í 2030.

Landið og Tórshavnar kommuna eiga felags ábyrgd.

Spennandi søvn

Kommunan eigur at raðfesta søvnini í høvuðsstaðnum, soleiðis at tey kunnu
geva borgarum og ferðafólki góðar og kveikjandi upplivingar.

Tórshavnar kommuna og landið eiga ábyrgdina.

Varðveita og verja fornminni

Landið má tryggja, at fornminnini í Kirkjubø og á Skansanum verða varðveitt.
Kommunan og landið mugu saman við Tjóðsavninum tryggja, at undirlendið við
fornminnini í Kirkjubø verður vart, og tryggja eitt livandi umhvørvi á Skansanum.
Loysnirnar mugu hava fyrilit fyri virkseminum á staðnum og virðing fyri
fornminnunum.

Landið, Tjóðsavnið og Tórshavnar kommuna eiga ábyrgdina av hesum átakinum.

Stuðla Koltursætlanini

Kommunan stuðlar upp undir Koltursætlanina við eitt nú at dagføra vatn-,
kloakk- og lendingarviðurskiftini í oynni.

Tórshavnar kommuna eigur ábyrgdina saman við landinum.

Náttúrulív

Landið má gera tíðarhóskandi lógarverk um náttúruvernd og atgongd til
náttúruna. Lógarverkið má tryggja fólki atgongd til náttúruna, samstundis sum
virksemið í haganum ikki verður darvað. Verndin av okkara náttúrumargfeldi má
altíð setast fremst.

Hetta er uppgáva hjá landinum.

Ferð á grøna skiftið

Kommunan má tryggja, at málini í umhvørvis- og orkupolitikkinum verða rokkin.
Játtan má vera tøk til samtyktu stevnumiðini, og neyðug starvsfólkaorka má vera
til at handfara umhvørvismálini.

Hetta er uppgáva hjá Tórshavnar kommunu.

Hægri stig í GDS–indeksinum

Kommunan skal gera greiða ætlan fyri, hvørji mál á GDS-indeksinum skulu
røkkast næstu árini. Eitt starvsfólk hjá kommununi eigur at hava GDS sum
ábyrgdarøki í samstarvi við fólk hjá Visit Faroe Islands og Visit Tórshavn.
Málið er, at vit í 2023 hava 70 stig í GDS-indeksinum og 80 stig í 2025.

Tórshavnar kommuna, Visit Faroe Islands og Visit Tórshavn eiga ábyrgdina.

Grønari gistingarhús og matstovur

Gistingarhús og matstovur leggja um til grønar loysnir og fáa sertifisering
upp á burðardygd eftir altjóða góðkendari skipan. Talið á umhvørvismerktum
hotellkømurum eigur at vera 70% í 2023 og 90% í 2025.

Hetta er uppgáva hjá gistingarhúsunum og matstovunum – við ráðgeving frá Visit Faroe Islands og Visit Tórshavn.

Betri møguleikar at skilja burturkast

Trý átøk hoyra saman her:

  1. Reglulig kunningarátøk skulu gerast um endurnýtslu, burturkast og matoyðsl
  2. Tórshavnar kommuna skal gera eina langtíðarætlan fyri burturkast, sum m.a. skal
    tryggja borgarum og vinnulívi fleiri møguleikar at skilja burturkast til endurnýtslu
    og endurvinning
  3. Tórshavnar kommuna eigur í samráð við m.a. Heilsufrøðiligu Starvsstovuna at
    finna loysnir fyri, hvussu matleivdir skulu handfarast á burðardyggasta hátt

Ábyrgdina eigur Tórshavnar kommuna og Heilsufrøðiliga Starvsstovan.

Grøn kamping

Undir hesum evninum eru tvey átøk:

  1. Kampingøkið Yviri við Strond leggur um til grøna orku innan 2025 og útvegar
    sær sertifisering fyri burðardygd
  2. Ein loysn má finnast á óljóðinum frá tungu ferðsluni fram við kampingplássinum,
    t.d. ein verja út móti vegnum. Verjan má hóska til náttúruumhvørvið Yviri
    við Strond
Tjalding og skýli

Kommunan útvegar øki í útryðjuni á Havnini, sum skal brúkast til tjalding og skýli.

Tað er kommunan, sum eigur ábyrgdina.

Kunning um gøturnar

Kunningarátøk skulu gerast fyri at varpa ljós á gøturnar í og kring Havnina.

Tórshavnar kommuna og Visit Tórshavn eiga ábyrgdina.

Betri kunning um virksemið í haganum

Ein ætlan skal gerast fyri kunning um virksemið í haganum.

Visit Faroe Islands, Visit Tórshavn, bøndur og kunningarstovur eiga ábyrgdina í felag.

Um ferðavinnupolitikkin

Ferðavinnupolitikkurin

Tú sært ferðavinnupolitikkin her: Fólk og ferðavinna - lið um lið


Býráðssamtykt

Tórshavnar býráð samtykti nýggja ferðavinnupolitikkin á býráðsfundinum 25. mai 2022. Gerðabókina frá býráðsfundinum sært tú her: Gerðabók fyri býráðsfundin 25. mai 2022

Álit um ferðavinnupolitikkin fyri Tórshavnar kommunu

Ferðavinnupolitikkurin er grundaður á álitið um ferðavinnupolitikk fyri Tórshavnar kommunu, ið var kunngjørt í 2022. Tú sært álitið her:

Álit um ferðavinnupolitikk fyri Tórshavnar kommunu 2022-2026

Stjórnarskrivstovan
Stjórnarskrivstovan

Vaglið 1, 100 Tórshavn

Les um Stjórnarskrivstovuna

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9.30-15.30
Fríggjadag9.30-15.00