Lat aftur
Tema
Frukt og grønmeti til biogass
Frukt og grønmeti til biogass Frukt og grønmeti til biogass
Frukt og grønmeti til biogass

Hvussu kunnu stórkøkar, handlar, hotell, stovnar og heilsølur skilja frukt, grønmetisleivdir og avskurðar frá til biogassframleiðslu? 

Blív klókari og grønari fríggjadagin 10. november í Norðurlandahúsinum.

Lurta

Frukt og grønmeti til biogass

Hvussu kunnu stórkøkar, handlar, hotell, stovnar og heilsølur í Tórshavnar kommunu skilja frukt, grønmetisleivdir og avskurðar frá til biogassframleiðslu?

Fyrr í ár varð stig tikið til eina royndarverkætlan, har fleiri fyritøkur fóru undir at skilja lívrunnið burturkast. Verkætlanin hevur hepnast væl, og nú verður møguleiki hjá øðrum matvøruhandlum og stórkøkum at koma uppí. 

Fríggjadagin 10. november skipar Tórshavnar kommuna fyri tiltaki í Norðurlandahúsinum, ið snýr seg um royndirnar frá verkætlanini. Fyritøkur, sum hava verið við í verkætlanini, greiða frá sínum royndum, framløgur verða um krøv til skiljingina, um matframleiðslu í Føroyum og um endurvinning av lívrunnum burturkasti. Hvørt upplegg varir eitt korter.

Tiltakið er alment og ókeypis. Uppleggini venda sær serliga til matvøruhandlar, stovnar, matstovur og onnur, sum selja ella borðreiða mat, men øll eru vælkomin.

Skránna sært tú niðanfyri. Fyrri partur snýr seg um, hvussu vit skilja burturkastið, meðan seinni partur snýr seg um, hvussu tilfarið verður viðgjørt og brúkt. Gunnhild Dahl Niclasen verður orðstýrari.

Skrá fyrri partur - hvussu skilja vit?
13.00 Vælkomin | Bjørg Dam, forkvinna í Náttúru- og umhvørvisnevndini

Bjørg Dam, forkvinna í Náttúru- og umhvørvisnevndini, greiðir frá, hvussu Tórshavnar kommuna arbeiðir við átøkum, sum minka um útlát av vakstrarhúsgassum og gera kommununa grøna í 2030. 

13.05 Endurvinna.fo – heimasíðan til byggitilfar | Niels Mellemgaard, heimasíðumennari

Niels Mellemgaard, heimasíðumennari, fer at greiða frá síðuni endurvinna.fo, ið er ein síða, borgarar og virkir kunnu brúka til at víðariselja byggitilfar, tey liggja inni við og ikki hava brúk fyri. Síðuna sært tú her:

Heimasíðan Endurvinna (endurvinna.fo)

13.10 Royndarverkætlanin »Skiljing av lívrunnum burturkasti frá stovnum og fyritøkum« | Gunnar Djurhuus, Endurnýtslan í Tórshavnar kommunu

Gunnar Djurhuus frá Endurnýtsluni í Tórshavnar kommunu greiðir millum annað frá krøvunum til lívrunnið burturkast, hagtøl og viging av produktinum og hvussu føroysk framleiðsla av tøðum kann kollvelta føroyskan landbúnað.

13.25 Hví skilja? | Brynhild Høgnadóttir Granhøj, ESG ábyrgdari í Betri Banka

Brynhild Høgnadóttir Granhøj, ESG ábyrgdari í Betri Banka, greiðir frá, hvat tað er, sum fær eina fyritøku til at hava áhuga fyri at skilja og hava áhuga fyri grønum búskapi.

13.40 Hvat riggar væl og minni væl? | Rósa Maria Restorff, Hotell Hilton

Rósa Maria Restorff frá Hotell Hilton greiðir frá, hvussu skiljingin hevur verið skipað á Hotell Hilton og letur góð ráð til tey, sum ætla sær at fara undir at skilja.

13.55 Ridluskriði og vandi fyri smittuspjaðing | Oddjó Stovugarð, Heilsufrøðiliga Starvsstovan
14.10 Steðgur
Skrá seinni partur - Hvussu verður burturkastið viðgjørt og brúkt?
14.25 Hvat hendir við burturkastinum á biogassverkinum? | Fróði Mortensen, Førka

Fróði Mortensen frá Førka greiðir frá viðgerðini og orkuframleiðsluni á biogassverkinum. Vit fáa eisini innlit í, hvar biotøðini fara, og hvat innihaldið í teimum er.

14.40 Praktiskar royndir við tøðum frá Førka | Sigert Patursson, bóndi á Vatnaskørðum
14.55 Landbúnaður og grønmetisframleiðsla | Ottar Hentze, Uttastovugarðurin á Sandi

Ottar Hentze, Uttastovugarðurin á Sandi, hevur upplegg um tørvin á tøðum.

15.10 Lívrunnið burturkast – framtíðar møguleikar | Jóannes Guttesen, IRF

Jóannes Guttesen frá IRF greiðir frá lívrunnum burturkasti og frá innsavning, viðgerð og orkuframleiðslu.

15.25 Samanumtøka

Orðstýrari Gunnhild Dahl Niclasen tekur samanum.

Beinleiðis stroyming úr Norðurlandahúsinum

Øll uppleggini verða stroymd beinleiðis, soleiðis at øll kunnu fylgja við. Fylg við niðanfyri, tá vit byrja at stroyma beinleiðis úr Norðurlandahúsinum fríggjadagin 10. november.

Frukt og grønmeti til biogass fríggjadagin 10. november 2023 kl. 13

Umhvørvisdeildin
Umhvørvisdeildin

Niels Finsens gøta 17, 100 Tórshavn

Les um Umhvørvisdeildina


torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9 - 16
Fríggjadag9 - 15