Lat aftur
Tema
Minka um burturkastið og fá betri mold
Lurta

Minka um burturkastið og fá betri mold

Visti tú, at tú lættliga kanst minka um títt burturkast og fáa góðskumold og reyðmaðkar afturfyri? Stórur partur av tínum húsarhaldsburturkasti kann nevnliga gerast til sankutøð, og blandar tú tøðini uppí mold, fært tú góða, føðsluríka mold, sum reyðmaðkurin trívist í. Soleiðis kanst tú samstundis vera við til at verja og ríka um umhvørvi okkara.

Í mars 2020 fór kommunan undir at savna sær royndir við at gera mold úr lívrunnum burturkasti. Og í november í fjør fóru útivið 300 familjur í Tórshavnar kommunu sjálvar í gongd við at gera føðslurík sankutøð burturúr egnum húsarhaldsburturkasti.

Her kanst tú lesa um, hvussu tú ber teg at við at gera sankutøð, og hvussu tú kanst gera tær títt egna moldvirki. Tí tað er einfalt at gera lívrunnið húsarhaldsburturkast til føðslurík sankutøð - tað einasta tær tørvar, er eina bokashispann, ger og mold at grava sankutøðini niður í.

Bokashi

Hvat er Bokashi?

Bokashi er japanska heitið fyri súrgan av lívrunnum burturkasti. Talan er um ein einfaldan hátt at vinna góða, føðsluríka mold burturúr burturkasti, sum annars fer fyri skeytið á Brennistøðini.

Matburturkastið verður súrgað í einari sonevndari bokashispann, sum hevur tætt lok, og sum syrgir fyri, at lívrunna burturkastið liggur í iltfátækum umhvørvi. Tú skalt bara syrgja fyri at trýsta innihaldið saman viðhvørt og stroya ger útyvir.

Gerið og iltfátæka umhvørvið seta ferð á niðurbrótingina av burturkastinum. Tætta lokið hevur eisini tann fyrimun, at tú sleppur undan lukti. Tað ber væl til at hava eina bokashispann standandi inni uttan luktampar.

Tá ið innihaldið í bokashispannini er súrgað, grevur tú tey niður í mold uttanfyri.

Visti tú

  • Sankutøð binda CO2 í jørðina og eru sostatt við til at minka um okkara útlát

  • Tað tekur á leið 5-6 vikur at gera Bokashi-sankutøð. Til samanberingar tekur tað 1-2 ár at framleiða vanlig sankutøð

  • Reyðmaðkar trívast munandi betri í vistfrøðiligari landbúnaðarjørð í mun til landbúnaðarjørð, ið verður taðað við kunsttøðum

  • Reyðmaðkurin er serliga glaður fyri sankutøð, tí lívrunna tilfarið gevur reyðmaðkinum betri lívskor

Hvørjir eru fyrimunirnir?

Fyrimunirnir eru mangir. Nakrir av teimum eru:

  • tú sleppur skjótt og umhvørvisvinarliga av við ein part av tínum burturkasti, sum annars hevði farið fyri skeytið
  • tú minkar um nøgdina av burturkasti í samfelagnum
  • tú minkar um plastposanýtsluna, tí leivdirnar fara beinleiðis í spannina
  • tú vinnur dygdarmold, sum annars tekur langa tíð at framleiða
  • tú fært føðsluríka vætu til tínar plantur
  • lívfrøðiliga taðaða moldin dámar reyðmaðkinum, og soleiðis ert tú við til at betra um lívskorini hjá reyðmaðkinum, sum annars er minkaður í tali
  • reyðmaðkurin ger tína mold uppaftur betri
  • sankutøð binda CO2 í jørðina, og harvið ert tú við til at minka um okkara útlát
Frá burturkasti til dygdarmold - soleiðis gert tú
Samla matleivdir í eitt ílat

Tað riggar best, um tú kutar matleivdirnar sundur í smærri stykkir, tí tað skundar undir niðurbrótingina

Koyr matleivdirnar í bokashispannina

Í mesta lagi eina ferð um dagin fyllir tú matleivdir í bokashispannina. Minst til at stroya eitt tunt lag av geri í botnin, áðrenn tú koyrir matleivdirnar í.

Fyri at niðurbrótingin skal rigga sum best, er tað umráðandi, at tú avmarkar luftinnihaldið í spannini. Syrg tí fyri at lata lokið væl aftur, so tað er tætt.

Trýst saman og stroya ger omanyvir

Trýst matleivdirnar saman og stroya 40 ml. av geri omanyvir fyri hvønn liturin av matleivdum í spannini.

Gerið skal goymast innandura í myrkum umhvørvi og í tættum ílati.

Minst til at tappa vætu úr spannini

Minst til at tappa vætu úr spannini – fyrstu ferð aftaná 5-10 dagar og síðan umleið triðja hvønn dag.

Bokashivætuna kanst tú brúka ótynta til at reinsa frárensl, ella tú kanst tynna vætuna við vatni í lutfallinum 1:100 ella 1:200 og nýta hana sum tøð til tínar plantur.

Set fullu spannina til síðis í 14 dagar

Tá ið bokashi-spannin er full, setur tú spannina til síðis at ræsa í 14 dagar á einum staði við millum 15-20 hitastigum.

Bokashi-sankutøð hava lágt pH-virði og fáa tískil ein eitt sindur súrligan lukt.

Grava sankutøðini niður

Tá ið teir 14 dagarnir eru farnir, eru sankutøðini klár at grava niður í einum moldvirki. Sankutøð verða ikki til mold í bokashispannini. Tey skulu blandast uppí mold, til dømis føðslufátæka mold, sum er brúkt at velta í, og sum tørvar nýtt lív.

Eitt moldvirki er eitt avbyrgt stað - ein kassi ella eitt øki - har tú kanst framleiða góða mold alt árið uttan at velta hana. Her skulu mold og sankutøð byggjast upp sum ein lagkøka: oman á hvørja spann av sankutøðum leggur tú 10 cm. av mold.

Stendur títt moldvirki uttandura, er best at hylja moldina við dúki ella loki fyri at fyribyrgja, at føðsluevni verða skolað úr moldini av regnvatninum. Tað er somuleiðis best at leggja eitt dren í botnin á moldvirkinum, soleiðis at moldin ikki verður ov vát.

Moldin klár at brúka aftaná 14 dagar

Eftir umleið 14 dagar í moldini er pH-virðið hækkað og moldin klár at brúka. Lat gjarna moldina liggja nakrar vikur afturat, til hon er fullgjørd. So fært tú besta úrslitið.

Ger spannina klára til nýtt umfar

Skola spannina og stroya eitt tunt lag av ger í botnin, so er spannin klár at brúka umaftur.

Nýt ikki reingerðarevni til at vaska spannina við, tí reingerðarevni tarna virknu smáverurnar í gerini.

Føðsluríka skolivatnið kann brúkast til at geva plantunum.

Hvat kann fara í spannina?

Mangt kann fara í spannina, men sumt hóskar seg ikki, tí tað annaðhvørt inniheldur evni, ið darva niðurbrótingina, ella tí tað tekur ov langa tíð at bróta niður.

Reyðmaðkurin trívist í vistfrøðiligari jørð
Reyðmaðkurin trívist í vistfrøðiligari jørð

Reyðmaðkinum dámar lívrunnið tilfar og ger moldina uppaftur betri

Síðani mars 2020 hevur kommunan savnað sær royndir við at gera mold úr lívrunnum burturkasti fyri at fáa vitan um, hvussu matur verður niðurbrotin og endurgjørdur í vistfrøðiligari ringrás.

Moldframleiðslan hjá kommununi stendur aftan fyri Sjónleikarhúsið í Havn, og tað gongur væl at framleiða góða mold. Matleivdirnar verða skjótt niðurbrotnar, og nógvir reyðmaðkar eru fluttir óbodnir inn.

Maðkarnir eru vælkomnir gestir, tí skarnið frá maðkunum verður til føðslusalt og mineralir, sum plantur taka í seg, og tískil verður moldin meira føðslurík, tá ið fleiri maðkar eru. Harumframt gera maðkarnir tunlar í jørðini, sum gagna plantunum, ið sleppa djúpari niður í jørðina. Moldin verður minni føst, so regnvatn kann seyra niður í jørðina heldur enn at renna av, og minni køvievni endar í havinum.

Hevur tú møguleika fyri tí, er tað tí eisini eitt gott hugskot, at tú sjálv letur reyðmaðkar í títt moldvirki, heldur enn at bíða eftir, at teir flyta inn av sær sjálvum.

Fet á grønu leiðini

Bokashiskipanin og royndirnar við moldvirkjum eru partur av átakinum »Lívrunnið burturkast, rávøra og náttúra« hjá Tórshavnar kommunu. Átakið varpar ljós á nærframleiðslu, og hvussu nøgdirnar av burturkasti í Tórshavnar kommunu kunnu minkast. Talan er um átøk, sum hava heimsmálini hjá ST í huga.

Á býráðsfundinum 28. mars 2019 gjørdi Tórshavnar kommuna av at seta tey 17 heimsmálini fyri burðardygga menning hjá ST á dagsskrá og at gera heimsmálini til fastan part av  umhvørvispolitikkinum, Grøna leiðin, hjá Tórshavnar kommunu.

Heimsmálini eru 17 í tali, og tey hava til endamáls, at allar heimsins tjóðir stremba ímóti einum burðardyggum samfelagi og heimi. Øll lond skulu mennast búskaparliga, sosialt og umhvørvisliga á ein burðardyggan hátt. Hugsjónin er, at øll heimsins lond skulu arbeiða við at røkka hesum 17 málum í 2030.

Hvørt fet á leiðini telur – eisini tey smærri fetini. Eru vit nógv sum taka smá fet á røttu leiðini, so gera vit mun. Bokashiskipanin er ein burðardygg og umhvørvisvinarlig loysn, sum nógvir borgarar lættliga kunnu gagnnýta, og sum millum annað er í samljóði við heimsmálini 12, 13 og 15:

Heimsmál 12 hevur til endamáls at tryggja, at okkara nýtslu- og framleiðslumynstur eru burðardygg. Við Bokashiskipanini minka og endurnýta vit burturkastið, sum verður til góð sankutøð og føðsluríka mold.

Heimsmál 13 snýr seg um at seta í verk átøk, ið skulu basa veðurlagsbroytingum. Við bokashiskipanini minka vit um tað burturkastið, sum vit annars høvdu brent, og vit framleiða sankutøð, sum bindir CO2 í jørðina. Harvið minka vit um okkara útlát.

Heimsmál 15 áleggur okkum at verja, endurbøta og virka fyri burðardyggari nýtslu av jarðvistskipanum, á burðardyggan hátt røkja skóg, berjast ímóti oyðimarkarmyndan, steðga og venda landtýningum og lívmargfeldismissi.

Tá vit framleiða sankutøð burturúr burturkasti, eru vit við til at gera føðsluríka mold, og við lívrunna tilfarinum eru vit við til at betra um lívskorini hjá reyðmaðkinum, sum sjálvur er týdningarmikil partur av okkara vistskipanum, tí hann millum annað ger moldina føðsluríkari og minni fasta, soleiðis at regnvatnið og planturøturnar sleppa longur niður í moldina.

Gerðabókin fyri býráðsfundin 28. mars 2019

Bakgrundskunning

Umhvørvispolitikkurin hjá Tórshavnar kommunu

Sambært umhvørvispolitikkinum hjá Tórshavnar kommunu, skulu vit framleiða meira sankutøð og minni burturkast. Endamálið er at minka um burturkastið og at lýsa matleivdir sum tilfeingi, vit eiga at gagnnýta heldur enn at brenna tað. Eisini binda sankutøð CO2 í jørðina og minka um okkara útlát.

Grøna leiðin - umhvørvispolitikkur fyri Tórshavnar kommunu

Íblástur og vegleiðingar

Tú kanst leita tær nærri vitan og íblástur um Bokashi á donsku síðuni bokashidanmark.dk og á facebooksíðunum »Bokashi sankutøð í Føroyum« og »Bokashi og Bykompostspanden«.

bokashidanmark.dk 

Bokashi sankutøð í Føroyum á Facebook

Bokashi og Bykompostspanden á Facebook

Heilsufrøðiliga Starvsstovan um sankutøð

Á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni finnur tú eisini vegleiðing um at gera sankutøð úr køks- og matleivdum.

At gera sankutøð úr køks- og matleivdum (hfs.fo)

Umhvørvisdeildin
Umhvørvisdeildin

Niels Finsens gøta 17, 100 Tórshavn

Les um Umhvørvisdeildina


torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9 - 16
Fríggjadag9 - 15