Lat aftur
Tema
Nýggjar skiljistøðir til metal og glas
Nærskiljing í grannalagnum Nærskiljing í grannalagnum
Nærskiljing í grannalagnum

Nú eru skiljistøðir til ávikavist metal og glas komnar upp í nøkrum grannaløgum í Tórshavnar kommunu.

Talan er um eina royndarverkætlan, har endamálið er at finna útav, hvørja loysn vit frameftir kunnu brúka, tá ið húskir skulu skilja metal og glas.

Nýggjar skiljistøðir til metal og glas

Skiljistøðir til metal og glas eru settar upp í fleiri grannaløgum í Tórshavnar kommunu. Talan er um eina royndarverkætlan, har endamálið er at finna útav, hvør loysn riggar best at brúka frameftir, tá ið húskir skulu skilja metal og glas. Les meira her og kanna, um títt húski hoyrir til eina skiljistøð.

Nýggja burturkastkunngerðin er á veg, og hon setir nýggj krøv til skiljing av burturkasti. Vit skulu tí kanna nærri, hvørjar loysnir rigga best til føroysk viðurskifti. Sum er, endar ein stórur partur av glasi og metali í restburturkastinum. Við at skilja hesar burturkastbólkar, minka vit munandi um restburturkastið og kunnu senda tilfeingið til endurvinningar.

Í royndarverkætlanini verða tvey sløg av spannum brúktar: Plastspannir, ið kunnu standa, har tær eru vardar móti nógvum vindi, og spannir úr rustfríum stáli, sum tola at standa á opnum øki.

Niðanfyri sært tú, hvussu tú skilir glas og metal á skiljistøðini, og hvussu tú skilir burturkast heima við hús. Tú sært eisini, hvørja skiljistøð, títt húski hoyrir til.

Nærskiljing - soleiðis gert tú
Skiljing av glasi

Allar glasfløskur, drekkigløs og glaskrukkur kunnu latast í skiljistøðina.

Bæði klárt og litað glas kann latast í. Best er, um glasið er so lítið brotið sum møguligt.

Glasluturin skal vera tómur og skolaður við vatni.

Áskriftir (etikettir) kunnu vera á glaslutinum, men tak lok og proppar av, og lat teir í metalílatið.

 

Ja takk

  • Glasfløskur
  • Drekkigløs
  • Glaskrukkur

 

Nei takk

  • Postalín og leirvørur (til dømis tallerkar, koppar og kannur)
  • Hert glas (til dømis glasføt og tílíkt)
  • Spegl
  • Ljósperur
Skiljing av metali

Allir smáir lutir, ið innihalda metal, kunnu latast í skiljistøðina, til dømis fruktblikk og dósir.

Skola blikk og dósir við vatni. Tað er ikki neyðugt at taka áskriftir (etikettir), lok ella proppar av.

 

Ja takk

  • Blikk og dósir
  • Silvurpappír
  • Gaflar, knívar, skeiðir, saksar og tílíkt
  • Pannur, grýtur og grýtulok úr metali
  • Foliubakkar

 

Nei takk

  • Spreydósir
  • Elektronikkur
Heimaskiljing

Umframt at skilja glas og metal er týdningarmikið, at vit eisini skilja í hesar bólkar heima við hús:

 

Grøna ílatið

Papp, pappír og bleytt plast skal latast í grøna ílatið. Samla bleyta plastið (litað og klárt) í ein kláran posa, bint fyri og lat í grøna ílatið.

 

Posin til vandamikið burturkast

Ljósperur, battarí, spreydósir, kemikaliu og smærri elektroniskir lutir skulu latast í posan til vandamikið burturkast.

 

Grái posin

Restburturkast

Her finnur tú skiljistøðirnar
Tórsbyrgi í Havn

Óðinshædd í Havn

Íbúðirnar á Fløtum í Havn

Túnini í Havn

Við Finsen í Havn

Við Karlamagnusarbreyt

Undir Kongavarða á Argjum

Á Norðasta Horni í Havn

Kommunala Brennistøðin
Kommunala Brennistøðin

Á Hjalla 5
188 Hoyvík

torshavn@torshavn.fo 

Tel. 30 20 40

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag8-17
Fríggjadag10-17
Leygardag10-17