Í ár verða ruddingardagarnir 7. og 10. mai. Freistin at tekna seg til ruddingardagarnar er týsdagin 6. mai.
Á hesari síðuni kanst tú kunna teg um ruddingardagarnar og melda til.
Á hesari síðuni kanst tú kunna teg um ruddingardagarnar og melda til.
Árligi ruddingardagurin fyri skúlar, stovnar og virkir verður mikudagin 7. mai, meðan almenni ruddingardagurin fyri eigarafeløg, ítróttafeløg og onnur verður leygardagin 10. mai.
Seinasta freist at tekna seg til ruddingardagarnar er týsdagin 6. mai 2025.
Niðanfyri sært tú, hvussu tú meldar skúlan, dagstovnin, eigarafelagið ella onnur til, og hvussu tú sendir myndir inn, so tit kunnu vera við í lutakastinum um gávukortini à 6.000 krónur.
Trýst á rætta tilmeldingarknøttin niðanfyri:
1. Suma inn á kortinum og trýst á økið, tit ynskja at rudda.
2. Trýst á teir tríggjar prikkarnar í høgra horni.
3. Vel »Smart Editor«

Fyll kravdu teigarnar út og trýst á »Save«. Kravdu teigarnir eru merktir við reyðum.

Hevur tú valt skeivt øki, trýst so á back-knøttin og byrja av nýggjum.
Tú fært ein sjálvvirkandi teldupost sendandi fáar minuttir aftaná tú hevur meldað til.
Tú kanst avheinta ruskposar ókeypis hjá Reinhaldinum í Varðagøtu 5 mánadag til fríggjadag frá klokkan 8-15.
Tað ber eisini til at heinta ruskposar á kaiini í Kollafirði við at ringja til arbeiðsformann Hans Silvan Johannesen á telefon 21 30 34.
Vit seta bingjur upp í hesum økjum:
Í ár kasta vit lut um tvey gávukort à 6.000 krónur millum innkomnu myndirnar frá ruddingardegnum. Freistin at lata myndir inn og vera við í lutakastinum er 14. mai.
Gev gætur, at vit møguliga vísa myndina á okkara facebooksíðu, heimasíðuni og okkara instagramvanga.
Vinnararnir verða kunngjørdir vikuna eftir ruddingardagarnar á facebooksíðuni hjá umhvørvisvikuni, sum tú finnur her:
| Mánadag - hósdag | 9 - 16 |
| Fríggjadag | 9 - 15 |