Tórshavnar kommuna hevur samtykt nýggjan umhvørvispolitikk fyri 2026-2032. Tú kanst lesa nýggja politikkin her.
Samgonguskjalið sigur millum annað, at tað skal vera ómakaleyst hjá fólki og vinnu at velja grønar loysnir. Sagt verður eisini, at samgongan raðfestir reinar áir og fjørur, og byrjað verður at fáa kloakkleiðingarnar leiddar út á streymasjógv.
Ein rúmlig kommuna – samstarvsavtala millum Tjóðveldi, Javnaðarflokkin og Borgaralistan
Eins og Grøna leiðin frá 2016 er nýggi umhvørvispolitikkurin eitt yvirskipað stýriamboð til at fyribyrgja útlát, burturkast og dálking. Sum yvirskipað stýriamboð hevur politikkurin týdning fyri fleiri aðrar ætlanir í kommununi, til dømis kommunuætlanina, innkeypspolitikkin, orkupolitikkin og hitaætlanina. Umhvørvispolitikkin sært tú her:
Saman um grønu framtíðina – umhvørvispolitikkur fyri Tórshavnar kommunu 2026-2032
Orkupolitikkurin er eitt stýrisamboð til at minka um útlátið av vakstrarhúsgassum hjá Tórshavnar kommunu við eini ítøkiligari ætlan fyri orkuumlegging frá olju til grønar orkukeldur. Orkupolitikkurin tekur støði í umhvørvispolitikkinum og er ein nágreining av, hvussu Tórshavnar kommuna røkkur settu málunum, sum viðvíkja orkunýtslu.
Kommunuætlanin er yvirskipaða stýringsamboðið fyri planlegging og menning av Tórshavnar kommunu. Ætlanin vísir heildina í ætlaðu menningini og setur út í kortið, hvussu ymisku økini í kommununi kunnu gagnnýtast og mennast.
Tórshavnar kommuna hevur bundið seg til at taka umhvørvið við í øllum sínum virksemi. Í 2009 samtykti býráðið Grøna skjalið, sum var partur av Lokal Agenda 21. Heitið Lokal Agenda 21 sipar til Agenda 21, ið er ein altjóða ætlan fyri burðardygga menning í 21. øld, ið var samtykt í ST í 1992. Við støði í Grøna skjalinum arbeiðir kommunan støðugt við burðardyggari samfelagsmenning, sum tryggjar lívsgrundarlag og góðsku fyri núlivandi og komandi ættarliði.
| Mánadag | 9 | - | 16 |
| Týsdag | 9 | - | 16 |
| Mikudag | 9 | - | 16 |
| Hósdag | 9 | - | 16 |
| Fríggjadag | 9 | - | 15 |