30. apríl til 7. mai er umhvørvisvika.
Í ár snýr umhvørvisvikan seg um fyribyrging av matoyðsli. Her kanst tú lesa um ársins umhvørvisevni og taka skránna niður.
Hvørt ár velur Umhvørvisdeildin í Tórshavnar kommunu eitt ella fleiri umhvørvisevni í sambandi við umhvørvisvikuna og umhvørvisstuðulin. Evnini leggja seg aloftast upp at einum ella fleiri av teimum 17 heimsmálunum hjá ST fyri burðardyggari menning.
Evnið í ár er matoyðsl. Tøl hjá ST vísa nevniliga, at ein triðingur av øllum matinum, sum verður framleiddur til menniskjaføði, fer til spillis. Talan er um samfullar 1.3 milliardir tonsum av mati, ið hevði verið nóg mikið til at breyðføða tríggjar milliardir fólk.
Matoyðsl er samstundis triðstørsti útlátari av CO2. Hyggja vit nærri at býtinum av CO2, stavar umleið helvtin av útlátinum frá húsarhaldunum. Nógvur matur fer eisini burtur hjá framleiðarum, tí maturin ikki lýkur tey krøv, seljarin setur. Harumframt verður nógv vøra burturbeind, tí hon er farin um »best áðrenn«-dagfestingina, hóast vøran er góð.
Hetta eru dømi, sum vísa, at matarskipan okkara ikki er nóg burðardygg. Umhvørvisvikan í ár hevur tí til endamáls at økja um okkara tilvitan um matoyðsl og vísa á, hvat vit sum borgarar, framleiðarar og politikarar kunnu gera fyri at fyribyrgja matoyðsl. Tí matoyðsl er ein trupulleiki, vit mugu loysa í felag.
Evnið í ár er fevnt av heimsmáli 12, ið snýr seg um at tryggja burðardygga nýtslu og framleiðslu av mati. Í útgreiningini av heimsmáli 12 stendur millum annað, at matoyðsl okkara skal skerjast við 50 prosentum áðrenn ár 2030.
Á býráðsfundi 28. mars 2019 gjørdi Tórshavnar kommuna av at seta heimsmálini fyri burðardyggari menning hjá ST á dagsskrá og at gera heimsmálini til fastan part av umhvørvispolitikkinum hjá Tórshavnar kommunu.
Heimsmálini eru 17 í tali og hava til endamáls at fáa allar heimsins tjóðir til at stremba fram ímóti einum burðardyggum samfelag og heimi; øll lond skulu mennast búskaparliga, sosialt og umhvørvisliga á ein burðardyggan hátt. Hugsjónin er, at øll heimsins lond skulu arbeiða við at røkka teimum 17 málunum innan 2030.
Tú kanst lesa meira um heimsmálini í frágreiðingini »Heimsmálini fyri burðardyggari menning«, sum Føroya Landsstýri almannakunngjørdi í 2018.
Hvørt ár letur Tórshavnar kommuna 250.000 krónur í umhvørvisstuðli til verkætlanir, ið taka støði í umsorgan fyri náttúru og umhvørvi.
Í ár varð stuðul latin til 6 verkætlanir, sum á ymiskan hátt menna vitanina um umhvørvi og umhvørvisviðurskifti, sum virka dálkingarfyribyrgjandi, tilfeingissparandi og sum eru við til at verja landsløg, djóra- ella plantusløg.
Her sært tú, hvørjar verkætlanir hava fingið játtað umhvørvisstuðul árini 2010-2022:
Yvirlit yvir stuðulsjáttanir 2010-2022
Tað var bakaríið Breyðvirkið, sum fekk grønu virðislønina í ár. »Lítla bakaríið verður rikið á fyrimyndarligan hátt«, segði dómsnevndin, og tí fekk Breyðvirkið í ár grønu virðislønina frá Tórshavnar kommunu.
Okkum tørvar fyrimyndir, ið vísa vegin, tá tað kemur til stóru avbjóðingarnar á umhvørvisøkinum. Okkum tørvar fyritøkur ið av sínum eintingum kýta seg fyri umhvørvinum. Tað ger lítla bakaríið Breyðvirkið í Jónas Broncks gøtu í Havn. Við Randi Olsen og Fríðu Hansen gongur Breyðvirkið á odda í stríðnum móti matoyðsli og óneyðugum burturkasti, ið er ein stór hóttan móti umhvørvinum.
»Matstovur og kaffistovur bera eina stóra ábyrgd, tá tað kemur til at minka um matoyðsl, og at vit yvirhøvur gerast meiri burðardygg í Føroyum. Breyðvirkið er ein fyrimynd í hesi vinnu, og gingu matstovur og kaffistovur í fótafetunum hjá Breyðvirkinum, nærkaðust vit alsamt einum grønari samfelagi. Tí er tað okkara vón, at vit við at lata Breyðvirkinum ársins grønu virðisløn eggja øðrum í vinnuni at ganga somu grønu leið«, segði dómsnevndin.
Við Matkovanum er tað vorðið lættari hjá okkum øllum at keypa føroyskan mat á netinum, og tí fær Matkovin ársins grønu gávu frá Etika.
Á hvørjum ári letur matstovan Etika allan peningin, ið kemur inn við sølu av vatni í matstovuni, til eitt átak, ið ger umhvørvinum væl. Í ár var upphæddin 51.240 krónur, og hesin peningurin fór í ár til átakið Matkovin við Sunnivu Gudmundsdóttir Mortensen á odda.
»Sunniva er ein ótroyttiligur megi í arbeiðinum at gera okkum grønari og meira umhvørvisvinarlig. Við Matkovanum ger hon eitt megnar arbeiði fyri tey, sum framleiða matvørur í Føroyum, tey ið ynskja at keypa føroyskar matvørur – og ikki minst fyri umhvørvið. Við Matkovanum er teinurin millum matvøruframleiðslu og kundan styttur, og tí er Matkovin væl uppiborin vinnari av grønu gávuni 2022«, søgdu fyriskipararnir av Umhvørvisvikuni 2022.
Tú kanst lesa meira um Matkovan her:
Umhvørvispolitikkurin hjá Tórshavnar kommunu skal vísa okkum øllum á ta grønu leiðina og er sostatt eitt stýriamboð, ið skal hjálpa okkum øllum við at fyribyrgja útlát, burturkast og dálking. Grundleggjandi fyri umhvørvispolitikkin er visjónin um, at komandi ættarlið skulu hava somu møguleikar at gagnnýta náttúruna sum undanfarin ættarlið.
Umhvørvispolitikkurin varð kunngjørdur í 2016. Politikkurin verður eftirmettur annaðhvørt ár og verður endurskoðaður sættahvørt ár.
Tað er sera umráðandi, at tú fylgir leiðreglunum, tá tú setir niður runnar ella plantar trø. Markið móti grannum og øðrum skal altíð virðast. Tú mást millum annað hava fyrilit fyri víddini á fullvaksna runninum. Tað vil siga, at tú skalt seta runnarnar niður 40 cm inni á tínum egna stykki.
Ætlar tú at planta trø, er tað umráðandi, at tú ikki kemur ov nær markinum hjá tínum granna. Ongar neyvar ásetingar eru um, hvussu høg einstøk trø kunnu vera í urtagørðum. Her er tí neyðugt at fylgja góðum grannasiði. Tú kanst lesa meira um okkara tilmæli í faldaranum um planting av trøum og runnum.
Mánadag - hósdag | 9 - 16 |
Fríggjadag | 9 - 15 |