Lat aftur
Tema
Umhvørvisvikan 2023
Umhvørvisvikan 2023 Umhvørvisvikan 2023
Umhvørvisvikan 2023

Umhvørvisvikan verður í døgunum 6. mai til 13. mai 2023.

Í ár snýr umhvørvisvikan seg um flutning. Her kanst tú lesa um ársins umhvørvisevni og taka skránna niður.

Lurta

Umhvørvisvikan 2023

Í ár verður umhvørvisvikan frá 6. til 13. mai. Evnið í ár er flutningur, sum kemur undir heimsmálini 3, 11 og 12 hjá ST, ið snúgva seg um ávikavist góða heilsu og vælferð, burðardyggar býir og býlingar og ábyrgdarfulla nýtslu og framleiðslu. Á hesari síðuni kanst tú lesa um ársins umhvørvisevni og taka skránna niður.

Á skránni verða nógv spennandi tiltøk. Vit fara millum annað at hoyra um, hvussu vit kunnu gera burðardyggan krukkumat, hvussu vit gera mat eftir árstíðini og vit sleppa eisini á umhvørviskafé. Eisini hoyra vit um ein nýggjan klimaroknara, og hvussu tey í Skúlanum á Løgmannabreyt gera sankutøð við komposttrumlu. Vit fara eisini at súkkla og hoyra um Havnina sum súkklubý, og bussarnir koyra longri út á kvøldini og gera fleiri túrar í umhvørvisvikuni.

Eisini verða fleiri av okkara afturvendandi tiltøkum, so sum plantið eitt træ, umhvørvisveiða, gongutúrar og ruddingardagar.

Gev gætur, at tilmelding krevst til summi tiltøk.

Niðanfyri sært tú, hvat er á skránni. Vilt tú taka skránna niður á snildfonina ella telduna, kanst tú gera tað her:

Skrá UV23

Skráin fyri umhvørvisvikuna
Leygardagin 6. mai

Kl. 11  

Bjørg Dam, forkvinna í Náttúru- og umhvørvisnevndini, setir Umhvørvisvikuna í Vágsbotni

»Plantið eitt træ«. Fólk fáa ókeypis plantupakkar at taka heim við. Á bygd skipa staðbundnu nevndirnar fyri útlutan av plantupakkum leygardagin 13. mai. Havið posa við til planturnar.

Livandi tónleikur við Jasmin

Plantumarknaður við føroyskt framleiddum plantum í Vágsbotni

Havin.fo og Gróðurstøðin skipa fyri.

Staðbundin matmarknaður

Matkovin skipar fyri matmarknaði á torginum í Vágsbotni.

Kl. 11 - 16

Leikumarknaður í Perluni.

Eitt upplagt høvi at finna dýrgripir ella at keypa gávur til ein komandi føðingardag.

Kl. 13

Nósi

Barnatiltak við Kristiani Blak og SWAY

Sunnudagin 7. mai

Kl. 14

Gongutúrur fyri vestan.

Túrurin byrjar við Skeiðsskarð. Síðan verður gingið gjøgnum Vatnsdal til Norðradals. Staðkendur ferðaleiðari verður við.

Bussurin fer úr Steinatúni kl. 14 og aftur úr Norðradali til Havnar kl. 18.

Tilmelding á torsinfo@torshavn.fo ella tel. 30 24 25

Kl. 15

Hjólvelting

Túrurin byrjar við Tórsbreyt. Í góðum hýri súkkla vit saman ein hugnaligan túr, sum endar í Tórsgøtu.

Áðrenn túrurin byrjar, verður súkkluverkstaður og upphiting. Eisini verður tónleikur og ymiskt annað á skránni.

Kl. 16

At velta sjálvi - íblástrarkvøld í Sólarmagn á Velbastað

Prát um felagsvelting og um grønmetissløg, ið eru roynd úti og í vakstrarhúsi. Eisini verður fyrilestur um eplavelting. Gunnar Bjarnason og Katrin Petersen við fleiri luttaka.

Mánadagin 8. mai

Kl. 9

Finn fimtan føroysk.

Barnabókasavnið skipar fyri veiðuferð eftir stuttfluttum mati og lutum. Luttakandi fáa eina brosju og hava møguleika at vinna eina súkklu við hjálmi.

Opið er til kl. 20.


Kl. 9 og 11

Umhvørvisveiða á Margarinfabrikkini.

Tilmelding á fabrikkin@torshavn.fo

Kl. 10 og 12.30

»Spæl við matin«.

Gutti og hansara spælisjúku hjálparar hava verkstovur fyri 5. flokkar í Tórshavnar kommunu.

Kl. 18.30

Túrur niðan á Kaldbaksvøtnini Stóravatn og Brúnavatn.

Snorri á Bøgarði er frásøgufólk og sigur frá vakra vatnalendinum omanfyri Kaldbaksbygd. Túrurin byrjar við skúlan í Kaldbak.

Tilmelding á torsinfo@torshavn.fo ella á tel. 30 24 25
Týsdagin 9. mai

Kl. 9

Finn fimtan føroysk.

Barnabókasavnið skipar fyri veiðuferð eftir stuttfluttum mati og lutum. Luttakandi fáa eina brosju og hava møguleika at vinna eina súkklu við hjálmi.

Opið er til kl. 20.

Kl. 9 og 11

Umhvørvisveiða á Margarinfabrikkini.

Tilmelding á fabrikkin@torshavn.fo

Kl. 10 og 12.30

»Spæl við matin«.

Gutti og hansara spælisjúku hjálparar hava verkstovur fyri 5. flokkar í Tórshavnar kommunu.

Kl. 17

Lær at gagnnýta og at góðska árstíðargrønmeti.

Maud Wang Hansen skipar fyri verkstovu í Perluni

Tilmelding á torsinfo@torshavn.fo ella á tel. 30 24 25

Kl. 20

Umhvørviskafé við forvitnisligari umhvørvisquiz í Perluni

Politikarar sleppa at royna seg í spurnakapping um umhvørvið, sum Gunnar Nolsøe skipar fyri. Eisini verða framløgur um verkætlanir, sum áður hava fingið umhvørvisstuðul:

  • Komposttrumla, Skúlin við Løgmannabreyt
  • Seiðaberg, Rebekka Gade og Jógvan Thomsen
  • Árið og kalendarin, Sunniva G. Mortensen
  • Klimaroknari, Rói Dam Dalsgarð
Mikudagin 10. mai

Kl. 9

Finn fimtan føroysk.

Barnabókasavnið skipar fyri veiðuferð eftir stuttfluttum mati og lutum. Luttakandi fáa eina brosju og hava møguleika at vinna eina súkklu við hjálmi.

Opið er til kl. 20.

Kl. 9 og 11

Umhvørvisveiða á Margarinfabrikkini.

Tilmelding á fabrikkin@torshavn.fo

 

Kl. 19

At velta sjálvi - íblástrarkvøld í skúlanum í Kaldbak

Prát um felagsvelting og um grønmetissløg, ið eru roynd úti og í vakstrarhúsi. Eisini verður fyrilestur um eplavelting. Gunnar Bjarnason og Katrin Petersen við fleiri luttaka.

Hósdagin 11. mai

Kl. 9

Finn fimtan føroysk.

Barnabókasavnið skipar fyri veiðuferð eftir stuttfluttum mati og lutum. Luttakandi fáa eina brosju og hava møguleika at vinna eina súkklu við hjálmi.

Opið er til kl. 20.

Kl. 9 og 11

Umhvørvisveiða á Margarinfabrikkini.

Tilmelding á fabrikkin@torshavn.fo


Kl. 14 - 17

Endurnýtsluverkstova á Býarbókasavninum við Edith frá Litbrigdi

Bøkur, endurnýtsla, klipp og náttúra eru lyklaorðini fyri ókeypis verkstovuna, sum er ætlað børnum og ungum. Børn undir 7 ár kunnu luttaka saman við vaksnum. Edith frá Litbrigdi vegleiðir og arbeiðir saman við luttakarunum.

Kl. 17

Burðardyggur krukkumatur

Verkstova við Sunnivu G. Mortensen (Matkovin) og Veronicu Petrillo (Roks og Ræst) í Perluni.

Tilmelding á torsinfo@torshavn.fo ella á tel. 30 24 25

Kl. 19

Evniskvøld í Broncks

»Tí hini gera tað!« - Nakrar ávirkanir á okkara ferðsluatferð við Katrin Petersen.

»Havnin sum súkklubýur« við Gunnar Dahl-Olsen.

Fríður Dalsgarð, býarverkfrøðingur hjá Tórshavnar kommunu, tekur samanum og greiður frá átøkunum.

Livandi tónleikur við Serhii Ilin

Umhvørvisstuðulin verður latin, umframt Grøna virðislønin frá Tórshavnar
kommunu, Grøna gávan frá Etika og grøna gávubrævið frá Nema.

Fríggjadagin 12. mai

Kl. 9

Finn fimtan føroysk.

Barnabókasavnið skipar fyri veiðuferð eftir stuttfluttum mati og lutum. Luttakandi fáa eina brosju og hava møguleika at vinna eina súkklu við hjálmi.

Opið er til kl. 20.

Kl. 9 og 11

Umhvørvisveiða á Margarinfabrikkini.

Tilmelding á fabrikkin@torshavn.fo


Kl. 10

Ruddingardagar fyri skúlar, virki og stovnar í Tórshavnar kommunu.

Tilmelding á síðuni Ruddingardagar 2023

Kl. 17

Stuttfluttur fimmari í Perluni

Umboð frá Føroya Bjór hevur framløgu um burðardygt bjór og brús í Perluni. Føroya Bjór bjóðar smakkroyndir.

Livandi tónleikur við Land of Maybe.

Leygardagin 13. mai

Kl. 9

Almennur ruddingardagur.

Ruddingardagur fyri eigarafeløg, ítróttafeløg, skótar og øll onnur.

Tilmelding á síðuni Ruddingardagar 2023

Kl. 10

Finn fimtan føroysk.

Barnabókasavnið skipar fyri veiðuferð eftir stuttfluttum mati og lutum. Luttakandi fáa eina brosju og hava møguleika at vinna eina súkklu við hjálmi.

Opið er til kl. 17.

Kl. 14

Plantuskeið við Maud á Býarbókasavninum

Fyrilestur við Maud Wang Hansen um plantur og fræ.

Tilmelding á torsinfo@torshavn.fo ella tel. 30 24 25

Plantupakkarnir í ár

Leygardagin 6. mai verður tiltakið Plantið eitt træ, har fólk fáa ókeypis plantupakkar at taka heim við.

Minst til at fylgja góðum grannasiði, tá tú setir runnar niður ella plantar trø. Á síðu okkara um garðar, hegn og gongubreyt og í faldara okkara »Plantið eitt træ í góðum grannalag« kanst tú lesa meira um, hvat tú skalt hava í huga, tá tú plantar trø ella setir runnar niður.

Garðar, hegn og gongubreyt

Plantið eitt træ í góðum grannalag

Tak súkkluna til arbeiðis í umhvørvisvikuni - tað er sunnari, stuttligari, bíligari og umhvørvisvinarligari

Trýst á myndina
Umhvørvisevni 2023

Flutningur

Hvørt ár velur Umhvørvisdeildin í Tórshavnar kommunu eitt ella fleiri umhvørvisevni í sambandi við Umhvørvisvikuna og umhvørvisstuðulin. Evnini leggja seg aloftast upp at einum ella fleiri av teimum 17 heimsmálunum hjá ST fyri burðardyggari menning.

Umhvørvisevnið í 2023 er »flutningur«. Fólkaflutningur og flutningur av mati, vørum og tilfari fyllir nógv í okkara samfelag. Flutningur bæði kostar og dálkar. Tað er tí umráðandi, at vit framhaldandi finna mátar at bøta um, stytta um, umskipa ella endurhugsa flutningin og minka um okkara útlát og útreiðslur.

Á Umhvørvisvikuni 2023 fáa vit høvi at endurhugsa tað, vit vita og halda um flutning og umhvørvi.


Heimsmál 12

Flutningur er óloysiligur partur av nýtslu- og framleiðslumynstrinum í okkara samfelag. Evnið »flutningur« vísir sostatt aftur til heimsmál 12, ið snýr seg um at tryggja burðardygg nýtslu- og framleiðslumynstur.

advertisement


Heimsmál 11

Ellinta heimsmál snýr seg um burðardyggar býir og bygdir. Eitt undirmál undir hesum yvirskipaða heimsmáli snýr seg júst um almennar flutningsskipanir, ið mugu gerast tryggar, rímiliga príssettar, atkomuligar og burðardyggar.

2d barcode


Heimsmál 3

Flutningur í breiðum høpi kann harumframt skiljast sum tann flutningsmøguleiki, vit menniskju sjálvi nýta. Triðja heimsmál snýr seg um góða heilsu og vælferð. Í einum burðardyggum infrakervi verður ofta eggjað til, at ein velur súkkluna, felagsflutning og beinini framum bilin. Góð heilsa er av tí sama bæði ein stremban og ein natúrlig fylgja av, at menniskju raðfesta burðardyggu møguleikarnir, tá tey ynskja at røra seg í býnum.

logo

Heimsmálini hjá ST

Á býráðsfundi 28. mars 2019 gjørdi Tórshavnar kommuna av at seta heimsmálini fyri burðardyggari menning hjá ST á dagsskrá og at gera heimsmálini til fastan part av umhvørvispolitikkinum hjá Tórshavnar kommunu.

Heimsmálini eru 17 í tali og hava til endamáls at fáa allar heimsins tjóðir til at stremba fram ímóti einum burðardyggum samfelag og heimi; øll lond skulu mennast búskaparliga, sosialt og umhvørvisliga á ein burðardyggan hátt. Hugsjónin er, at øll heimsins lond skulu arbeiða við at røkka teimum 17 málunum innan 2030.

Tú kanst lesa meira um heimsmálini í frágreiðingini »Heimsmálini fyri burðardyggari menning«, sum Føroya Landsstýri almannakunngjørdi í 2018.

Heimsmálini fyri burðardyggari menning

Gerðabókin fyri býráðsfundin 28. mars 2019

Stuttflutt tilfeingi við Gunnvør Hofgaard, Lítliskúli
Stuttflutt tilfeingi við Gunnvør Hofgaard, Lítliskúli

Stuttflutt tilfeingi er ein verkætlan, sum lærir børn og vaksin at gagnnýta stuttflutt tilfeingi. Lítliskúli fer at fáa ein matligan skúlagarð, har ið børnini millum annað fara at gera sankutøð, velta grønmeti og planta berjarunnar.

Hvørja viku hevur Lítliskúli ein útidag, og ætlanin er at brúka onkran av hesum á seiðabergi.

Alt tilfeingið verður so brúkt í matarskipanini og í køkundirvísingini á Lítlaskúla.

Latið verður kr. 75.000 til verkætlanina

Byggitilfar við Niels Mellemgaard
Byggitilfar við Niels Mellemgaard

Byggitilfar er ein verkætlan, sum skal geva borgarum møguleikan at keypa og selja byggitilfar á serstakari heimasíðu. Ætlanin er, at borgarar skulu kunna fara inn á heimasíðuna og leita eftir tilfari, teimum manglar, samstundis sum borgarar og fyritøkur eisini kunnu selja avlopstilfar á síðuni. Hugsað verður eisini um byggitilfar sum stavar frá niðurtøku ella umbyggingum.

Hetta fer vónandi at føra við sær, at meira byggitilfar verður endurnýtt og minni verður innflutt.

Latið verður kr. 79.200 til verkætlanina.

Vit flyta okkum nærri einum ruskleysum høvuðsstaði við Rudda Føroyar
Vit flyta okkum nærri einum ruskleysum høvuðsstaði við Rudda Føroyar

Verkætlanin snýr seg um at skipa fyri einum stórum ruddingardegi tann 16. september 2023, har málið er at fáa 2000 fólk í øllum aldursbólkum at rudda býin saman við politikarum.

Stuðul verður latin til at framleiða ein stuttfilm, sum skal fáa fólk at steðga á og ásanna, hvussu týdningarmikið tað er, at vit øll gera okkara fyri at halda høvuðsstaðin ruddiligan.

Latið verður kr. 47.900 til verkætlanina.

Náttúruráðstevnan 2023 við FNU
Náttúruráðstevnan 2023 við FNU

Ætlanin er at halda eina Náttúruráðstevnu í Norðurlandahúsinum á heysti 2023. Náttúruráðstevnan skal millum annað lýsa, hvat borgarar og fyritøkur kunnu gera fyri at liva og virka meira burðardygt.

Ætlanin er at náa so nógvum málbólkum sum møguligt, so har verður okkurt til bæði børn og vaksin.

Latið verður kr. 47.900 til verkætlanina

Voxpop í Steinatúni um bussleiðina í sambandi við Umhvørvisvikuna

Voxpop í SMS um bussleiðina í sambandi við Umhvørvisvikuna

Bakgrundskunning

Umhvørvispolitikkurin hjá Tórshavnar kommunu

Umhvørvispolitikkurin hjá Tórshavnar kommunu skal vísa okkum øllum á ta grønu leiðina og er sostatt eitt stýriamboð, ið skal hjálpa okkum øllum við at fyribyrgja útlát, burturkast og dálking. Grundleggjandi fyri umhvørvispolitikkin er visjónin um, at komandi ættarlið skulu hava somu møguleikar at gagnnýta náttúruna sum undanfarin ættarlið.

Umhvørvispolitikkurin varð kunngjørdur í 2016. Politikkurin verður eftirmettur annaðhvørt ár og verður endurskoðaður sættahvørt ár.

Grøna leiðin - umhvørvispolitikkur fyri Tórshavnar kommunu

Leiðreglur fyri runnagirðingar og trø

Tað er sera umráðandi, at tú fylgir leiðreglunum, tá tú setir niður runnar ella plantar trø. Markið móti grannum og øðrum skal altíð virðast. Tú mást millum annað hava fyrilit fyri víddini á fullvaksna runninum. Tað vil siga, at tú skalt seta runnarnar niður 40 cm inni á tínum egna stykki.

Ætlar tú at planta trø, er tað umráðandi, at tú ikki kemur ov nær markinum hjá tínum granna. Ongar neyvar ásetingar eru um, hvussu høg einstøk trø kunnu vera í urtagørðum. Her er tí neyðugt at fylgja góðum grannasiði. Tú kanst lesa meira um okkara tilmæli í faldaranum um planting av trøum og runnum.

Plantið eitt træ í góðum grannalag

Umhvørvisdeildin
Umhvørvisdeildin

Niels Finsens gøta 17, 100 Tórshavn

Les um Umhvørvisdeildina


torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9 - 16
Fríggjadag9 - 15