Lat aftur
Tema
Umhvørvisvikan 2025 – saman fáa vit nýggjar vanar

Mikudagin 7. og leygardagin 10. mai taka vit øll eitt tak fyri náttúru okkara. 

Ruddingardagar 2025

Umhvørvisvikan 2025 – saman fáa vit nýggjar vanar

Árliga umhvørvisvikan hjá Tórshavnar kommunu verður í døgunum 3.-10. mai. Evnið í ár er grønur lívsháttur. Høvuðsdenturin verður lagdur á, hvussu vit saman kunnu fáa betri umhvørvisligar og burðardyggar vanar, og hvussu Tórshavnar kommuna kann gera tað lættari hjá okkum øllum at velja grønu leiðina.

Við heitinum »Slóða fyri« granska vit, hvat vit hvør sær og saman kunnu gera fyri at verja umhvørvið – bæði í tí dagliga, men eisini í tí stóra við til dømis ikki at lata okkum lumpa av grønvasking, taka lut í orðaskifti um umhvørvispolitikkin hjá Tórshavnar kommunu og seta krøv til bæði vinnu og tað almenna.

Høvuðsdenturin verður tó lagdur á, hvussu vit saman kunnu fáa betri umhvørvisligar og burðardyggar vanar, og hvussu Tórshavnar kommuna kann gera tað lættari hjá okkum øllum at velja grønu leiðina.

Skráin verður kunngjørd í næstum, men borgarar í høvuðsstaðarkommununi kunnu gleða seg til fyrilestrar við burðardyggu »badass« (sum hon sjálv nevnir seg) Gittemarie Johansen, kjak, umvælingarverkstovu, filmssýning, familjudag við spíriverkstovu, klædnaumbýtingartiltak og mangt annað.

Ein serlig skrá er til skúlar, miðnámsskúlar og dagstovnar, og vælumtóktu afturvendandi tiltøkini sum ruddingardagarnir, gongutúrar í náttúruni og Plantið eitt træ verða sjálvandi á skránni aftur í ár.

Sum vant verða grøna virðislønin hjá Tórshavnar kommunu og umhvørvisstuðulin eisini handað á umhvørvisvikuni.

Umhvørvisvikan tekur støði í heimsmálunum hjá ST fyri burðardygga menning, og í ár eru tað heimsmál 3 – góð heilsa og vælferð, 11 – burðardyggir býir og bygdir og 12 – ábyrgdarfull nýtsla og framleiðsla, sum eru í miðdeplinum.

Les meira um skránna niðanfyri:

Skráin fyri Umhvørvisvikuna 2025

Skráin fyri umhvørvisvikuna
Leygardagin 3. mai

Kl. 10-17 Klædnaumbýtingardagur á Býarbókasavninum

Hevur tú klæðir, sum tú ikki brúkar longur? So kanst tú koma á Býarbókasavnið og leggja tey til onnur at taka sær. Samstundis kanst tú ogna tær okkurt plagg – ókeypis – sum onnur hava latið til klædnaumbýtingardagin. 

Klæðini liggja frammi á veghæddini allan dagin.

 

Kl. 11 Setanin av Umhvørvisvikuni

Kristianna W. Poulsen, forkvinna í náttúru- og umhvørvisnevnd Tórshavnar býráðs, setir umhvørvisvikuna á Vaglinum.

 

Kl. 11 Plantið eitt træ

Tórshavnar kommuna letur borgarum ókeypis plantupakkar og grønmetisspírar á parkeringsøkinum við býráðssalin.

Á bygd verður útlutan av plantupakkum og grønmetisspírum leygardagin 10. mai.

Havið posa við til planturnar.

Faldarin Plantið eitt træ

Kl. 11 Plantu- og matmarknaður

Plantu- og matmarknaður í Gongugøtuni í Havn við plantum, sum eru aldar í Føroyum og staðbundnum mati.

Plantualarar frá Gróðurstøðini og matframleiðarar úr øllum Føroyum luttaka, og møguleiki verður at keypa leskiligar hágóðskuvørur beinleiðis frá veitaranum.

 

Kl. 11-14 Súkkluverkstaður á Vaglinum

Fólk frá Súkkluverkstaðnum hjá Gunnari vera á Vaglinum og hjálpa tær við at fáa súkkluna til reiðar til summarið. Verkstaðið er ókeypis, men rindast má fyri møguligum tilfari.

 

Kl. 15-17 Gongutúrur í Velbastað við ferðaleiðara úr Gongufelagnum

Ein lættur túrur fyri alla familjuna við ferðaleiðara úr Gongufelagnum.

Vit ganga til Steinin á fjalli og hoyra søgnina um steinin. Um viðrar, ganga vit eisini Niðaná. Túrurin tekur á leið 1,5 tíma. 

Bussleið nr. 7 koyrir úr Steinatúni klokkan 14.54. Túrurin er ókeypis.

Til ber at koyra við bussi heim aftur – viðmerk tað, tá tú meldar teg til.

Tilmelding: visitorshavn.fo
Sunnudagin 4. mai

Kl. 10-13 Gongutúrur suður í Dalar í Nólsoy

Ein lættur túrur suður í Dalar í Nólsoy fyri alla familjuna við staðkendum ferðaleiðara. Túrurin byrjar kl. 10 og tekur á leið 1,5-2 tímar.

Drekkamunnur og brellbitar verða at fáa aftaná túrin.

Báturin siglir av Bursatanga kl. 9.30 og úr Nólsoy kl. 13.25

Túrurin er ókeypis, men luttakarar gjalda sjálvi fyri ferjuna.

Tilmelding á visittorshavn.fo


Kl. 12-17
Familjudagur í Norðurlandahúsinum

Umhvørvisvikan og Norðurlandahúsið bjóða familjum til ein spennandi dag við alskyns virksemi fyri børn og vaksin.

Á skránni verða spíriverkstovur til børn, fyrilestrar fyri vaksin, rundvísing í nýggjum vakstrartunli, sum eisini er opin at vitja, barnabio, bøtiverkstova, plantuveiðuferð og ymiskt annað ítriv, sum familjur kunnu gera saman.

Tiltøkini eru ókeypis. Opið er frá kl. 12 til 17


Kl. 13 og 15
Spíriverkstovur fyri børn, 7-11 ár. Bert fyri børn. 

Tilmelding á nlh.fo


Kl. 13 og 15
 Frásøgn og rundsýning í vakstrarstunlinum.

Hoyr um spennandi vakstrartunlaverkætlanina uttanfyri Norðurlandahúsið, sum kann gerast slóðbrótandi innan plantugróður í Føroyum.


Kl. 14-16
Sashiko-brodering – ein verkstova við Erlu Matras Jensen. 

Bøt og betra klæðir við prýðiligari japanskari brodering.

Tilmelding á nlh.fo


Kl. 16
Grønmeti til føroyskar garðar – fyrilestur við Siggu Rasmussen og Karinu Toftegaard. 

Tær fara at koma við góðum ráðum og tosa út frá bókini »Plantur til matna«, sum Sigga Rasmussen hevur skrivað. Teldutøka bókin fæst ókeypis á heimasíðuni hjá Nám.

 

Kl. 15-17 Súkklurundferð í Havn

El-súkklurundferð kring Havnina við ferðaleiðara frá Rent-a-bike. Vit vitja søguligar og mentanarligar perlur og vøkur náttúrustøð í Tórshavn.

Túrurin byrjar uttanfyri Rent-a-bike á Sverrisgøtu 2 og varar umleið tveir tímar samanlagt. Tú fært útflýggjað el-súkklu og hjálm.

Túrurin er ókeypis og aldursmarkið er 15 ár.

Tilmelding á visittorshavn.fo
Mánadagin 5. mai

Kl. 8.30 og 10 Umhvørvisveiða á Margarinfabrikkini

Umhvørvisveiða á Margarinfabrikkini fyri 1.-4. flokkar í Tórshavnar kommunu.

Lærarar melda flokkarnar til á fabrikkin@torshavn.fo


Kl. 9 og 11 Vitjan á Kommunalu Brennistøðini

Tiltakið er fyri 5. flokkar í Tórshavnar kommunu.

Lærarar melda flokkarnar til á dagbjort@torshavn.fo ella á telefon 28 09 06

 

Kl. 10-20 Veiðuferð á Býarbókasavninum – vinn eina súkklu

Býarbókasavnið bjóðar øllum børnum á veiðuferð eftir súkklulutum á barnabókasavninum. Øll, sum luttaka, eru við í lutakasti um eina súkklu.

Tiltakið er ókeypis.

 

Kl. 17-21 Seyma berinet úr endurnýtslutilfari í NýNý

Lær at seyma berinet úr endurnýtslutilfari í seymiverkstovuni NýNý hjá Bláa Krossi í Niels Finsens gøtu 20.

Verkstovan er ókeypis, og aldursmarkið er 16 ár.

Tilmelding á visittorshavn.fo
Týsdagin 6. mai

Kl. 8.30 og 10 Umhvørvisveiða á Margarinfabrikkini

Umhvørvisveiða á Margarinfabrikkini fyri 1.-4. flokkar í Tórshavnar kommunu.

Lærarar melda flokkarnar til á fabrikkin@torshavn.fo


Kl. 9 og 11
Vitjan á Kommunalu Brennistøðini

Tiltakið er fyri 5. flokkar í Tórshavnar kommunu.

Lærarar melda flokkarnar til á dagbjort@torshavn.fo ella á telefon 28 09 06


Kl. 10-20 Veiðuferð á Býarbókasavninum – vinn eina súkklu

Býarbókasavnið bjóðar øllum børnum á veiðuferð eftir súkklulutum á barnabókasavninum. Øll, sum luttaka, eru við í lutakasti um at vinna eina súkklu.

Tiltakið er ókeypis.

 

Kl. 17-19 NýNý – seymiverkstova úr endurnýtslutilfari

Kom og seyma tær eitt plagg úr endurnýtslutilfari í NýNý seymiverkstovuni hjá Bláa Krossi í Niels Finsens gøtu 20.

Upplatingin er treytað av at tilmeldingar eru.

Melda til í seinasta lagi tveir tímar áðrenn upplating við at senda eini boð á Facebook ella Instagram vangan hjá NýNý og boða frá nær, tú ætlar tær at vera har.


Kl. 19
Burðardygd í verki – veruligar avbjóðingar og loysnir – Fyrilestur í Perluni við Gittemarie Johansen

Áhugaverdur og kveikjandi fyrilestur í Perluni við rithøvundanum og umhvørvismiðlaranum, Gittemarie Johansen, eisini kend á Instagram við brúkaranum @gittemary

Fyrilesturin snýr seg um hvussu vit í eini tíð við veðurlagskreppu, avmarkaðum tilfeingi og óteljandi ósamsvarandi boðum finna skil í øllum hesum. Hvussu kunnu vit brúka okkara tíð og orku til veruliga broyting uttan at drukna í maktarloysi? Gittemarie skilir ímillum greenwashing og veruligar loysnir. Hon gevur eitt hvast, men veruleikakent innlit í, hvussu bæði borgarar og fyritøkur kunnu gera mun.

Fyrilesturin er ókeypis og drekkamunnur verður at fáa.

Mikudagin 7. mai

Kl. 8.30 og 10 Umhvørvisveiða á Margarinfabrikkini

Umhvørvisveiða á Margarinfabrikkini fyri 1.-4. flokkar í Tórshavnar kommunu.

Lærarar melda flokkarnar til á fabrikkin@torshavn.fo


Kl. 9-11 Hvussu gera vit mun? Burðardygd uttan bullshit

Tiltak fyri miðnáms- og hádeildsnæmingar í Norðurlandahúsinum.

Tiltakið er ókeypis.


Kl. 10-20 Veiðuferð á Býarbókasavninum – vinn eina súkklu

Býarbókasavnið bjóðar øllum børnum á veiðuferð eftir súkklulutum á barnabókasavninum. Øll, sum luttaka, eru við í lutakasti um eina súkklu.

Tiltakið er ókeypis.

 

Kl. 10 Ruddingardagur fyri skúlar, stovnar og virkir 

Ver við í lutakastinum um tvey gávukort upp á 6.000 kr. Við at senda inn mynd frá ruddingardegnum.

Freistin at lata myndir inn og vera við í lutakastinum er 14. mai.

Melda til í seinasta lagi 6. mai og send mynd til kappingina á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu á Ruddingardagar 2025


Kl. 17
Nýtt Ting- og leikasavn letur upp í Býarbókasavninum

Kristianna W. Poulsen, forkvinna í náttúru- og umhvørvisnevnd Tórshavnar býráðs bjóðar vælkomin.

Vónbjørt Vang býarbókavørður og leiðari á Býarbókasavninum greiður frá um nýggja Ting- og leikasavnið.

Góður drekkamunnur verður at fáa.

 

Kl. 20 Filmsýning í Havnar Bio: The End

Í samstarvi við Filmsfelagið sýna vit nýggja filmin hjá Oscartilnevnda leikstjóranum, Joshua Oppenheimer: Fimmogtjúgu ár eru liðin síðan ein stór umhvørvisvanlukka elvdi til, at ikki ber til at búgva á Jørðini. Húskið, sum filmurin lýsir, er byrgt inni í einum bunkara undir jørð. Her royna tey at halda fast í vónini, og koma gjøgnum dagin við gerandisligum ritualum og virksemi. Men so kemur ein genta og vendur øllum á høvdið. Filmurin er ein nemandi og djúpt menniskjansligur sangleikur í eini dystopiskari framtíð, sum lýsir nøkur av seinastu fólkunum, ið til eru.

Í høvuðsleiklutunum eru Oscarvinnarin, Tilda Swinton, Michael Shannon, frá The Shape of Water, George MacKay, frá 1917 og Moses Ingram, sum var við í The Queen’s Gambit.

Kristianna Winther Poulsen, forkvinna í náttúru- og umhvørvisnevndini fer at innleiða sýningina í Havnar Bio.

Filmurin er á enskum við donskum teksti.

Les meira um filmin og fá ókeypis atgongumerki á heimasíðuni hjá Havnar Bio: 

Filmsfelagið | Havnar Bio

Hósdagin 8. mai

Kl. 8.30 og 10 Umhvørvisveiða á Margarinfabrikkini

Umhvørvisveiða á Margarinfabrikkini fyri 1.-4. flokkar í Tórshavnar kommunu.

Lærarar melda flokkarnar til á fabrikkin@torshavn.fo


Kl. 10-20 Veiðuferð á Býarbókasavninum – vinn eina súkklu

Býarbókasavnið bjóðar øllum børnum á veiðuferð eftir súkklulutum á barnabókasavninum. Øll, sum luttaka, eru við í lutakasti um eina súkklu.

Tiltakið er ókeypis.

 

Kl. 13.30-16.30 Lætta um burðardyggu mannagongdirnar – The Sustainable Seminar í Norðurlandahúsinum

The Sustainable Seminar er eitt seminar um burðardygd, har umboð fyri Green Producers Club (GPC)  fara at greiða frá teirra arbeiði við burðardygd í skapandi vinnunum. Tiltakið er fyriskipað í samstarvi við Norðurlandahúsið og gevur týdningarmikið innlit í burðardyggar mannagongdir.

Á skránni er framløga um Green Producers Club, gjøgnumgongd av einstøkum dømum og framløgur um átøk innan fyri kreativa geiran.

Eisini verða verkstovur, har tú kanst royna amboðskassan hjá GPC og læra, hvussu tit kunnu brúka amboðini í tykkara egnu fyritøku ella felagsskapi.

Tiltakið er viðkomandi fyri tey, ið arbeiða við ítrótti, framførslum, filmi og sjónvarpi, við bæði størri og smærri tiltøkum, og fyri øll áhugað.

Tiltakið er alment og ókeypis.

 

Kl. 17-19 NýNý – seymiverkstova úr endurnýtslutilfari

Kom og seyma tær eitt plagg úr endurnýtslutilfari í NýNý seymiverkstovuni hjá Bláa Krossi í Niels Finsens gøtu 20.

Tiltakið er ókeypis.

Upplatingin er treytað av at tilmeldingar eru. Melda til í seinasta lagi tveir tímar áðrenn upplating við at senda eini boð á Facebook ella Instagram vangarnar hjá NýNý og boða frá nær, tú ætlar tær at vera har.


Kl. 18-19.45
Grøna kvøldið í Kaldbakshøllini

Kom til eitt áhugavert og læruríkt kvøld í Kaldbakshøllini í Kaldbak har umhvørvið er á breddanum við spennandi fyrilestrum, virðislønahandanum og livandi tónleiki við Guðrið Hansdóttir og Heiðriki á Heygum. Eisini verður umhvørvisstuðulin latin.

Kristianna W. Poulsen fer at greiða frá umhvørvispolitikkinum í Tórshavnar kommunu, hvør støðan er, og hvørja leið kommunan velur at fara.

Gittemarie Johansen, rithøvundur og umhvørvismiðlari, fer at hava eina hvassa og kveikjandi framløgu um Greenwashing. Um tær snildir, sum fyritøkur nýta fyri at fáa okkum at halda, at tær eru meira burðardyggar, enn tær í veruleikanum eru. Hon avdúkar, hvussu brúkarar verða villleiddir – og tað týdningarmesta: hvussu tú kanst læra at gjøgnumskoða hetta!

Brellbitar verða at fáa áðrenn vit byrja og góðbitar og kaffi í steðginum.

Bussleiðin, leið 5, koyrir av Hálsi í Havn kl. 17.18 og úr Kaldbak kl. 19.55

Tiltakið er ókeypis.

Fríggjadagin 9. mai

Kl. 8.30 og 10 Umhvørvisveiða á Margarinfabrikkini

Umhvørvisveiða á Margarinfabrikkini fyri 1.-4. flokkar í Tórshavnar kommunu.

Lærarar melda flokkarnar til á fabrikkin@torshavn.fo


Kl. 10-20 Veiðuferð á Býarbókasavninum – vinn eina súkklu

Býarbókasavnið bjóðar øllum børnum á veiðuferð eftir súkklulutum á barnabókasavninum. Øll, sum luttaka, eru við í lutakasti um eina súkklu.

Tiltakið er ókeypis.

Kl. 17-19 Súkklurundferð í Havn

El-súkklurundferð kring Havnina við ferðaleiðara frá Rent-a-bike. Vit vitja søguligar og mentanarligar perlur og vøkur náttúrustøð í Tórshavn.

Túrurin byrjar uttanfyri Rent-a-bike á Sverrisgøtu 2 og varar á leið tveir tímar samanlagt. Tú fært útflýggjað el-súkklu og hjálm.

Túrurin er ókeypis og aldursmarkið er 15 ár.

Tilmelding á visittorshavn.fo
Leygardagin 10. mai

Kl. 9 Almenni ruddingardagurin

Fyri allar borgarar, eigara-, ítrótta- og áhugafeløg.

Ver við í lutakastinum um tvey gávukort upp á 6.000 kr. Við at senda inn mynd frá ruddingardegnum. 

Freistin at lata myndir inn og vera við í lutakastinum er 14. mai.

Seinasta freist at tekna seg til ruddingardagarnar er týsdagin 6. mai 2025. 

Melda til og send mynd á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu á Ruddingardagar 2025


Kl. 9 Ruddingardagur úti á bygd

Staðbundu nevndirnar skipa fyri ruddingardegi. Bingjur og posar verða koyrd út til bygdirnar.     

Seinasta freist at tekna seg til ruddingardagin er týsdagin 6. mai 2025. 

Ver við í lutakastinum um tvey gávukort upp á 6.000 kr. Við at senda inn mynd frá ruddingardegnum. Freistin at lata myndir inn og vera við í lutakastinum er 14. mai.

Melda til og send mynd á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu á Ruddingardagar 2025


Kl. 9 Plantið eitt træ úti á bygd

Tórshavnar kommuna letur borgarum ókeypis plantupakkar og grønmetisspírar. Hendan dagin verður latið til borgarar í Kollafirði, Kaldbak, Nólsoy, Hvítanesi, Kirkjubø, Velbastað og Hesti. Havið posa við til planturnar.

 

Kl. 10-20 Veiðuferð á Býarbókasavninum – vinn eina súkklu

Býarbókasavnið bjóðar øllum børnum á veiðuferð eftir súkklulutum á barnabókasavninum. Øll, sum luttaka, eru við í lutakasti um eina súkklu.

Tiltakið er ókeypis.

Umhvørvisevni 2025

Grønur lívsháttur

Hvørt ár velur Umhvørvisdeildin í Tórshavnar kommunu eitt ella fleiri umhvørvisevni í sambandi við umhvørvisvikuna og umhvørvisstuðulin. Evnini leggja seg aloftast upp at einum ella fleiri av teimum 17 heimsmálunum hjá ST fyri burðardyggari menning.

Umsóknir um umhvørvisstuðul skulu sum meginregla halda seg innan valda evnið. Tó kunnu aðrar viðkomandi verkætlanir eisini fáa stuðul, sum liggja innan fyri endamálsorðingina fyri stuðul til umhvørvistiltøk.

Umhvørvisevnið í 2025 er grønur lívsháttur. Hvørji val taka vit í okkara gerandisdegi? Á umhvørvisvikuni fara vit at seta fokus á góðar, umhvørvisligar og burðardyggar vanar, og sum kommuna vilja vit stuðla undir møguleikanum hjá borgarum at hava ein grønan lívshátt. Hetta evni leggur seg upp at heimsmálunum nummar 3, 11 og 12.


Heimsmál 3 – góð heilsa og vælferð 

Góð heilsa og vælferð skal tryggja øllum eitt heilsugott lív og virka fyri trivnaði fyri øll í øllum aldrum.


Heimsmál 11 – burðardyggir býir og bygdir

Burðardyggir býir og bygdir snýr seg millum annað um at gera býir og búsetingar inkluderandi, trygg, dygg og burðardygg. 

 

Heimsmál 12 – ábyrgdarfull nýtsla og framleiðsla

Heimsmál 12 snýr seg um at tryggja burðardygga nýtslu og framleiðslumynstur.

Heimsmálini hjá ST

Á býráðsfundinum 28. mars 2019 gjørdi Tórshavnar kommuna av at seta tey 17 heimsmálini fyri burðardyggari menning hjá ST á dagsskrá og at gera heimsmálini til fastan part av umhvørvispolitikkinum hjá Tórshavnar kommunu. 

Heimsmálini eru 17 í tali og hava til endamáls at fáa allar heimsins tjóðir at stremba eftir einum burðardyggum samfelagi og heimi. Øll lond skulu mennast búskaparliga, sosialt og umhvørvisliga á burðardyggan hátt. Hugsjónin er, at øll heimsins lond skulu gera sítt fyri at røkka hesum 17 málum innan 2030.

Tú kanst lesa meira um heimsmálini í frágreiðingini »Heimsmálini fyri burðardyggari menning«, sum Føroya Landsstýri almannakunngjørdi í 2018.

Heimsmálini fyri burðardyggari menning

Gerðabókin fyri býráðsfundin 28. mars 2019

Bakgrundskunning

Umhvørvispolitikkurin hjá Tórshavnar kommunu

Umhvørvispolitikkurin hjá Tórshavnar kommunu skal vísa okkum øllum á ta grønu leiðina og er sostatt eitt stýriamboð, ið skal hjálpa okkum øllum við at fyribyrgja útlát, burturkast og dálking. Grundleggjandi fyri umhvørvispolitikkin er visjónin um, at komandi ættarlið skulu hava somu møguleikar at gagnnýta náttúruna sum undanfarin ættarlið. 

Umhvørvispolitikkurin varð kunngjørdur í 2016. Politikkurin verður eftirmettur annaðhvørt ár og verður endurskoðaður sættahvørt ár.

Grøna leiðin - umhvørvispolitikkur fyri Tórshavnar kommunu 

Leiðreglur fyri runnagirðingar og trø

Tað er sera umráðandi, at tú fylgir leiðreglunum, tá tú setir niður runnar ella plantar trø. Markið móti grannum og øðrum skal altíð virðast. Tú mást millum annað hava fyrilit fyri víddini á fullvaksna runninum. Tað vil siga, at tú skalt seta runnarnar niður 40 cm inni á tínum egna stykki.

Ætlar tú at planta trø, er tað umráðandi, at tú ikki kemur ov nær markinum hjá tínum granna. Ongar neyvar ásetingar eru um, hvussu høg einstøk trø kunnu vera í urtagørðum. Her er tí neyðugt at fylgja góðum grannasiði. Tú kanst lesa meira um okkara tilmæli í faldaranum um planting av trøum og runnum.

Plantið eitt træ í góðum grannalag

Umhvørvisdeildin
Umhvørvisdeildin

Niels Finsens gøta 17, 100 Tórshavn

Les um Umhvørvisdeildina


torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9 - 16
Fríggjadag9 - 15