Mikudagin 6. og leygardagin 9. mai taka vit aftur eitt tak fyri náttúru okkara.
Les meira her og kom við:
Les meira her og kom við:
Undir heitinum »Saman um grønu framtíðina« skipa vit fyri einari viku, har vit í felag kanna, læra og luttaka í tí, sum kann gera okkum til virknar luttakarar í eini grønari menning — og saman taka fetini móti eini tryggari og burðardyggari framtíð.
Tórshavnar kommuna eggjar fyritøkum, felagsskapum og stovnum at seta sjóneykuna á umhvørvið hesa vikuna – bæði í mun til innanhýsis virksemi og í sambandi við átøk ella tiltøk, sum venda sær til almenningin.
Umhvørvisvikan bjóðar eina breiða skrá við fjølbroyttum tiltøkum. Á skránni er millum annað ruddingardagar í nærumhvørvinum, ymiskar verkstovur fyri børn og vaksin, kunnandi framløgur og kjak um burðadygga menning og náttúruupplivingar.
Ein serlig skrá verður gjørd til dagstovnar og skúlar. Tiltøkini eru løgd til rættis eftir aldursbólkum við tí fyri eyga at geva børnunum eina stuttliga og læruríka uppliving, sum styrkir teirra vitan og áhuga fyri náttúruni og umhvørvinum.
Afturvendandi tiltøkini verða sjálvandi eisini við í ár. Ruddingardagarnir savna á hvørjum ári nógv fólk í feløgum og grannaløgum, sum vilja taka eitt felags tak fyri okkara nærumhvørvi. Vælumtókta tiltakið Plantið eitt træ, har bæði børn og vaksin fáa høvi at seta sítt grøna fingramerki og skapa varandi broytingar í býarmyndini, verður til setanina av umhvørvisvikuni 2. mai.
Umhvørvisstuðulin til grønar verkætlanir, sum Tórshavnar kommuna letur á hvørjum ári, verður eisini latin á umhvørvisvikuni.
Tú kanst taka skránna niður sum pdf niðanfyri. Endaligu skránna við møguligum broytingum sært tú her á síðuni og á Tímanum. Tiltøkini eru øll ókeypis.
Být um plantur, pløgg ella putlispøl. Eisini kanst tú leggja putlispøl á ungdómsbókasavninum.
Kristianna W. Poulsen, forkvinna í náttúru- og umhvørvisnevnd Tórshavnar býráðs, setir umhvørvisvikuna.
Tórshavnar kommuna letur húskjum ókeypis plantupakkar og grønmetisspírar á parkeringsøkinum við býráðssalin. Havið posa við til planturnar.
Plantið eitt træ - reglur og ráð
Viðlíkahald og smærri umvælingar, soleiðis at súkklan er klár til summarið.
Føroyskt framleiddar plantur, ráðgeving um kompost, maðkar, útispøl og annað.
Støkk inn verkstova við Elini Lindenskov.
Støkk inn verkstovur og virksemi fyri alla familjuna. Tita hevur opið.
Tak tína mekanisku brotnu leiku við og fá hana umvælda.
Tita skipar fyri praktiskari kompost- og gróðurverkstovu.
Búnaðarstovan skipar fyri einfaldari byggiverkstovu.
Løtt og hendingarík rundvísing inni og uttanfyri Norðurlandahúsið. Tilmelding á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum
Familjudagur í Norðurlandahúsinum (nlh.fo)
Virðisløntur animationsfilmur úr Baltikum. Einki mál. Atgongumerki 20 krónur. Bílegg atgongumerki á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum.
Starvsfólk frá Tjóðsavninum greiða frá um Koltursverkætlanina. Siglt verður av Gomlurætt, og túrurin er ókeypis. Tilmelding á heimasíðuni hjá Visit Tórshavn.
Tiltak fyri 1.-4. flokkar. Lærarar melda flokkar til við at skriva til fabrikkin@torshavn.fo.
Tiltakið er fyri 5. flokkar. Lærarar melda flokkar til við at skriva til dagbjort@torshavn.fo ella á telefon 28 09 06.
Leita eftir føroyskum blómum. Øll, sum luttaka, eru við í lutakasti um ferðaklárar Fjällräven ryggsekkir.
Být um plantur, pløgg ella putlispøl. Eisini kanst tú leggja putlispøl á ungdómsbókasavninum.
Vegleiðing og tilfar liggur til taks í listarúminum.
Gunnhild Dahl Niclasen, humanvistfrøðingur og bóndakona, hugleiðir. Upplestur við Marjuni Syderbø Kjelnæs, og Ólavur á Váli Olsen syngur nøkur løg. Eftir tiltakið verður drekkamunnur í Roykstovuni.
Tiltak fyri 1.-4. flokkar. Lærarar melda flokkar til við at skriva til fabrikkin@torshavn.fo.
Tiltakið er fyri 5. flokkar. Lærarar melda flokkar til við at skriva til dagbjort@torshavn.fo ella á telefon 28 09 06.
Leita eftir føroyskum blómum. Øll, sum luttaka, eru við í lutakasti um ferðaklárar Fjällräven ryggsekkir.
Být um plantur, pløgg ella putlispøl. Eisini kanst tú leggja putlispøl á ungdómsbókasavninum.
Vegleiðing og tilfar liggur til taks í listarúminum.
Seyma eitt plagg ella bøt tíni klæðir. Tilmelding á Facebook- ella Instagramvanganum hjá NýNý.
Hoyr um, hvussu tú lætt kanst skilja meira burturkast í gerandisdegnum og síggj, hvussu vit handfara burturkastið víðari til endurvinningar. Tilmelding á heimasíðuni hjá Brennistøðini.
Tiltak fyri 1.-4. flokkar. Lærarar melda flokkar til við at skriva til fabrikkin@torshavn.fo.
Tiltakið er fyri 5. flokkar. Lærarar melda flokkar til við at skriva til dagbjort@torshavn.fo ella á telefon 28 09 06.
Leita eftir føroyskum blómum. Øll, sum luttaka, eru við í lutakasti um ferðaklárar Fjällräven ryggsekkir.
Být um plantur, pløgg ella putlispøl. Eisini kanst tú leggja putlispøl á ungdómsbókasavninum.
Vegleiðing og tilfar liggur til taks í listarúminum.
Tilmelding á torshavn.fo. Øll, sum luttaka, eru við í lutakasti um tvey gávukort á 6000 krónur.
Tilmelding til Ruddingardagar 2026 (torshavn.fo)
Kom við á matmentanartúr. Planta fræ og lær um, hvussu tú skipar ein urtagarð. Eisini verða brellbitar at fáa. Tilmelding á heimasíðuni hjá Visit Tórshavn.
Vitja urtagarðin hjá Maud (visittorshavn.fo)
Filmsfelagið sýnir heimildarfilmin um náttúrubroytingar í Føroyum, Noregi, Svøríki og Danmark. Elsa Berg, borgarstjóri, innleiðir filmin. Bílegg ókeypis atgongumerki á bio.fo. Eru fólk ikki møtt 10 minuttir innan sýningina, kunnu atgongumerkini verða latin øðrum.
Tiltak fyri 1.-4. flokkar. Lærarar melda flokkar til við at skriva til fabrikkin@torshavn.fo.
Tiltakið er fyri 5. flokkar. Lærarar melda flokkar til við at skriva til dagbjort@torshavn.fo ella á telefon 28 09 06.
Leita eftir føroyskum blómum. Øll, sum luttaka, eru við í lutakasti um ferðaklárar Fjällräven ryggsekkir.
Být um plantur, pløgg ella putlispøl. Eisini kanst tú leggja putlispøl á ungdómsbókasavninum.
Vegleiðing og tilfar liggur til taks í listarúminum.
Seyma eitt plagg ella bøt tíni klæðir. Tilmelding á Facebook- ella Instagramvanganum hjá NýNý.
Kristianna Winther Poulsen, forkvinna í náttúru- og umhvørvisnevnd Tórshavnar býráðs, bjóðar vælkomin. Jensia Brodersen frá Náttúruterapi, greiðir frá sambandinum ímillum náttúru, menniskju og heilsu. Umhvørvisstuðulin verður kunngjørdur, og virðislønir verða handaðar. Kvartettin Vibra framførir, og okkurt gott verður til góman.
Tiltak fyri 1.-4. flokkar. Lærarar melda flokkar til við at skriva til fabrikkin@torshavn.fo.
Tiltakið er fyri 5. flokkar. Lærarar melda flokkar til við at skriva til dagbjort@torshavn.fo ella á telefon 28 09 06.
Leita eftir føroyskum blómum. Øll, sum luttaka, eru við í lutakasti um ferðaklárar Fjällräven ryggsekkir.
Být um plantur, pløgg ella putlispøl. Eisini kanst tú leggja putlispøl á ungdómsbókasavninum.
Vegleiðing og tilfar liggur til taks í listarúminum.
Vitja høsnagarðin hjá Gisleyg og Jóannesi. Tey greiða frá ágóðunum við at hava høsn, hvat skal til og hvussu hetta kann gagnnýtast. Eisini bjóða tey brellbitar. Tilmelding á heimasíðuni hjá Visit Tórshavn.
Bólkar og feløg kunnu melda seg til á torshavn.fo og vera við í lutakasti um tvey gávukort upp á 6000 krónur.
Tilmelding til Ruddingardagar 2026 (torshavn.fo)
Staðbundnu nevndirnar býta plantupakkar út og skipa fyri ruddingini.
Leita eftir føroyskum blómum. Øll, sum luttaka, eru við í lutakasti um ferðaklárar Fjällräven ryggsekkir.
Být um plantur, pløgg ella putlispøl. Eisini kanst tú leggja putlispøl á ungdómsbókasavninum.
Vegleiðing og tilfar liggur til taks í listarúminum.
Eins og Grøna leiðin frá 2016 er nýggi umhvørvispolitikkurin eitt yvirskipað stýriamboð til at fyribyrgja útlát, burturkast og dálking. Grundleggjandi fyri umhvørvispolitikkin er visjónin um, at komandi ættarlið skulu hava somu møguleikar at gagnnýta náttúruna sum undanfarin ættarlið. Sum yvirskipað stýriamboð hevur politikkurin týdning fyri fleiri aðrar ætlanir í kommununi, til dømis kommunuætlanina, innkeypspolitikkin, orkupolitikkin og hitaætlanina. Umhvørvispolitikkin sært tú her:
Saman um grønu framtíðina – umhvørvispolitikkur fyri Tórshavnar kommunu 2026-2032
Tað er sera umráðandi, at tú fylgir leiðreglunum, tá ið tú setir niður runnar ella plantar trø. Markið móti grannum og øðrum skal altíð virðast. Tú mást millum annað hava fyrilit fyri víddini á fullvaksna runninum. Tað vil siga, at tú skalt seta runnarnar niður 40 sentimetrar inni á tínum egna stykki.
Ætlar tú at planta trø, er tað umráðandi, at tú ikki kemur ov nær markinum hjá tínum granna. Ongar neyvar ásetingar eru um, hvussu høg einstøk trø kunnu vera í urtagørðum. Her er tí neyðugt at fylgja góðum grannasiði. Tú kanst lesa meira um okkara tilmæli í faldaranum um planting av trøum og runnum.
| Mánadag | 9 | - | 16 |
| Týsdag | 9 | - | 16 |
| Mikudag | 9 | - | 16 |
| Hósdag | 9 | - | 16 |
| Fríggjadag | 9 | - | 15 |