Hevur tú eitt hugskot til, hvussu vit kunnu liva grønt? So kanst tú nú søkja Tórshavnar kommunu um umhvørvisstuðul.
Umsóknarfreistin er 31. mars 2026.
Undanfarin ár hevur eitt ávíst evni verið valt til umhvørvisvikuna, og sum meginregla hava umsóknirnar um umhvørvisstuðul skulað hildið seg innan valda evnið á umhvørvisvikuni.
Í ár verður eitt sindur øðrvísi, tí einki ávíst evni er valt til umhvørvisvikuna. Høvuðsyvirskriftin fyri umhvørvisvikuna í 2026 er »Saman um grønu framtíðina«, sum eisini er yvirskriftin á nýggja umhvørvispolitikkinum hjá kommununi.
Hetta merkir, at vit á umhvørvisvikuni í ár fara at leggja dent á ymisk evnir og átøk, sum taka støði í nýggja umhvørvispolitikkinum, sum verður almannakunngjørdur í næstum.
Í umhvørvispolitikkinum eru trý høvuðsevni, hesi eru: Náttúra og lívmargfeldi, útlát og orka, ringbúskapur og burturkast. Tað verður tí lagt upp til, at umsóknirnar um umhvørvisstuðul í 2026 kunnu fevna breitt.
Tað er tó umráðandi, at umsóknirnar leggja seg uppat einum ella fleiri av heimsmálunum hjá ST fyri burðardygga menning, og at tær liggja innan fyri endamálsorðingina fyri stuðul til umhvørvistiltøk.
Á býráðsfundinum 28. mars 2019 gjørdi Tórshavnar kommuna av at seta tey 17 heimsmálini fyri burðardyggari menning hjá ST á dagsskrá og at gera heimsmálini til fastan part av umhvørvispolitikkinum hjá Tórshavnar kommunu.
Heimsmálini eru 17 í tali og hava til endamáls at fáa allar heimsins tjóðir at stremba eftir einum burðardyggum samfelagi og heimi. Øll lond skulu mennast búskaparliga, sosialt og umhvørvisliga á burðardyggan hátt. Hugsjónin er, at øll heimsins lond skulu gera sítt fyri at røkka hesum 17 málum innan 2030.
Tú kanst lesa meira um heimsmálini í frágreiðingini »Heimsmálini fyri burðardyggari menning«, sum Føroya Landsstýri almannakunngjørdi í 2018.
Kommunan hevur latið umhvørvisstuðul síðan 2004. Undanfarnu verkætlanirnar eru sostatt nógvar í tali, og tær hava eisini verið rættiliga ymiskar: fleiri av kunnandi slag, summar smáar og aðrar stórar.
Niðanfyri hava vit valt nakrar verkætlanir burturúr, sum tú kanst leita tær íblástur úr. Tú kanst eisini finna fleiri verkætlanir og lýsingar í yvirlitinum yvir stuðlaðar umhvørvisverkætlanir 2010-2025, sum tú sært her:
Í reglugerðini fyri stuðul til umhvørvistiltøk finnur tú treytirnar fyri stuðul og fært samstundis eina ábending um, hvussu tú søkir:
Reglugerð fyri stuðul til umhvørvistiltøk
Sambært umhvørvispolitikkinum hjá Tórshavnar kommunu kunnu vit minka um alheimsútlátið av vakstrarhúsgassi og samstundis styrkja føroyska búskapin við at gera íløgur í skipanir, sum gera Føroyar meiri sjálvberandi við til dømis varandi orku, og sum gera tað møguligt at gagnnýta alt tað tilfeingi, sum er í Føroyum.
Tú finnur eitt yvirlit yvir stuðulsjáttanirnar 2010-2025 her:
Yvirlit yvir stuðulsjáttanir 2010-2025
Á býráðsfundinum 28. mars 2019 gjørdi Tórshavnar kommuna av at seta tey 17 heimsmálini fyri burðardyggari menning hjá ST á dagsskrá og at gera heimsmálini til fastan part av umhvørvispolitikkinum hjá Tórshavnar kommunu.
Tú kanst lesa meira um heimsmálini í frágreiðingini »Heimsmálini fyri burðardyggari menning«, sum Føroya Landsstýri almannakunngjørdi í 2018.
| Mánadag | 9 | - | 16 |
| Týsdag | 9 | - | 16 |
| Mikudag | 9 | - | 16 |
| Hósdag | 9 | - | 16 |
| Fríggjadag | 9 | - | 15 |