Lat aftur
Tema
Nýtt røktarheim á Stórubrekku

Nýtt røktarheim á Stórubrekku

Tórshavnar kommuna er farin undir at byggja nýtt Røktarheim á Stórubrekku. Talan er um eitt stórt heim við fleiri minni, samanbygdum húsum í ymsum hæddum og rætningum. Heimið fevnir um 64 búpláss og dagtilboð til 50 eldri heimabúgvandi. Harumframt verða 16 røktaríbúðir til einstaklingar og pør, ið verða tær fyrstu av sínum slag her í landinum.

Status
29. oktober 2025 til februar 2025: Leypandi spreingiarbeiði

Spreingiarbeiðið sum heild verður liðugt í desember 2025. Tó boðar Articon frá, at nakað av smærri spreingiarbeiði kemur at mangla við brandveg og lendinum í útjaðaranum við Røktarheimið á Stórubrekku. Hetta arbeiðið verður eftir ætlan liðugt í februar 2026.

10. februar 2026 til 25. februar 2026: Grótknúsing

Frá 10. februar til 25. februar 2026 verður eftir ætlan nógv grótknúsing á staðnum frá morgni til í seinasta lagi klokkan 22 á kvøldi. Nakað av larmi og støvi stendst av arbeiðinum.

Tíðarætlan fyri Røktarheimið á Stórubrekku
Juli 2025 - mars 2026: Jørðarbeiði

Í hesum tíðarskeiði fer í høvuðsheitum jørðarbeiðið fram. Tað vil siga grevstur, spreinging og planering.

Mars 2026 – januar 2028: Byggingin

Í hesum tíðarskeiði fer byggingin fram, tað vil siga stoypiarbeiðið og timburarbeiðið. Miðað verður eftir at útbyggja arbeiðið í eindum, soleiðis at hvør lon verður útbygd og innilokað.

November 2026 – desember 2027: Leyst og fast innbúgv

Leyst og fast innbúgv kemur uppá pláss.

August 2026 - oktober 2027: Endurskapan av uttanumøkinum

Uttanumøkið verður endurskapað og gjørt liðugt.

Fyrst í 2028: Fyrstu búfólkini flyta inn

Búfólk og starvsfólk taka røktarheimið í nýtslu.

Trýst á myndina

Eitt gott stað at vera, liva og virka

Røktarheimið á Stórubrekku stendur liðugt fyrst í 2028. Talan er um eitt stórt heim við fleiri minni, samanbygdum húsum í ymsum hæddum og rætningum. Heimið fevnir um 64 búpláss og dagtilboð til 50 eldri heimabúgvandi. Harumframt verða 16 røktaríbúðir til einstaklingar og pør, ið verða tær fyrstu av sínum slag her í landinum. Røktarheimið við Stórubrekku verður sostatt eisini størsta røktarheim í kommununi.

Byggingin leggur dent á, at búfólk skulu kenna tað heimligt og trygt, og at umstøðurnar eru róligar við góðum hentleikum. Her verða smá, vard tún og útirúm umframt stórkøkur, vaskarí og fysio-og ergoterapi.

Vilt tú vita meira
Visjónin

Røktarheimið skal vera eitt gott stað at vera, liva og virka, har fólk kenna seg heima og trívast, um tey hava bústað ella arbeiðsstað har. Við støði í sambandinum við náttúru og umhvørvi skal røktarheimið vera ein framsøkin og nærverandi bygningur á altjóða støði.

Røktarheimið skal fevna um 64 búpláss, 16 røktaríbúðir og dagtilboð til 50 eldri heimabúgvandi. 
Skipan av uttanumøkinum er partur av verkætlanini. 

Verkætlanarkappingin

7. desember 2022 vórðu fýra ráðgevaratoyi boðin til verkætlanarkapping um sniðgeving og heildarráðgeving av Røktarheimi á Stórubrekku. Verkætlanin skuldi vísa, hvussu ótroyttu møguleikarnir í økinum við Dalin Langa, saman við røktarbústøðum, urtagørðum og øðrum, kunnu gerast eitt eyðsýnt nýtt andarhol í býnum. Harafturat snúði útboðið seg um tekniska ráðgeving í útinningarskeiðnum og stuðul eftir ABR89 viðvíkjandi prosjektering, útboði í høvuðsarbeiðstøku og ráðgeving í útinningarskeiðinum. Tá freistin var úti 14. mars 2022, vóru fýra uppskot komin inn. Øll innkomin uppskot luku treytirnar og vórðu gjølliga viðgjørd í dómsnevndini. Vinnarin gjørdist EYA.

Uppskotini vórðu mett eftir hesum metingartættum:

  1. Ráðgevarakostnaður (telur 35%)
  2. Arkitekturur og funktión (telur 40%)
  3. Verkætlanarbygnaður, cv, processlýsing o.a. (telur 25%)

Í dómsnevndini sótu: Kristianna W. Poulsen, býráðslimur og forkvinna í dómsnevndini, Súsanna Olsen, býráðslimur, Eyðfríð L. Jacobsen, heilsu- og umsorganarstjóri  og forkvinna í bygginevndini, Eyðna Justinussen, miðfyrisitingarstjóri, Jóhanna við Streym, eindarleiðari í Heilsu- og umsorganartænastuni, Birita Wardum, býararkitektur, Johan Syderbø, leiðari á Bygningsdeildini, Bárður Dam í Baiansstovu, arkitektur og fakdómari tilnevndur av Tórshavnar kommunu og Oyvindur Brimnes, verkfrøðingur og fakdómari tilnevndur av Tórshavnar kommunu.

Vinnarauppskotið til Røktarheimið við Stórubrekku

28. apríl 2023 almannakunngjørdi Tórshavnar kommuna vinnarauppskotið til Røktarheimið við Stórubrekku. Vinnarin gjørdist EYA. Í metingini frá dómsnevndini stendur millum annað at lesa:

»Staðsetingin er á høvdini, miðskeiðis í byggifeltinum. Byggingin tekur atlit til vøkru lendisviðurskiftini í økinum og spælir við og gevur til lendið, samstundis sum hon háttar seg eftir veðurlagnum, har vindeftirgerð hevur verið nýtt sum eitt aktivt amboð í tilgongdini. Uppskotið leggur seg á heyggin og skipar og háttar seg við endamálinum at geva búfólkum og starvsfólkum best møguligt útsýni, serliga eystur í hav og móti Nólsoynni, men eisini vestur móti Dalinum Langa og sethúsabyggingini í grannalagnum«

»Í mun til hølisskipan og samband millum hølir og deildir er býlingurin væl samanbundin, við høvuðsbygningi við væl skipaðum felagsfunktiónum í miðjuni og deildum suður og norður. Uppskotið hevur lætt atkomulig og vælskipað felagsøki miðskeiðis í røktarheiminum. Deildirnar og røktaríbúðirnar knýta seg beinleiðis at felagsøkjunum við passaligari frástøðu í mun til frið og privatlív«

»Byggingin fevnir um nógv og góð útirúm, sum upp á nógvar mátar tykjast væl vard móti veðrinum –garðarnir og túnini tykjast sansastimbrandi, og mælir dómsnevndin til, at hesi verða tikin við í framhaldandi tilgongdini, soleiðis at endaliga úrslitið tryggjar, at tey verða væl vard móti ættunum«

»Atkomuviðurskiftini til býlingin eru væl loyst við atkomu eystanfyri býlingin. Parkering er ætlað móti beninum og í lummum sunnarlaga á økinum. Tríggir bygningar fevna um eitt rúmligt tún, opið móti havinum. Túnið fevnir um atkomuna til røktarheimið. Í túninum eru klettarnir í økinum varðveittir við virðing fyri verandi lendi«

»Byggingin er stílrein, einføld og stillislig. Bygningskropparnir eru samanhangandi, og rútman í útsíðunum er rólig og trygg og minnir um skap og snið, vit eru von at síggja í vanligari sethúsabygging í Føroyum«.

Fakta
  • Røktarheimið á Stórubrekku fer at hava 64 búpláss, 16 røktaríbúðir og dagtilboð til 50 eldri heimabúgvandi
  • 16 røktaríbúðir verða harumframt til einstaklingar og pør, ið verða tær fyrstu av sínum slag í Føroyum
  • Heimið fer at hava stórkøk, vaskarí, fysioterapi og ergoterapi
  • Byggiøkið er á leið 6.700 fermetrar netto til støddar
  • Økið liggur á matrikkli 138a í Hoyvík og er samlað 50.000 fermetrar til støddar
  • Skipan av uttanumøkinum er partur av verkætlanini
Toymið handan verkætlanina

Byggiharri

Heilsu- og umsorganarfyrisitingin er byggiharri. Heilsu- og umsorganarfyrisitingin hevur heitt á Bygningsdeildina undir teknisku fyrisiting um at átaka sær verkætlanarleiðsluna vegna byggiharran.

 

Bygginevnd

Til tess at seta hol á bygging av nýggjum røktarheimi varð við støði í mannagongdini fyri verkætlanir í 2017 sett ein bygginevnd, ið hevur til uppgávu at útvega byggiskrá og definera byggingina nærri í mun til støddir, lutfall, røktaríbúðir og røktarbúpláss, undir hesum eisini demensbúpláss. Limirnir í bygginevndini eru:

Kristianna Winther Poulsen, býráðslimur
Kári Johansen, býráðslimur
Eyðfríð L. Jacobsen, forkvinna, stjóri, Heilsu- og umsorganarfyrisitingin
Eyðna Justinussen, stjóri, Miðfyrisitingin
Birita Wardum, býararkitektur, Býarskipanardeildin
Johan Syderbø, deildarleiðari, Bygningsdeildin

 

Verkætlanarleiðari

Bárður Johannesen, verkætlanarleiðari, Bygningsdeildin í Tórshavnar kommunu.

 

Byggileiðsla

Mikkel Heide Frandsen, Ráð.

 

Heildarráðgevi

Heildarráðgevi er EYA. Undirráðgevar eru Cubo Arkitekter A/S, Verkfo, PB Consult og LBF.

 

Høvuðsarbeiðstakari 

Høvuðsarbeiðstakari er Articon. Byggileiðari er Knút Jakobsen.

Burðardygg bygging

Tórshavnar kommuna hevur bundið seg til at taka atlit til burðardygd í virksemi sínum. Burðardygd er ein javnvág millum sosial-, umhvørvislig- og fíggjarlig viðurskifti. Hetta merkir, at neyðugt er við heildarhugsan og tvørfakligum samstarvi millum partar, har serlig orka skal leggjast í at tryggja, at vigað verður millum sjónarmiðini í hesi trífaldu botnreglu.

Ítøkilig krøv verða sett til orkukarm og orkuveiting. Talan verður um eina samlaða veiting til tess at skapa betri karmar fyri nýhugsandi loysnir. Í hesi verkætlan er dentur lagdur á at verja og varðveita øll grøn øki uppat bygninginum í mestan mun. Hagaflag verður endurnýtt í lendisskráum og gøtum. Flag verður álagt á tekjurnar og túnini verða vard í mestan mun.  

Sjálvt um ongin markvirði eru ásett, skal stórur dentur leggjast á burðardygga bygging, og at verkætlanin fevnir um burðardyggar loysnir í einum størri samanhangi enn ítøkiligu krøvini til orku. Víst verður í hesum sambandi til LCA (Life Cycle Assessment) fyribrigdið, sum er ein arbeiðsháttur til at meta um, hvørja møguliga ávirkan ein ídnaðarvøra ella tænasta hevur á umhvørvið og tilfeingisnýtsluna. LCA er grundað á lívsringrás-hugsanina, tað vil siga, at hugsað verður um alla lívsringrásina hjá eini vøru ella tænastu frá vøggu til grøv í eini umhvørvismeting. 

Við hesi verkætlanini verður farið undir eina nýggja tilgongd, har byggiharrin gevur ráðgevunum til uppgávu í tilgongdini at prosjektera eitt røktarheim sum byggitøkniliga, sosialt, umhvørvisliga og fíggjarliga samanlagt stuðlar undir eina burðardygga menning. Í hesum sambandi verður krav ásett til skjalfesting, ið verður nýtt av byggiharra til at meta um burðardygdina í innkomnum uppskotum við atliti at lívsringrás-sjónarmiðum. Ráðgevarar/arbeiðstakarar skulu veita uppskot til byggiverkætlanina, ið inniheldur nágreiniligar frágreiðingar av teimum framferðarháttum, ið skulu tryggja, at C0₂-útlátið og umhvørvisdálkingin frá byggiverkætlanini verður avmarkað. Hetta skal gerast út frá fatanini av burðardyggari bygging, ið er gjølligari lýst í útbjóðingartilfarinum.

Samband

Eyðfríð Jacobsen
Forkvinna í bygginevndini, stjóri í Heilsu- og umsorganarfyrisitingini
Tel. 30 20 00
eydfridj@torshavn.fo

 

Bárður Johannesen
Verkætlanarleiðari, Bygningsdeildin
Tel. 30 20 10
bardurj@torshavn.fo 

Bygningsdeildin
Bygningsdeildin

Niels Finsens gøta 17, 4. hædd
100 Tórshavn

Tel. 30 20 10

torshavn@torshavn.fo

Upplatingartíðir
Mánadag9-16
Týsdag9-16
Mikudag9-16
Hósdag9-16
Fríggjadag9-15