Stilla upp til ungdómsráðsvalið 2026
Í mars skulu vit velja nýtt ungdómsráð í Tórshavnar kommunu. Býrt tú í Tórshavnar kommunu, og ert tú millum 16 og 25 ár valdagin 24. apríl, ert tú vælkomin at stilla upp. Fráboðanarfreistin er týsdagin 24. februar 2026. Les her, hvussu tú gert.
Høvuðsuppgávan hjá ungdómsráðnum er at umboða ungdómin í ungdómspolitiskum spurningum og vera millumlið ímillum tey ungu og politikararnar. Tað vil millum annað siga at geva politikarunum ráð, innlit og vegleiðing og at vera við til at tryggja, at atlit verða tikin til yngri borgarar, tá ið avgerðir verða tiknar.
Ungdómsráðið skal eisini í so stóran mun sum møguligt vera umboðað í arbeiðsbólkum og nevndum, ið eru viðkomandi fyri ungdómin.
Tú kanst lesa meira um ungdómsráðið niðanfyri og í viðtøkunum niðast á hesari síðuni.