Tinghúsvegur 4
100 Tórshavn
torshavn@torshavn.fo
Tinghúsvegur 4
100 Tórshavn
torshavn@torshavn.fo
Eg eri 23 ára gamal og búgvi í Havn. Eg valdi at stilla upp til Tórshavnar ungdómsráð, tí eg ynski at gera ein veruligan mun fyri børn og ung í kommununi – serliga við at skapa møguleikar, sum eg sjálvur saknaði, tá eg var yngri. Eg brenni fyri ungum, mentan og frítíðarmøguleikum.
Eg havi nógv hugskot og nógva orku til at menna tey undir røttum karmum, og eg eri til reiðar at leggja arbeiði í at gera tey til veruleika.
Eg havi verið vinnurekandi í útivið seks ár og havi verið við til at byggja upp alternativar ítróttagreinir sum klintring/bouldering, skateboarding og parkour. Eg gekk á ítróttarháskúla 2018/19 og síðan á búskaparbreyt 2019–22. Í dag eri eg formaður í Parkourfelagnum, ein leiklutur eg havi havt síðan 2022.
Eg valdi at stilla upp, tí eg havi stóran áhuga í menningini av okkara kommunu, herundir áhugamálini hjá ungum. Eg eri 17 ár og gangi á náttúrubreyt á Glasi á fyrsta ári. Eg síggi fram til saman við hinum í ungdómsráðnum at kunna eyðmerkja, viðgera og kjakast um ungdóm, ungdómslív, samfelag, politikk og leiklutin hjá teimum ungu í kommununi.
Sum heild haldi eg, at vit hava eina væl virkandi kommunu, men tað er umráðandi, at ungdómurin fær høvi at ummæla viðkomandi kommunal nevndar- og býráðsmál út sjónarhorninum hjá teimum ungu.
Eg eri 18 ára gomul, og búgvi í Hoyvík. Eg gangi í 2.g á búskaparbreyt á Glasi, og eri limur í næmingaráðnum. Áðrenn eg byrjaði á Glasi, gekk eg í Hoyvíkar skúla og var forkvinna í næmingaráðnum har. Eftir fólkaskúlan flutti eg niður til Danmarkar og gekk á einum donskum tónleikaeftirskúla, har eg hitti nógv ung. Í frítíðini gangi eg til akkordeon á Musikkskúlanum og arbeiði sum tænari á Hafnia.
Mær hevur altíð dámt væl politikk, og í 8. flokki slapp eg at royna meg á tingsins røðarapalli í sambandi við Ungdómstingið. Eftir tað helt eg nakrar røður, millum annað á femifagnaðinum í 2022 og á 70 ára stovningardegnum hjá Havnar kvinnufelag. Í røðunum tosaði eg um kvinnurættindi millum ungar kvinnur, sum er eitt av mínum hjartamálum.
Tey yngru hava Klubb 188, Argjaskotið og Margarinfabrikkina. Vit eldru mangla eitt miðpunkt, sum ikki er ein partur av religiøsa felagsskapinum ella ballingarlívinum, men har øll kunna møtast og eru vælkomin.
Eg eri 18 ára gamal og gangi í 2.g á náttúrubreyt á Glasi. Eg havi gjørt heilt nógv av ítrótti alt mítt lív, serliga innan badminton og kappróður. Eg eri í næmingaráðnum á Glasir, landsnevndini hjá Unga Tjóðveldi og aðalstjórnarlimur hjá Tjóðveldinum ígjøgnum Unga Tjóðveldi.
Eg eri sera spentur at vera við í ungdómsráðnum í Tórshavnar kommunu og gleði meg at gera Tórshavnar kommunu til eitt stað, har ung trívast og hava hug at liva. Eg stillaði upp til valið, tí eg sá at har vóru fleiri trupuleikar sum umfevna tey ungu í Tórshavnar kommunu.
Eg havi valt at stilla upp til ungdómsráðið fyri at geva ungum í okkara kommunu eina sterka rødd. Serliga vil eg arbeiða fyri, at bygdir sum Kaldbak, Kollafjørður og Nólsoy eisini verða hoyrdar og fáa góðar møguleikar saman við restini av kommununi.
Eg eri 23 ára gamal, timburmanslærlingur og virkin í politiskum ungdómsarbeiði.
Viðtøkurnar fyri Tórshavnar Ungdómsráð sært tú her: