Tíðindi

  • Vel øki
  • Á Hjalla
  • Argir
  • Hestur
  • Hoyvík
  • Hvítanes
  • Kaldbak
  • Kaldbaksbotnur
  • Kirkjubøur
  • Kollafjørður
  • Koltur
  • Nólsoy
  • Norðradalur
  • Oyrareingir
  • Signabøur
  • Sund
  • Syðradalur
  • Tórshavn
  • Velbastaður
  • Vel evni
  • Burturkast
  • Bústaður
  • Býarmenning
  • Bygging
  • Dagstovnur
  • Drekkivatn
  • Heilsa
  • Mentan og frítíð
  • Náttúra og umhvørvi
  • Politikkur
  • Skúli og frítíðarskúli
  • Vegir og ferðsla
  • Vinna
Tíðindi - 06. november 2026
Bústaðir og HVT byggja leiguíbúðir við Villingardalsvegin

37 nýggjar leiguíbúðir skulu byggjast við Villingardalsvegin. Býráðið hevur samtykt at selja Bústøðum lendið, har íbúðirnar skulu byggjast í samstarvi við HVT.

Tíðindi - 06. november 2026
Húsabrúgv stongd í dag kl. 10.30-13 í samandi við arbeiði

Húsabrúgv er stongd frá Vaglinum niðan til parkeringplássið á Húsabrúgv í dag klokkan 10.30-13 í sambandi við arbeiði á Hotel Hafnia.

Tíðindi - 04. november 2026
Partur av Argjavegi stongdur 5. november kl. 19-21

Argjavegur er stongdur frá Kráargøtu til Bakkagøtu hóskvøldið 5. november frá klokkan 19 til 21 í sambandi við arbeiði við gamla skúla á Argjum.

Tíðindi - 03. november 2026
Sjey nýggj bussskýli sett upp

Sjey nýggj bussskýlir eru sett upp ymsa staðni í kommununi,  og tvey afturat verða sett upp innan heilt stutta tíð.

 

Tíðindi - 03. november 2026
Marianna B. Egholm fær 10.000 krónur í stuðli

Minnisgrunnur Sonnu av Skarði hevur gjørt av at lata Marionnu Beritardóttir Egholm 10.000 krónur í stuðli til hennara lestur á Designskúlanum í Kolding, har hon lesur tekstildesign á bachelorstigi.

Tíðindi - 03. november 2026
Beinta Ingeborg Greve fingið stuðul til solosang

Beinta Ingeborg Greve hevur fingið játtaðan stuðul úr Sanglegati til minnis um Sonnu Dahl Waagstein

Tíðindi - 03. november 2026
48 nýggj vinnugrundstykki

Vinnulívið í Tórshavnar kommunu hevur fingið enn betri karmar at veksa í nú nýggja vinnuøkið á Ovara Hjalla er liðugt og avhendað til kommununa.

Tíðindi - 02. november 2026
Partar av Havnagøtu og Eystaru Bryggju stongdir 3. og 4. november

Partur av Havnagøtu, partur av Eystaru Bryggju og báðar rundkoyringarnar við Skansan eru stongd 3. og 4. november frá klokkan 21.30 til klokkan 6 á morgni í sambandi við fresing og asfaltering.

Tíðindi - 02. november 2026
Vegastrekki Undir Kongavarða stongt frá klokkan 23 í kvøld

Vegurin Undir Kongavarða er stongdur frá Glyvursvegi til Klingurstjørn frá í kvøld klokkan 23 til í morgin árini klokkan 6 í sambandi við asfaltering.

Tíðindi - 29. oktober 2026
Móttøka fyri kórinum Tarira

Seinnapartin í gjár var móttøka fyri kórinum Tarira, nú kórið fekk tríggjar virðislønir í Grikkalandi herfyri