Tíðindi - 02. mars 2026

11 av hvørjum 100 borgarum ganga í kvøldskúla

27Feb26 84A9645

Fríggjadagin skipaði kvøldskúlin fyri starvsfólkatiltaki fyri starvsfólkum og undirvísarum.

Samstundis var dagurin eisini ein partur av fyrireikingunum til kvøldskúlaárið 2026-27.

Tiltakið endaði við døgurða um kvøldið.

Heðin Mortensen, varaborgarstjóri, umboðaði Tórshavnar kommunu og segði millum annað:

“Kvøldskúlin ber okkum lærdom innan alskyns øki, og har er nakað at vera saman um.

Turru tølini tala eisini sítt egna mál, um vit skulu gera okkum eina mynd av Kvøldskúlanum.

Í vetur eru tit til dømis 136 lærarar ella undirvísarar, ið hava ikki færri enn 2600 næmingar.

Tað svarar til, at 11 av hvørjum 100 borgarum í Tórshavnar kommunu ganga í kvøldskúla.

Lærugreinarnar eru 136 í tali, og tit eru á 30 ymiskum støðum í allari kommununi.”

“Kvøldskúlin kann so nógv, bæði sosialt, mentanarliga og eisini reint pedagogiskt.

Sosialt hevur hann stóran týdning, tí kvøldskúlafólkini verða sjóðað saman og hugna sær.

Mentanarliga hevur Kvøldskúlin bjargað so mongum, ið annars kundi verið farið fyri bakka.

Millum annað aldargamalt handverk, so sum bátasmíð og annað, ið her verður varðveitt.

Pedagogiskt er Kvøldskúlin við til at fremja fólkaupplýsing og fólksliga frálæru.

Nú er skjótt løgtingsval, og eitt av nógv umrøddu málunum væntast at verða útlendingamál.

Hevur tú sagt útlendingamál, so er ikki langt frá, at næsta orðið er integratión.

Eisini har hevur Kvøldskúlin ein leiklut, tí bæði føroyingar og tilflytarar fáa undirvísing í máli.

Tað fortelur kanska eitt sindur um eina breidd og vídd, ið ger Kvøldskúlan til nakað serligt.

Bara henda veturin bjóðaði skúlin 46 nýggjar lærugreinar, so tað grør um gangandi fót.

Eg vil ynskja tykkum øllum góðan arbeiðshug – bæði nú, eins væl og í komandi kvøldskúlaári.

Takk fyri!”