Tíðindi - 24. januar 2023
24 básar á Skálatrøð til parkering í 2 tímar
Til tess at skapa parkeringsmøguleikar til tey, ið hava tørv á parkering í styttri tíð á Skálatrøð, t.d. tá báturin skal eftirhyggjast, ella tá ein skal á matstovu, verður partur av parkeringsøkinum umskipaður. Tí er farið undir at frámerkja 24 básar, sum skulu hava tíðaravmarkingina tveir tímar í staðin fyri átta tímar, sum er galdandi í løtuni.
Kunnað verður nærri, tá ið arbeiðið er liðugt.