Lurta
Tíðindi - 10. apríl 2024

25 ára starvsdagur á Dagstovninum við Velbastaðvegin

Fyrrapartin var hátíðarhald í samband við, at Súsanna í Gong hevur arbeitt á Dagstovninum við Velbastaðvegin í 25 ár.

Í røðu sínari nevndi Heðin Mortensen,borgarstjóri, millum annað, at tað er umráðandi, at hava starvsfólk við drúgvum royndum:
"Eg kann ikki endurtaka nóg ofta, at tað kann aldri yvirmetast, hvussu stóran týdning tað hevur at hava so trúgv starvsfólk.
Hetta at hava starvsfólk, sum hava drúgvar royndir. Starvsfólk, sum hava havt ymsar og fjølbroyttar arbeiðsuppgávur, og hava møtt nógvum avbjóðingum gjøgnum eitt langt arbeiðslív."