Tíðindi - 24. juni 2026

29 fingu prógv frá Vinnuháskúlanum

Vinnuháskúlin Prógvhandan 24.6.26 6

Á hugnaligari samkomu í dag fingu 29 næmingar prógv á Vinnuháskúlanum.

Guttormur í Skála helt røðu vegna Tórshavnar kommunu og segði:

“Hjartaliga til lukku tit við prógvi, tit avvarðandi og starvsfólk í skúlanum.

Eg eri maskinmeistari, og hetta er kjansurin hjá mær at pensla út fyri fólki hvør munurin er á maskinmonnum og navigatørum.

Tað kundi verið stuttligt ha? Men eg lati kjansin fara aftur við borðinum fyri fyrst.

H.C. Andersen hevur skrivað eitt ævintýr, um ein nýslignan silvurskilling, som kom blank fra Mønten, sprang og klang. “Hurra! Nu skal jeg ud i den vide verden!” og det kom den.

Sprang og klang. Hurra. Man hoyrir hvussu glaður hann er, akkurát sum tit, rokni eg við, nú hetta tørnið er liðugt.

Vissi man ikki hevur eitt forsligið høvd, er próvtøkutíðin ein óalmindiliga strævin tíð her á skúlanum. Spennandi, men strævin. Eg minnist, hvussu glaður eg var á jóansøku í ’97. Eg var púra ferdigur, og fór ikki til arbeiðis fyrr enn eftir ólavsøku.

Skillingurin hjá H.C. Andersen slapp “ud i den vide verden”, tí hann lá av óvart í punginum, tá eigarin fór út í stóru verð. Út í fremmand lond, har aðrir siðir og vitan vóru galdandi. Skillingurin hoyrdi um heimin frá øðrum fremmandum myntum, sum duttu niður í pungin, men hann vildi sleppa at síggja alt hetta nýggja við egnum eygum.

Hann “listede sig hen til åbningen, for at kigge ud; det skulle den ikke have gjort, men den var nysgerrig, det straffer sig”. Hann datt úr punginum.

Eg eri ikki ordiliga samdur við H.C. Andersen at forvitni “straffer sig”. Eg eri heldur ikki ordiliga samdur við orðatakinum, at sjáldan er forvitin fegin. Uttan forvitni høvdu vit livað í miðøldini enn. Um eingin spurdi hvat, hví og hvussu, var eingin tøkni ella framburður komin til Føroyar, og vit høvdu øll borið tøð og tara.

Hvat, hví og hvussu eru týdningarmiklastu orð tykkara framyvir. Antin tað er á brúnni ella í maskinrúminum. Antin tað er at optimera mannagongdir, eina skipanir ella tað er at leita eftir feilum.

Mynturin kom á fremmandar hendur, men hann hoyrdi ikki heima í fremmanda landinum, og hóast hann var sligin úr reinum silvuri, vóru merkini, sum hann var sligin við á báðum síðum, ókend. Hann bleiv tí kallaður falskur og svikari. “Duer ikke. Skrivaði H.C. Andersen”.

5 jóansøkur eftir hana í ‘97, fór eg umborð á den gode skude Sorø Mærsk í Port Said sum 2. meistari. Eg var maskinsmiður, maskinmeistari og hevði vinnubræv sum chiefur, og sum eg eisini hevði brúkt í eitt ár ella so. Eg skuldi tí verið kvalifiseraður at vera 2. meistari á einum hvørjum skipið í heiminum.

Eg dugi tað danska málið nøkulunda, men danskarar hildu ikki, at eg dugdi at snakka tað.

Tá eg kom umborð á Sorø Mærsk, kendi eg meg, sum skillingin hjá H.C.Andersen. Hóast eg hevði góð skoðsmál, frá so góðum monnum, sum Poul Mohr, so skiltu danskararnir meg ikki, tá eg skuldi greiða frá onkrari loysn, sum eg visti riggaði á Skipasmiðjuni, norðan fyri Svalbard ella í Norðsjónum. Teir hildu meg tí verða falskan. “Duer ikke”.

Einasti møguleiki hjá mær, var at vísa í verki, at eg var verdur skoðsmálini frá Poul Mohr. At merkini, sum vóru sligin í meg í Føroyum, og myndaðu meg og míni avrik, vóru kvalitetsstempul frá familju, starvsfeløgum, lærumeistarum og lærarum á hesum og øðrum skúlum.

Míni ráð til tykkum eru. Veri forvitnir úti í verðini og taki tann góða lærdómin við aftur til Føroyar. Tí Føroya fólk hevur brúk fyri fremmandum lærdómi og fólki, sum dugir at brúka tann lærdómin. Men minnist til, at tá tit koma heimaftur, vera nøkur fólk, sum fara at kalla hendan nýggja lærdómin falskan. 

Um onkur kallar tykkum “Falsk. Duer ikke” mugu tit sjálvir klúgva upp á silvurvektina, at vísa hvørjum tilfari tit eru gjørdir úr, og at tit eru slignir við føroyskum kvalitetsstemplum.

Hóast her eru fleiri skiparar og skipsførararar, klári eg ikki at lata vera við at sitera gamla stjóran á maskinskúlanum. Tann legendariska málmannin hjá TB Gordon Hofgaard.

Hann segði: Ert tú maskinmeistari, kanst tú gott lesa okkurt annað, men tú kanst aldron blíva nakað meir.

Hjartaliga til lukku og takk fyri heiðurin.”

 

Guttormur í Skála helt røðu vegna Tórshavnar kommunu
Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, segði eisini nøkur orð
Sum vant var nógv fólk komið til próvhandanina á Vinnuháskúlanum