Tíðindi - 26. februar 2021
30 íbúðir byggjast á Lambatrøðni
Ætlanin hevur leingi verið at byggja íbúðir á Lambatrøðni á Argjum. Talan er um 5 bygningar í tveimum hæddum við tilsamans 30 íbúðum, 20 íbúðir uppá 72 fermetrar og 10 uppá 90 fermetrar. Bilskýli, parkeringsøki, reinsiverk og fríøki eru eisini á trøðni.
Lambatrøðin liggur í A1 øki í almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu, og sambært ásetingunum kunnu íbúðir loyvast, um serstøk byggisamtykt verður gjørd fyri økið.
Herfyri mæltu tekniski stjórin og býararkitekturin til at góðkenna eitt uppskot til nýggja serstaka byggisamtykt fyri økið, soleiðis at byggingin kann fremjast. Hetta varð samtykt á býráðsfundi í gjárkvøldið.
