Tíðindi - 03. november 2026
48 nýggj vinnugrundstykki

Vinnulívið í Tórshavnar kommunu hevur fingið enn betri karmar at veksa í nú nýggja vinnuøkið á Ovara Hjalla er liðugt og avhendað til kommununa.
Articon er høvuðsarbeiðstakari, og verkætlanin fevnir um 130.000 fermetrar við 48 vinnugrundstykkjum. Við útstykkingini fær kommunan eitt nýtt vinnuøki, ið liggur tætt við verandi vinnuøki á Hjalla.


Í sambandi við at vinnuøkið varð avhendað, var skipað fyri hátíðarhaldi við Tjarnir, har Elsa Berg, borgarstjóri, Heðin Mortensen, Tróndur Sigurðsson og Torleif Waagstein, rakstrarstjóri í Articon hildu røðu.

Tað skal vera gott at reka vinnu í Tórshavnar kommunu, og hetta er ein liður í tí. Skulu vit hava sterkt, gott og fjølbroytt vinnulív, mugu vit eisini skapa góðar karmar hjá fyritøkunum at reka og menna sítt virksemi. Tað er júst tað, vit vilja hava her á Ovara Hjalla - Eitt nýtt, fjølbroytt vinnuøki, segði Elsa Berg, borgarstjóri m.a. í røðu síni.



