Tíðindi - 30. mars 2023

53 fólk teknað seg til lutakastið um grundstykkini við Klingurstjørn

Útstykking Klingurstjørn februar/mars 2023_web

Freistin at tekna seg til lutakast um fýra grundstykkir við útstykkingarnar Klingurstjørn 1 og 2 er farin, og nú er greitt, at 53 luttakarar hava teknað seg. Umsitingin í Tórshavnar kommunu fer nú undir at eftirkanna, at allir luttakarar lúka treytirnar fyri at vera við í lutakastinum.

At lúka treytirnar fyri at vera við í lutakastinum vil millum mangt annað siga:

  • at hjúnafelagar og makar skulu teljast sum ein luttakari
  • at eingin luttakari beinleiðis ella óbeinleiðis - til dømis saman við øðrum, umvegis partafelag ella á annan hátt - eigur grundstykki ella hús í Tórshavnar kommunu, ið kann nýtast til privatan bústað

Umsitingin skal somuleiðis hava greiðu á, um lesandi hava teknað seg, sum ikki hava bústað í Tórshavnar kommunu, og um hesi kunnu venda heim innan eitt ár. Eftirkannast skal eisini, um fólk, sum ikki eru danskir ríkisborgarar, hava teknað seg, og um hesi hava búð í Føroyum í minsta lagi 5 ár tilsamans.

Tey, ið verða mett ikki at lúka treytirnar, fáa boð um hetta frá kommununi, áðrenn lutakastið verður avgreitt.

Kommunan miðar eftir at kasta lut um grundstykkini í seinnu helvt av viku 14. Øll tey, sum hava teknað seg til lutakastið, og sum lúka treytirnar, fáa boð áðrenn lutakastið verður avgreitt.