Lurta
Tíðindi - 07. mars 2023

55% av burturkastinum eru matleivdir

Úrslit frá eini skiljing, sum SMJ Ráðgevandi Verkfrøðingar hava gjørt, vísa, at lutfallið millum eindirnar er øðrvísi enn tað, ið væntað var at síggja út frá dátum úr øðrum londum. Samanborið við útlendskar dátur er minni glas og metal í burturkastinum í Havn, og nøgdin av pappi og pappíri er eisini lægri. Nógv størsta eindin er matleivdir, svarandi til 55%, sum er meira enn í grannalondunum.

Tann 30. november 2022 varð farið at skilja húsarhaldsrusk hjá borgarum í Tórshavnar kommunu. Endamálið við skiljingini varð at finna lutfallið av innihaldinum í húsarhaldsburturkastinum í kommununi. 580 kg av húsarhaldsburturkasti vórðu henda dagin innsavnað og skild í átta ymiskar bólkar. Innsavnaða nøgdin av burturkasti svaraði til áleið 0,5% av vikuliga húsarhaldsburturkastinum, ið verður innsavnað og brent á brennistøðini.

Sambært Kommunalu Brennistøðini verður mett, at munur er á lutfallinum í húsarhaldsburturkastinum í Havn og í bygdunum í kommununi. Fyri at greiningin av ruskinum í so stóran mun sum møguligt er umboðandi fyri tað ruskið, sum kemur inn á brennistøðina, varð valt at innsavna rusk í Havn, sum er størsta økið í kommununi.

Sambært heimasíðuni Føroyakort eru nærum 9.000 búeindir, ið verða nýttar til býli í Havnini. Harav eru nærum 6.000 sethús og áleið 3.000 rað-, tví- og íbúðareindir. Fyri at fáa best møguliga lýsing av burturkastinum í Havn, varð eitt innsavningarøki valt, ið var ein blanding av sethúsum og íbúðarbygningum. Innsavnaðir vórðu posar frá 30 sethúsum og 20 raðhúsum Millum Gilja.

Økið er merkt á mynd 1.

ÚRSLIT

Innsavnaðir vórðu 60 posar úr økinum Millum Gilja, sí mynd 1. Posarnir vigaðu í alt 580 kg, ið svarar til áleið 0,5% av samlaða vikuliga húsarhaldsruskinum í Tórshavnar kommunu. Burturkastið varð skilt í eindirnar papp og pappír, metal, glas, matleivdir, vandamikið burturkast, hart plast, bleytt plast og restburturkast. Lýsing av ymsu eindunum stendur í fylgiskjali 1.

Myndir frá skiljingini eru at finna í fylgiskjali 2.

NIÐURSTØÐA

Úrslitini frá skiljingini vísa, at lutfallið millum eindirnar er nakað øðrvísi enn tað, ið væntað var at síggja út frá dátum úr øðrum londum. Samanborið við dátur úr Danmark og Tromsø, er minni glas og metal í burturkastinum í Havn, samstundis sum nøgdin av pappi og pappíri eisini er nakað lægri enn dátur frá Tromsø vísa.

28 kg av pappi og pappíri er tó í meira lagi, tá ið hugsað verður um, at hetta hevur verið skilt frá vanliga húsarhaldsruskinum í skjótt 20 ár. Nógv størsta eindin er matleivdir. Dátur frá Danmark og Tromsø vísa, at hendan eindin vanliga liggur millum 40-50%. Út frá skiljingini í Havn, er samlaða mongdin av matleivdum í burturkastinum í kommununi 55%, nakað meira enn í okkara grannalondum.

Mongdin av plasti líkist prosentpartinum, ið verður funnin í okkara grannalondum, meðan eindirnar av restburturkasti eru nakað størri í Havn samanborið við dátur úr Tromsø.

Samanumtikið sæst, at lutfallið í eindunum í innsavnaða ruskinum er nakað øðrvísi enn í grannalondunum. Hendan skiljingin vísir tí eisini hvussu umráðandi tað er, at fáa staðbundnar dátur, ið lýsa støðuna í júst tí økinum, talan er um.

Greiningin av burturkastinum lýsir lutfallið í 0,5% av vikuliga burturkastinum í Tórshavnar kommunu. Greiningin veitir eina góða ábending um samansetingina av burturkastinum í kommununi, men áhugavert hevði verið at gjørt fleiri kanningar, fyri at lýsa munin á t.d. ymiskum økjum í kommununi ella broyting í samansetingini yvir tíð/árstíð.