Lurta
Til lesiveik

Tíðindi

Tíðindi - 15. mars 2021
Förka flytur Føroyar

Fyrrapartin vitjaðu býráðslimir grøna orkuvirkið Förka, sum kann framleiða 4 % av orkunýtsluni í Føroyum, tá ið virkið er í fullari drift.

Tíðindi - 15. mars 2021
90 ára starvsdagar í Heilsuhúsinum

Ein hugnaløta var í Heilsuhúsinum í Hoyvík seinnapartin, nú tær tríggjar Suzanne, Hildur og Tonny hava 30 ára starvsdagar.

Tíðindi - 15. mars 2021
Miusa træ verður skorið niður í kvøld

Fyrr so vakra reyðbókin norðan fyri kioskina hjá Astu - “Miusa træ” – er deyð og verður skorin niður og tikin upp við rót í kvøld millum kl 18 og 22. Tað er Hjálpirót, sum tekur sær av arbeiðnum.

Tíðindi - 15. mars 2021
Syngjandi pappírsklipp til Bernhard Wilkinson

Tá ið hátíðarhald var fyri Bernhardi Wilkinson í musikkskúlanum í gjár, nú hann fór um tey sjeyti, fekk tónleikaleiðari og stjórnarin eina serliga gávu frá Tórshavnar kommunu. Bernhardur fekk eitt pappírsklipp, sum listakvinnan Astrid Andreasen hevur evnað til.

Tíðindi - 15. mars 2021
Bernharður Wilkinson 70

Tórshavnar Musikkskúli hátíðarhelt í gjár sjeyti ára føðingardagin hjá Bernhardi Wilkinson. Fleiri røður vórðu hildnar og góður tónleikur var sjálvandi á skránni. Heðin Mortensen, borgarstjóri, helt fagnarrøðu fyri Bernhardi, har hann m.a. segði:

Tíðindi - 13. mars 2021
Badmintonsamband Føroya 40 ár

Fyrrapartin var ein lítil samkoma í Badmintonhøllini í Gundadali, nú 40 ár eru liðin, síðani Badmintonsamband Føroya varð sett á stovn.

Tíðindi - 12. mars 2021
Avmarkað parkering í J. C. Svabos gøtu 17. til 19. mars

Í sambandi við arbeiði verður helvtin av parkeringsplássinum í J. C. Svabosgøtu við Landssjúkrahúsið avsperrað fyri parkering frá mikumorgunin 17. mars kl. 7.

Tíðindi - 12. mars 2021
Maskinistar á Vinnuháskúlanum fingið prógv

Tær siðbundnu føroysku útbúgvingarnar eru dygdargóðar útbúgvingar, ið hava prógvað sítt virði á nær- og fjarleiðum og í størvum á landi heima og í útlondum, segði Heðin Mortensen millum annað, tá ið 18 mans fingu handað prógv sum maskinistar á Vinnuháskúlanum fyrrapartin.

Tíðindi - 12. mars 2021
Bókingarskipanin BARN ikki tøk mánamorgunin 15. mars

Mánamorgunin 15. mars klokkan 9 skifta vit til Samleikan á BARN. Bókingarskipanin er ikki tøk, meðan skiftið til Samleikan fer fram. Vit kunna her á heimasíðuni, tá ið skipanin er tøk aftur.

Tíðindi - 12. mars 2021
Stuðul úr felagsgrunninum Nuuk, Reykjavík og Tórshavn

Nú er aftur møguleiki fyri at søkja stuðul úr felagsgrunninum Nuuk, Reykjavík og Tórshavn. Freistin at søkja er 1. apríl 2021. Les nærri um tínar møguleikar her.