Tíðindi
- Vel øki
- Á Hjalla
- Argir
- Hestur
- Hoyvík
- Hvítanes
- Kaldbak
- Kaldbaksbotnur
- Kirkjubøur
- Kollafjørður
- Koltur
- Nólsoy
- Norðradalur
- Oyrareingir
- Signabøur
- Sund
- Syðradalur
- Tórshavn
- Velbastaður
- Vel evni
- Burturkast
- Bústaður
- Býarmenning
- Bygging
- Dagstovnur
- Drekkivatn
- Heilsa
- Mentan og frítíð
- Náttúra og umhvørvi
- Politikkur
- Skúli og frítíðarskúli
- Vegir og ferðsla
- Vinna
Skeið 2: Føroyskt fyri ukrainar – undirvísing á enskum við tulki 11. – 15. juli kl. 09:00 – 12:30 í J. H. Schrøtersgøtu 1. Tórshavn.
Tórshavnar kommuna fer nú at gera nøgdsemis- og trivnaðarkanningar á eldraøkinum. Kanningarnar, sum fevna um brúkarar, avvarðandi og starvsfólk, eru liður í arbeiðinum at framtíðartryggja eldraøkið.
Arbeiðið at byggja nýggja Bridgehúsið hevur gingið skjótt og væl. Í dag var reisigildi, sum varð hátíðarhildið í gamla Bridgehúsinum, sum nú syngur seinasta ørindi og verður niðurtikið fyrsta dagin.
Sunnudagin 12. juni verður Tórshavn Marathon frá kl. 12.30-19. Í hesum sambandi koyrir Bussleiðin ikki frá kl. 13 til 15.
Frá klokkan 15-19 eru broytingar í leiðunum 2, 3 og 8.
Sunnudagin 12. juni er Tórshavn Marathon, og í tí sambandi eru fleiri vegir stongdir millum klokkan 12.30 og 19.
Eisini Eysturoyartunnilin og Kollafjarðartunnilin eru stongdir, meðan renningin fer fram í økinum. Bilaferðslan skal koyra eftir Oyggjarvegnum, meðan tunlarnir eru stongdir.
Í sambandi við vatnleiðingsarbeiði og skift av UV-rørum, skrúva vit fyri drekkivatninum í Nólsoy hósdagin 9. juni frá kl 9-12.
Kvøldskúlin hevur í mong ár undirvíst vaksnum tilflytarum í føroyskum og virka integratiónini at frama. Tilboðið er víðkað til eisini at fevna um børnini. Avgjørt er nú, at Kvøldskúlin fyribils skal hýsa móttøkuflokkinum í eitt ár afturat.
Í dag fingu Anna Mohr og Aksel Bjartalíð Danielsen handað prógv innan skrivstovuyrkið í almennari fyrisiting. Borgarstjórin handaði teimum prógvini í Býráðssalinum.
Á samkomu í Bowlinghøllini í morgun fingu spæliliðini í skúlunum í Tórshavnar kommunu handað prógv. Nú hava skúlarnir í Tórshavnar kommunu havt spælilið í nógv ár, og hetta er eitt tiltak, sum riggar væl, og sum yngru næmingarnir gleðast um. Tað eru eldri næmingar í sætta og sjeynda flokki, sum skipa fyri spølum við yngru næmingunum ávís fríkorter.
Tað var borgarstjórin, Heðin Mortensen, sum setti Stuttleikir tíðliga seinnapartin. Hann byrjaði við at ynskja øllum børnunum hjartaliga vælkomnum, nú Stuttleikir endiliga eru aftur á skránni, eftir at koronufarsóttin síðstu tvey árini hevur verið upp á spæl, so eingir leikir hava verið