Tíðindi
- Vel øki
- Á Hjalla
- Argir
- Hestur
- Hoyvík
- Hvítanes
- Kaldbak
- Kaldbaksbotnur
- Kirkjubøur
- Kollafjørður
- Koltur
- Nólsoy
- Norðradalur
- Oyrareingir
- Signabøur
- Sund
- Syðradalur
- Tórshavn
- Velbastaður
- Vel evni
- Burturkast
- Bústaður
- Býarmenning
- Bygging
- Dagstovnur
- Drekkivatn
- Heilsa
- Mentan og frítíð
- Náttúra og umhvørvi
- Politikkur
- Skúli og frítíðarskúli
- Vegir og ferðsla
- Vinna
Bókin er sólskinssøgan um Pf. Poul Michelsen, siga teir báðir høvundarnir, Tróndur Djurhuus og Kári Mikkelsen. Hon er samstundis ein familjusøga, men mest um ein orðblindan skúladrong, hvørs lívsverk nú er farið um hálvu øldina og hann sjálvur táttar í tey áttati.
Í gjár skipaði Tórshavnar Kvøldskúli fyri hátíðarløtu í sambandi við, at Jóna Rasmussen, listakvinna, hevur undirvíst í 30 ár á kvøldskúlanum.
Stóra fyritøkan Pf. Poul Michelsen fyllir 50 ár í dag. Á samkomu seinnapartin helt Heðin Mortensen, borgarstjóri, røðu fyri Poul, sum skjótt fyllir 80.
Átakið Earth Hour er lætt at vera við í. Sløkk ljósið í ein tíma! Nýt tíman til at gera okkurt, sum er jaligt og ger mun fyri okkum menniskju og okkara heimstað, Jørðina.
Niðurstøðan hjá tekniska stjóra og leiðaranum á byggimálsdeildini í tilmæli til býráðið var, at fyrisitingin metir, at fyriliggjandi umsókn um byggiloyvi lýkur allar treytir at fáa byggiloyvi, og at byggivaldið tískil hevur skyldu til, og umsøkjarin krav upp á, at fáa útskrivað byggiloyvi til ætlaðu byggingina.
Í dag klokkan 16 hevur Tórshavnar Býráð regluligan býráðsfund. Býráðsfundurin er í býráðssalinum. Fundurin verður eisini stroymdur, og til ber at at fylgja stroymingini á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu.
Sløkkilið, Løgregla, Sjúkraflutningstænasta og Landsverk eru í dag og í morgin á skeiði í tvørfakligari skaðastaðsleiðslu. Skeiðið er á Sløkkiliðsstøðini í Havn.
Skeiðið skal styrkja tvørfakliga samstarvi millum átakseindirnar í tilbúgvingini.
Í sambandi við vegarbeiði verður M. A. Winthers gøta stongd týsdagin 27. februar frá kl. 9 til 15. Til ber at koyra eftir Hoyvíksvegnum, meðan arbeiðið fer fram.
Í sambandi við at vegur verður gjørdur til munnan á Húsareynstunlinum, er neyðugt at grava ríðibreytina av. Arbeiðið byrjar 27. februar 2024. Tá ið arbeiðið er liðugt, verður ríðibreytin afturgjørd. Afturgerðin er væntandi liðug 20. juli 2024.
Fólk, ið ynskja at ganga ella renna á Rossagøtuni, kunnu koyra út í Havnardal ella longur niðan á Oyggjarvegin fyri at sleppa framat Rossagøtuni.