Tíðindi - 08. august 2025

Áarføri og dypping – nýggjar vatnkanningar

Dipping Upplivingar Í Náttúruni Klipt

Kommunan gjørdi vatnkanningar hósdagin 7. august, eftir at tað hevði regnað sera illa og nógv áarføri var. Kanningarnar vístu at ov nógvar bakteriur vóru funnar á flestu støðunum har fólk dyppa.

Kommunan vil tí heita á borgararnar um at hyggja eftir vatninum áðrenn farið verður útí. Far ikki útí um:

  • Vatnið er sera óklárt
  • Nógv skúm er omaná vatnskorpuni
  • Nógvur ælingur hevur verið seinastu 24 tímarnar

Kommunan ger kanningar aftur í næstu viku, og úrslitini verða løgd út á heimasíðuna. 

Les meira her:

Soleiðis er vatngóðskan til útisvimjing í løtuni