Lurta
Tíðindi - 22. mars 2023

Ábøtur á veganetið við Myllutjørn

Hósdagin kemur uppskot fyri á býráðsfundinum um at fara undir fleiri ábøtur við Myllutjørn, sum umfata asfaltering, gøtur, vegamerking, ferðslutrygd og liðuggerð av skráum.

Eigarafelagið við Myllutjørn hevur víst á fleiri manglar og hevur gjørt ein lista yvir ítøkilig mál. Øll hesi mál kunnu ikki loysast í ár, men farast kann undir nøkur av arbeiðunum.

Fíggjarnevndin hevur játtað 600 túsund til dagføringar, sum umfata brandveg, vegamerking og ferðslutrygd.

Málið kemur fyri á býráðsfundi hósdagin.