Tíðindi - 19. juli 2026
Ælabogalittur vegur í Steinatúni

Tórshavnar kommuna hevur aftur í ár fingið fyrispurning frá LGBT+ Føroyum um loyvi at mála ein ælabogaveg í sambandi við Faroe Pride. Í fjør varð málað í Gundadali, og í ár hevur kommunan gjørt av at geva loyvi at mála á vegin í Steinatúni.
Málað verður sunnukvøldið, og í hesum sambandi verður stongt fyri allari ferðslu í tíðarskeiðnum 19. juli frá kl. 20.00 til 20. Juli kl. 06.00, eins og allar bussleiðir gevast at koyra kl. 20 sunnukvøldið.