Tíðindi - 27. juli 2026

Ælabogavegurin málaður av nýggjum

Orsakað av herverki er ælabogavegurin í  Steinatúni málaður av nýggjum í nátt. Vegurin varð málaður 19. Juli,  men síðan er ymiskt slag av herverki gjørt á málingina, og tí varð ælabogin málaður umaftur.

Tórshavnar kommuna fekk fyrr í ár fyrispurning frá LGBT+ Føroyum um loyvi at mála ein ælabogaveg í sambandi við Faroe Pride, og kommunan gjørdi av at geva loyvi at mála á vegin í Steinatúni.