Tíðindi - 16. mars 2022

Ætlan um at útbyggja kapellið

Kapellið í kirkjugarðinum við Velbastaðvegin er ov lítið. Ætlanin er tí at byggja út í sama stíli og gera nakrar ábøtur í sambandi við hita o.a. Samstundis er farið undir at leggja til rættis eina skipan av kirkjugarðinum, eitt nú planting o.a., sum skapar hugna og lívd.