Tíðindi - 10. september 2025
Aftur herverk í Grasagarði

Enn eina ferð er herverk framt í Grasagarði í miðbýnum. Hesa ferð eru tríggir ljóskuplar brotnir, soleiðis sum myndirnar vísa.
Tað kemur javnan fyri, at herverk verður framt í Grasagarði. Hetta er ein hugnaligur grønur blettur í miðbýnum, men tíverri fær garðurin ikki altíð frið, og millum annað verða ljóskuplarnir ofta knústir.
Hetta er fjórðu ferð í ár, at herverk er gjørt í garðinum. Málið er meldað til løgregluna eins og hinar ferðirnar herverk hevur verið í Grasagarði.

