Tíðindi - 10. juli 2026

AK-Sauna í Kollafirði latið upp

10Juli26 84A0363
10Juli26 84A0302 10Juli26 84A0308
1 / 3

Saunagos og alt sum har til hoyrir veruliga hevur fingið fótafestið nærum allastaðni. Fleiri fólk løgdu í dag leiðina framvið bátahylin í Kollafirði, nú nýggja vælveruøkið í Kollafirði letur upp. 

Tað eru Árni og Kitty Laksáfoss, ið standa fyri AK-Sauna. 

 

Bæði Elsa Berg, borgarstjóri, og Anja Weyhe, býráðslimur, søgdu nøkur orð, og ynsktu AK-Sauna tillukku. 

Tað er gleðiligt at síggja, tá fólk taka stig til nýtt virksemi, og eg má siga, at her eru tit komin ótrúliga væl á mál. Tað er m.a. slíkar verkætlanir, sum gera okkara lokalsamfeløg sterkari og meira fjølbroytt. Tað kann eg bara gleðast um. Elsa Berg

 

Eg ímyndi mær eisini, at hetta verður eitt savningspunkt, og kanska eisini ein felagsskapur, har fólk fara at hittast, práta saman og kanska eisini svara uppá nakrar av lívsins spurningum  – alt meðan vit njóta tað serliga, vit hava beint uttanfyri dyrnar. Sambandið við sjógvin og við gongugøtu undir brúnna fer bara at gera tað enn serligari. - Elsa Berg.