Tíðindi - 19. juni 2026

Almenn framløga um íbúðarverkætlan í Eysturbýnum 22. juni

Uppskot til broyting av serstøku byggisamtykt nr. 7_mai 2026_mynd

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 5. mai 2026 uppskot um at broyta byggisamtykt nummar 7 fyri Eysturbýin. Uppskotið til broytingina er í sambandi við ætlaða íbúðarverkætlan á matrikkli 1314 í Havn.  Í hesum sambandi bjóðar kommunan øllum áhugaðum til framløgu um íbúðarverkætlanina. Framløgan verður í Posthúskjallaranum, Tórsgøta 8, mánadagin 22. juni klokkan 17.

Broytingaruppskotið og hoyringina sært tú her: 

Broyting av serstøku byggisamtyktini nr. 7 fyri Eysturbýin