Tíðindi - 27. august 2026

Almenn móttøka fyri Logos Hope

788689482 10236626620909897 4680575681634884046 N

Nógv fólk vóru savnað á Vestaru bryggju hósdagin, tá almenn móttøka var fyri Logos Hope. 

Skipið – Logos Hope – er ikki heilt ókent, og fleiri vóru forvitin at fara umborð á skipið, tey einaferð kendu sum Norrøna. 

Í dag hevur skipið fingið nýtt liv, nýtt navn og eitt nýtt endamál. 

 

Elsa Berg, borgarstjóri, bar fram røðu til móttøkuna. 

- Tit á Logos Hope ferðast kring heimin við einum boðskapi um vón, um at skilja hvønn annan og um at hjálpa hvørjum øðrum.  Umborð eru tit fólk úr nógvum ymiskum londum, sum hava valt at brúka ein part av tykkara lívi uppá at ferðast kring heimin og møta fólki, har tey eru. Við tykkum hava tit tykkara tíð, førleikar, trúgv og ynski um at gera mun.

Tað ljóðar egentliga heilt einfalt.

At vera nakað fyri hvønn annan og at skilja hvønn annan.

Men tað er tað í veruleikanum ikki altíð. So einfalt.

 

Vit menniskju eru øll ymiskt. Vit kunnu hava ymiskar orsøkir til at vilja hjálpa øðrum. Vit hava ymiskar lívsroyndir, ymiska trúgv og ymiskar fatanir av heiminum.

Vit liva í einum heimi, har vit kunnu vita meira um hvønn annan enn nakrantíð fyrr – og samstundis skilja hvønn annan minni.

Vit kunnu fylgja við í, hvat hendir allastaðni, men vit kenna ikki altíð søguna hjá tí menniskjanum, sum stendur beint frammanfyri okkum.

Vit kunnu vera ósamd um nógv. Um politikk. Um trúgv. Um, hvussu samfelagið skal síggja út. Um, hvat er rætt og skeivt.

Men undir øllum hesum eru vit bert menniskju.

*

Hetta minnir Logos Hope meg á.

Fólk úr ymiskum londum, við ymiskum málum, mentanum og lívsroyndum, sum velja at fara út í heim og hjálpa øðrum menniskjum.

Ikki tí tey líkjast akkurát teimum.

Men kanska heldur tí, at tey “bara” eru menniskju.

Tað er kanska ein týdningarmikil læra í sær sjálvum.

Vit nýtast hvørki at líkjast fyri at vera eins, at vera samd fyri at lurta ella sum so at skilja hvønn annan fyri at vísa øðrum menniskjum virðing.

Vit hava øll tørv á at verða sædd. At verða hoyrd. At kenna, at onkur trýr upp á okkum. Og vit kunnu øll hava brúk fyri hjálp.

Tað kann vera nakað so einfalt sum at lurta eftir einum øðrum. At geva einum menniskja tíð.

Ein samrøða kann geva okkum innlit í eitt lív, sum er heilt øðrvísi enn okkara egna.

Ein bók kann geva okkum eitt nýtt sjónarhorn.

Og hjálpin kann ómetaligan týdning fyri tann, sum fær hana.

Takk fyri arbeiðið, tit gera. Takk fyri at leggja leiðina framvið her hjá okkum. Takk fyri at geva okkum vón.

(Brot út røðuni hjá Elsa Berg, borgarstjóra)