Tíðindi - 02. juni 2026

Altjóða súkkludagur 3. juni – Havnin á tveimum hjólum

Altjóða súkkludagur 2026_tíðindamynd

Kom við og uppliv Havnina uttan bilar, men við súkklum í staðin. Mikudagin 3. juni eru øll boðin við til eitt hugnaligt súkklutiltak í miðbýnum. Frá klokkan 15 til 19 verða vegir stongdir fyri bilaferðslu og gjørdir um til eitt stórt súkkluøki, har børn og vaksin kunnu njóta býin á ein nýggjan og stuttligan hátt. 

Klokkan 16.30 setir Elsa Berg, borgarstjóri, altjóða súkkludagin uttanfyri Perluna og Reinsaríið. 

Síðan spenna vit hjálmarnar og fara á spennandi súkkluveiðu gjøgnum havnagøtur saman við Angelu og Hannibal, har bæði stuttleiki og avbjóðingar bíða.

Eftir súkkluveiðuna verður lutakast við góðum vinningum, og sjálvandi verður eisini kaffi, te og frukt at fáa. 

Tiltakið er fyri øll – stór sum smá, skjót sum spakulig. Kom og uppliv gleðina við at súkkla, hitt onnur og ver við til at geva býnum eitt heilt serligt lív fyri ein dag. Tak súkkluna við, tak familjuna við og kom og hátíðarhald altjóða súkkludagin saman við okkum!

Vit síggjast í gøtunum í Havn!