Tíðindi - 21. september 2024
Altjóðahúsið vitjan úr Póllandi
Tingfólk úr pólska tinginum eru í hesum døgum á kunningarferð í Føroyum.
Í gjár vitjaðu tingfólkini nýggja Altjóðahúsið hjá Tórshavnar Kommunu, ið er staðsett í Heinesens húsi á Tinghúsvegnum.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, bjóðaði vælkomin. Síðani greiddi integratiónssamskipari hjá Tórshavnar kommunu, Fía Lindenskov, frá virkseminum hjá integratiónstoyminum og hvørjar tænastur tey bjóða póllendingum búsitandi í kommununi.





