Arbeiðið at gera náttúruøkið í Dalinum Langa byrjað
Í hesum sambandi verða allir borgarar í økinum bodnir at vera við til ein arbeiðsdag leygardagin tann 22. apríl, har øll í felag gróðurseta og planta náttúruøkið.
Dagurin byrjar leygarmorgunin 22. apríl kl. 11 í fimleikahøllini í Hoyvíkar skúla. Vit byrja við kaffi og morgunbreyði afturvið, og síðani fara øll at gróðurseta. Hevur tú hug til at vera við til at gera náttúruøkið í Dalinum Langa, so minst til at taka tín egna spaka við.
Beint fyri páskir varð sáttmáli undirskrivaður millum Tórshavnar kommunu og Urtagarðstænastuna um at gera ætlaða náttúruøkið í Dalinum langa, sum býráðið samtykti at fara undir beint fyri jól 2022.
Ætlanin varð boðin út til 4 veitarar, ið allir lótu inn tilboð. Eftir viðgerð av innkomnum tilboðum fall valið á Urtagarðstænastuna.
Náttúruøkið verður skipað við gróðurseting, soleiðis at økið í støðum er tætt, fjálgt og viðarlundakent og í støðum opnari, so dalurin og vátlendi í stóran mun verða varðveitt.
Tilsamans verða væntandi umleið 50.000 trø plantað í økinum. Tórshavnar kommuna hevur í sambandi við ætlanina samskift við vinnugrannar um at luttaka í plantingini, sum verður í økinum uppat vinnustykkjunum eystanfyri Dalin langa.
Í náttúruøkinum verða fleiri gonguleiðir, uppihaldsøki, rørslu- og spæliøki, so økið verður framúr ískoyti til trivnað fyri borgarar.
Nú er sáttmáli undirskrivaður við Urtagarðstænastuna, og arbeiðið farið í gongd. Ætlanin verður væntandi liðug á sumri í 2024.
