Lurta
Tíðindi - 06. mars 2024

Arbeitt verður víðari við Urtagarðsbýnum

Urtagarðsbýurin1_Gongugøtan Vaglið

Tórshavnar býráð samtykti á býráðsfundi 26. januar 2023 nýggja heildarætlan fyri miðbýarkjarnuna í Tórshavn. Urtagarðsbýurin er ein langskygd ætlan, ið skal skapa lív í býnum og liggja til grund fyri nýggjari skipan av miðbýnum.

Verkætlanin er ein lendisskipan og plantuætlan av strekkinum á Niels Finsens gøtu úr Steinatúni og oman til Vaglið, umframt ráðhúsplássið og Eik-garðin (Býarlundin). Í ætlanini er dentur lagdur á fríðkan, trivnað og uppihald.

Ætlanin er at gera gongugøtuna bilfría og urtagarðskenda. Harvið fáa umframt ferðandi í býnum, eisini bústaðir í miðbýarkjarnuni eitt uttandura fríøki til uppihald. Í ætlanini er lýst at: »gongugøtan er hugsað sum ein ‘pallur’, ið bjóðar inn til ymiskt og fjøltáttað virksemi, bæði gerandisdagar og til serstøk høvi. Gøtan verður grønari, og nýggj gróðurseting av ‘allé-trøum’ skapa saman við stóru gomlu trøunum umframt nýggju Havnará eina grøna ‘tekju’ yvir partar av gongugøtuni, sum gevur økinum lív og ein heilt serstakan ‘urtagarðsdám’«.

Meira kunning um Urtagarðsbýin sæst á temasíðu okkara um Urtagarðsbýin.

Býarlundin verður ein grøn lund við t.d. smábarnaspæliplássi og eini fleirvirknari, partvíst yvirdekkaðari pavillon til tiltøk og framsýningar. 

Aftaná at verkætlanin Havnará er liðug, er Býarlundin fyrsta stig í at fremja ætlanina um grønu gongugøtuna og býarlundina. 

Arbeiðið varð boðið út í høvuðsarbeiðstøku til 5 veitarar á heysti í 2023, og komu 4 tilboð inn.
Grønt og grátt góvu besta tilboðið og fara komandi vikurnar at seta skjøtil á arbeiðið, sum eftir ætlan verður liðugt á sumri í 2024. 

Urtagarðsbýurin – heildarætlan fyri miðbýarkjarnuna