Árliga framsýningin hjá Tórshavnar Kvøldskúla

Árliga framsýningin hjá Tórshavnar Kvøldskúla var í Müllers Pakkhúsi í Havn um vikuskiftið. Elsa Berg, borgarstjóri, setti framsýningina.
Framsýningin hjá Kvøldskúlanum er nakað heilt serligt. Og tað verða vit mint á á hvørja ferð, framsýning er.
Soleiðis legði Elsa Berg, borgarstjóri, fyri, tá hon fríggjadagin setti vælumtóktu framsýningina hjá Kvøldskúlanum.
-
- Enn ein kvøldskúlavetur farin framvið. Tað er ein fragd at koma her og síggja úrslitið av tykkara arbeiði, og uppliva alt tað, tit hava gjørt, virkað og framleitt í vetur í vøkru rammunum her í Müllers Pakkhúsi.

Á framsýningini vórðu prýði og lutir sýnd fram, sum næmingar á kvøldskúlanum hava gjørt í vetur.



Í røðu sínari legði Elsa Berg eisini dent á tað stóra arbeiðið starvsfólk á Kvøldskúlanum gera
- Kvøldskúlin er fyri øll, og her kunnu øll koma. Um tað er tilgerð av turri- og fyriklæð til føroysk klæðir, tekning, málning, sniðgeving, tónleikur o.s.fr. Tað er mest sum bara hugflogið, ið setir mørk.
Her er so nógv at velja í, at okkurt er fyri ein hvønn, ið hevur hug at royna okkurt nýtt. Tit læra frá tykkum í alskyns evnum, og tit menna gávurnar, næmingarnir hava.
Tað sæst aftur í vøkru og áhugaverdu framsýningini í dag.

