Tíðindi - 13. januar 2021

Avrikssáttmáli gjørdur við Felagið Tórshavn

Visit Tórshavn skal arbeiða ítøkiliga við ferðavinnu og marknaðarføring, og so skal felagið branda og menna vinnuferðavinnuna í Føroyum. Felagið kunnar harumframt um ferðavinnuna í Tórshavnar kommunu bæði innanlands og úti í heimi.

Í 2021 verður ein nýggjur ferðavinnupolitikkur orðaður, og so verður serligur dentur lagdur á at fáa glið á vinnuferðavinnuna aftur eftir eitt rakár vegna koronu.

Visit Tórshavn fer eisini at leggja seg eftir at skelta í kommununi. Ein ætlan verður eisini gjørd fyri ferðamannaskip, sum koma á havn í Tórshavnar kommunu.

Henny á Líknargøtu, nevndarforkvinna í Visit Tórshavn, Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Liljan Weihe, nýggjur stjóri á Visit Tórshavn skrivaðu undir sáttmálan á middegi.