Tíðindi - 28. september 2021

Avtala gjørd við FC Hoyvík um yvirtøku av FRAM-húsinum

Í gjár gjørdu Tórshavnar kommuna og fótbóltsfelagið FC Hoyvík avtalu um, at Tórshavnar kommuna pr. 1. oktober 2021 yvirtekur sonevnda FRAM-húsið á Gundadalsvegnum 8.

Fyri fýra árum síðani flutti FC Hoyvík sítt virksemi til Hoyvíkar, og hava tey nú Hoyvíksvøll sum heimavøll.

Í løtuni verður gjørd klár ein fyribils lon við Hoyvíksvøll, ið verður tikin í nýtslu í heyst.  Hendan hevur nakrar grundleggjandi hentleikar.

Í ætlanini liggur eisini at Tórshavnar kommuna innan 2024 fer undir gerð av einum framtíðar ítróttahúsi á vestursíðuni á Hoyvíksvølli.

Á myndini síggjast: Janus M. Joensen, nevndarlimur, Annfinn Brekkstein, formaður í mentamálanevndini og varaborgarstjóri, Johnny Durhuus, nevndarlimur í FC Hoyvík, Heðin Mortensen, borgarstjóri, Svanhilda Lervig, forkvinna í FC Hoyvík, Ragnar Mouritsen, nevndarlimur í FC Hoyvík.