Tíðindi - 21. august 2025

Bannað at fiska síl í Hoyvíkstjørn

Hoyvíkstjørn 21. august 2025

Tað er ikki loyvt at fiska í Hoyvíkstjørn. Kommunan hevur fingið fráboðanir um, at sílini verða fiskaði í Hoyvíkstjørn. Tað er tó bannað at fiska síl í tjørnini, og tí verða nú skelti sett upp, ið greitt boða frá, at fisking er bannað.